fríggjadagur 27. august 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
26
Nr. 162 - 27. august 2004
Nr. 162 • fríggjadagur • 27. august 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Kappingarnevndin
hevur givið sumbing-
um enn ein møgu-
leika at gera neyðugar
ábøtur á vøllinum á
Krossinum
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Aðrir bollar eru komnir í
suppuna. Nú er liðugt við at
góðkenna vallir, ið eru
vandamiklir fyri leikarar-
nar. Hetta er signalið, sum
FSF hevur sent út til
feløgini í vikuni.
Sumbingar
vóru
eitt
sindur skelkaðir, tá teir tann
25. august fingu bræv frá
kappingarnevndini,
sum
segði, at Sumba missir
heimavøllin seinastu tríggj-
ar heimadystirnar orsakað
av tí vánaliga vøllinum.
Men eftir at samband
hevur verið ímillum partn-
arnar seinnapartin miku-
dagin, verður vøllurin eftir
øllum at døma góðkendur
til tríggjar teir síðstu dyst-
irnar.
Sumbingar hava lovað
kappingarnevndini at gera
nakrar ábøtur, soleiðis at
nevndin kann góðtaka, at
dystir verða leiktir á vøllin-
um. Tá tíðindini bórust í
útvarpinum mikudagin á
middegi, fór maður av húsi
í Sumba og niðan á Krossin
at bøta um vøllin.
– Vit fara at reinsa vøllin
fyri móru og vøkstur, sum
FSF hevur kravt, og vón-
andi sleppa vit so at nýta
vøllin restina av kappingar-
árinum, sigur formaðurin í
Sumba, Rúni Lisberg, sum
fegnast um ta vælvild, ið
Sumba hevur fingið frá
Kappingarnevndini.
Trupulleikin við vøllin-
um í Sumba er, at hann er
sera harður at spæla á.
Vøkstur er ymsastaðni á
vøllinum, og móra á vøll-
inum ger, at hann er sera
hálur. Eisini eru trupul-
leikar við, at vatnið ikki
setur frá, og tí gerst vøllurin
enn hálari, tá hann er vátur.
Hetta er vandamikið fyri
leikararnar, ið eru meira út-
settir fyri skaðum á einum
slíkum vølli enn á einum av
teimum nýggju vallunum.
FSF kann í fyrsta umfari
liva við, at vøllurin verður
reinsaður fyri vøkstur og
móru, men Sumba skal ikki
vænta, at vøllurin verður
góðkendur aftur komandi
ár, um ikki størri ábøtur
verða gjørdar.
Fríggjadagin
fer
eitt
umboð frá FSF at kanna
vøllin á Krossinum, og alt
týður uppá, at vøllurin
verður góðkendur.
Strangari krøv
Formaðurin í Kappingar-
nevndini er Bjarki Mohr, og
tað er hann, ið situr við
evstu ábyrgd í slíkum mál-
um.
– Vit hava gjørt eina av-
talu við sumbingar um, at
teir skulu gera nakrar ábøt-
ur á vøllin, og síðani senda
vit ein mann á staðið at
kanna vøllin fríggjadagin,
greiðir kappingarstjórin frá.
Tað kann tykjast eitt
sindur løgið, at Kappingar-
nevndin brádliga nú setir
sumbingum
knívin
á
barkan.
– Hetta er als ikki nakað
nýtt mál. Sumba fekk at
vita í januar, at teir skuldu
gera nakrar ábøtur fyri at
vøllurin kundi góðkennast.
Tá vit aftur í apríl høvdu
vallarkanning, kundu vit
staðfesta, at ábøturnar ikki
vórðu gjørdar. 13. mai góvu
vit sumbingum eina nýggja
freist til tann 1. august at
fáa viðurskiftini í rættlag,
men tá viðurskiftini fram-
vegis ikki vóru fingin í
rættlag, mátti tað fáa av-
leiðingar,
sigur
Bjarki
Mohr.
Tað skal tó leggjast
afturat, at Sumba í brævi
fyri ólavsøku boðaði Kapp-
ingarnevndini
frá,
at
felagið ikki sá seg ført fyri
at
gera
tær
neyðugu
ábøturnar.
Tað er eingin ivi um, at
FSF hevur strammað upp á
hasum økinum. Í fjør var
ein vallarnevnd sett á stovn,
og hon skal sýna vallirnar
kring landið. Síðani skal
hon geva kappingarnevnd-
ini eina frágreiðing um
vallirnar og eitt tilmæli um,
hvat skal gerast.
Viðgerðin hjá FSF av
slíkum málum hevur ikki
altíð verið so strong sum nú.
Sum dømi kann nevnast, at
vøllurin í Vági í fleiri ár
varð góðkendur, og kapp-
ingarnevndin metti, at hann
var nóg góður at spæla á.
Hóast vøllurin var sera
vandamikil fyri leikararnar,
sá FSF millum fingrarnar
við hesum. Nú er vøllurin í
Vági skiftur út, so tann
trupulleikin er ikki longur.
Tað kann í øllum førum
staðfestast, at FSF hevur
skift í kós í slíkum málum, tí
vøllurin í Vági var minst
líka vánaligur sum tann í
Sumba, og har vórðu 1.
deildardystir spældir í fleiri
ár.
Framtíðin í Sumba
óviss
Í løtuni valdar óvissa um
framtíðina hjá Sumba. Fel-
agið hevur bert eitt lið við í
kappingini, og tað er í 2.
deild hjá monnum. Kvinnu-
liðið hevur tikið seg úr
kappingini í ár.
Um felagið aftur skal fáa
góðkenning komandi kapp-
ingar, so krevjast meira
umfatandi ábøtur enn tær,
sum verða gjørdar í hesum
døgum. Hetta fer at kosta
nógvan pening, og tað kann
vera ein tung byrða at lyfta
hjá einum so lítlum felagi
sum Sumba.
Formaðurin í Sumba,
Rúni Lisberg, sigur, at fel-
agið ikki megnar at skifta
vøllin út í verandi støðu.
Tað kostar eina góða milli-
ón at leggja nýtt graslíki á
vøllin,
og
harumframt
skulu aðrar ábøtur gerast
kring vøllin.
Felagið hevur roynt at
søkt kommununa um stuð-
ul, men óvist er, um
kommunan er før fyri at lata
nakran munagóðan stuðul.
Havast skal eisini í huga, at
hon júst hevur bygt nýggjan
skúla. Sumba hevði Maersk
sum høvuðsstuðul í fjør,
men hetta samstarvið helt
ikki fram í ár.
Rúni Lisberg ber av álv-
ara ótta fyri, at fótbólturin
kann detta niðurfyri í
Sumba. Um felagið ikki
megnar
at
fíggja
tær
neyðugu
ábøturnar
til
komandi kappingarár, skal
Sumba finna ein annan
vøll, allarhelst í Vági. Men
hann heldur ikki, at tað
gevur nakra meining at
hava eitt felag í Sumba,
sum spælir sínar heima-
dystir aðrastaðni.
– Vit hava útlendskar
leikarar, sum eru við til at
halda lív í felagnum, og teir
kosta eisini pengar. Um vit
nú skulu gera størri íløgur í
vøllin, er torført at hava ráð
til teir útlendsku leikarar-
nar, sigur ein stúrin Rúni
Lisberg enda.
Fótbólturin rullar helst aftur á Krossinum
Klaksvíkar Badmin-
tonfelag hevur nú
sent skriv í hvørt
hús í Norðoyggjum
fyri at fáa stuðul til
byggingina av einari
nýggjari ítróttarhøll
í Klaksvík
ÍTRÓTTARHØLL
Eyðun Klakstein
Badmintonfelagið hevur
fingið
byggilendi
og
byggiloyvi frá Klaksvíkar
kommunu, sum eisini hev-
ur játtað 30 prosent av
byggikostnaðinum í stuðli.
Nú roynir Badminton-
felagið at savna eginpen-
ing, og í hesum døgum er
skriv borið í hvørt hús í
Norðoyggjum, har felagið
heitir á norðoyingar um at
stuðla nýggju ítróttar-
høllini.
– Bara nakrar tímar eftir
at fyrstu skrivini vóru far-
in út, fingu vit fyrstu re-
aktiónirnar, so tað eru vit
fegnir um, sigur Jákup
Anthoniussen, formaður í
Klaksvíkar Badminton-
felag.
Felagið hevur savnað
væl av eginpeningi, men
meira skal til, áðrenn far-
ast kann undir at byggja
høllina, sum verður mett
at kosta 14 milliónir krón-
ur. Nýggja ítróttarhøllin
verður granni hjá KÍ-
høllini og svimjihøllini í
Klaksvík.
– Tørvurin á einari
ítróttarhøll
afturat
í
Klaksvík er sera stórur.
Tað eru fleiri hundrað
ítróttarfólk, sum ikki hava
møguleika at íðka sín
ítrótt, sum tey vilja, og tí
hava vit tikið stig til hetta,
sigur Jákup Anthoniussen.
Savna pengar til
ítróttarhøll í
Klaksvík
Leygardagin skal Sumba
taka ímóti TB. Eftir øllum at
døma verður hesin dysturin
leiktur á Krossinum, men
kappingarnevndin skal taka
endaliga støðu til málið
fríggjadagin. Myndin er frá
dystinum millum liðini bæði
í fjør
C
M
Y
K
26