Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-15, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. mars 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. mars 2016 · Nr. 32 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STØRV Formaður til asfaltliðið Landsverk søkir formann til at fyriskipa og samskipa dagliga arbeiðið hjá asfaltliðnum. Arbeiðsuppgávur Arbeiðsuppgávurnar hjá asfaltliðn um fevna í høvuðs heitum um: spræni asfalt og yvir flatu við gerð, fresing og bøting, planer ing og asfaltering av smærri og størri økjum. Harafturat ger asfaltliðið asfalt- og planeringsarbeiði fyri kommun ur og aðrar arbeiðstakarar. Í samstarvi við verkfrøðing hevur for maður in dagligu leiðsluna av asfalt liðn um og virkar sum samskipari av øllum arbeiðs upp gávum hjá liðnum. Eisini skal for maðurin skipa fyri røkt og viðlíkahaldi av maskinum og amboðum. Sum formaður luttekur tú í dagliga ar beið in um hjá liðnum, men tú skalt eisini taka tær av ymiskum um sitingar- ligum upp gávum. Førleikakrøv Alt arbeiðið verður gjørt við nútímans útgerð, og er tað tí eitt krav, at tú hevur evni og mót at seta teg inn í og arbeiða við nýggjari tøkni, eins og tú ert førur fyri at koyra allar vanligar entre pre nør- maskinur. Sum persónur ert tú samstarvandi, væl skipað ur og dugir væl at finna loysnir. Tú dugir væl við fólki, og tær dámar at ganga á odda, tá arbeiðið skal plan leggjast og útinnast. Eisini er um ráð andi at tú hevur góðar sam skiftis- før leik ar, bæði munnliga og skrivliga. Umsitingarligu uppgávurnar krevja, at tú hevur telduførleika á brúkarastøði. Hetta merkir, at tú skalt hava kunnleika til teldu post, tekstviðgerð og rokniark. Tað er ein treyt, at tú hevur vanligt koyri kort. Stóra koyrikortið er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt. Setanarviðurskifti Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og set anar treyt ir annars eru sam bært sátt mála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Handverkarafelag. Arbeiðsstaðurin er Kollafjørður, men upp gáv ur verða loystar kring alt landið og roknast má við nakað av úr tíðar- arbeiði. Umsóknir Umsókn við prógvum og lívs gongd ar- lýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. mars 2016. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Eydnu Sandberg Mikkelsen, verkfrøðing, á tlf. 290 845 ella esmi@lv.fo Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega-, byggi- og havna myndugleikauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og tyrlupallar. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Starv Arbeiðsfólk til asfaltliðið á Landsverki Landsverk søkir eftir arbeiðsfólkum til asfaltliðið at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðsuppgávur Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um: asfaltering og asfaltbøting spræning og yvirflatuviðgerð ymiskt viðlíkahaldsarbeiði av vegakervinum annað fyrifallandi arbeiði Førleikakrøv Royndir at koyra maskinur, ið verða nýttar til asfaltering v.m. og royndir innan oman fyri nevndu uppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó er tað ein treyt, at tú hevur vanligt koyrikort. Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur, dugnaligur og vælskipaður. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið. Setanarviðurskifti Talan er um tímalønt fulltíðarstørv: eitt fast starv og tvey fyribilsstørv, sum í fyrstu atløgu eru til 31. oktober 2016. Um fleiri uppgávur verða eftirfylgjandi, verður møguleiki fyri at leingja fyribilssetanirnar. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Arbeiðsstaðurin er Kollafjøður, men arbeitt verður kring alt landið. Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði ávís tíðarskeið. Umsóknir Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu, www.landsverk.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. mars 2016. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Eydnu Mikkelsen, verkfrøðing, á tlf. 290 845 ella esmi@lv.fo. Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega-, byggi- og havna myndugleikauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og tyrlupallar. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Starv STØRV fyrst og fremst www.in.fo