fríggjadagur 27. august 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 27. august 2004
29
29
28
Nr. 162 - 27. august 2004
C
M
Y
K
28
Jónhard spældi seg í hitan
Landsliðsvenjarin sá
síðsta sunnudag Atla
Danilesen vinna tví-
dystin á miðvøllinum
ímóti Súna Olsen,
sum heilt víst verður
á vongverjanum í
Sveis. Nú umhugsar
venjarin, hvat hann
skal gera við KÍ
liðformannin
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Henrik Larsen, landsliðs-
venjari, var síðsta sunnudag
í Gøtu og hugdi at GÍ og
KÍ. Ivaleyst hevur hann við
egnum eygum vilja fingið
staðfest, um hann skal
hugsa meiri um møguleik-
an, sum varð nevndur und-
an heimadystinum ímóti
Malta. Tann møguleikin
var, at Súni Olsen kanska
átti at havt verið royndur
longri frammi á vøllinum.
Tá ið landsliðsvenjarin
fór úr aftur Gøtu, mundi
hann hava fingið svar upp á
tann spurningin. Samstund-
is hevði tað, sum hann
hevði verið eygnavitni til,
birt ein nýggjan spurning,
sum landsliðsvenjarin eigur
at hugsa um.
Súni Olsen sannførdi ikki
venjaran sunnudagin um, at
hann eigur at flytast av
vongverjanum í høgru og
longri fram á vøllin. Tí
verður Súni eisini í Sveis
vongverji. Nýggi spurning-
urin, sum venjarin fekk at
hugsa um í Gøtu, var, hvat
hann skal gera við Atla
Danielsen. Hann kom als
ikki á vøllin, tá ið Malta og
Føroyar spældu. Sum vit
hava skilt tað, hevði før-
oyski venjarin ætlað, at allir
spælararnir skuldu koma á
vøllin. Men av einari ella
aðrari orsøk var misskiljing
komin í, so maltesarnir ikki
vóru greiðir yvir hetta, og í
síðsta enda lupu Atli Dani-
elsen og Kári Nielsen av,
um tað ber til at siga tað
soleiðis.
Bæði Henrik Larsen og
Jógvan Martin Olsen hava
áður sæð, at tað er dugur í
Atla Danielsen, og sunnu-
dagin sá landsliðsvenjarin,
at KÍ liðformaðurin greitt
vann tvídystin við skot-
sterka gøtumannin, Súna
Olsen. Atli Danielsen vísti
sannførandi avrik. Spurn-
ingurin er so, um tað verður
pláss fyri honum millum
teir fyrstu ellivu. Hann man
standa frammarlaga, um
venjarin hugsar um at gera
broytingar.
Fróði Benjaminsen, sum
bæði er bóltvinnari og ein
fínur fótbóltsspælari, verð-
ur neyvan fluttur av sentr-
ala miðvøllinum. Í stórum
avbjóðingum sum teimum
ímóti Sveis á útivølli og
Fraklandi á heimavølli, er
Julian Johnsson hentur.
Eingin megnar at renna so
nógv sum hann, og serliga
síðstu løtuna er hann hvørja
ferð eyðsýndur um bólt-
vinnari.
Nú hevur Henrik Larsen
úttikið teir átjan, sum hann
vil hava við til Sveis, og
ivaleyst fer hann undir
venjingunum í Sveis at føla
seg eitt sindur fyri og hava
eitt vakið eyga við, um nú
broytingar skulu gerast, og
um tað, sum hann sá Atla
Danielsen útinna í Gøtu,
kanska kann nýtast í altjóða
uppgávu. Tað er upp til
venjaran at gera av.
Jónhard í hitanum
Tað er ikki talan um koll-
veltandi broytingar, nú
landsliðsvenjarin
hevur
boðsent teimum átjan, sum
hann vil við til Sveis. Tað
var heldur ikki roknað við
kollveltandi broytingum,
og soleiðis eigur tað heldur
ikki at vera.
Upprunaliga var Jónhard
Frederiksberg ikki úttikin
til dystin ímóti Malta. Tá ið
tað dystarmorgunin var
greitt, at Todi Jónsson kort-
ini ikki fór at verða førur
fyri at gera come back,
vórðu boð í skundi send
eftir Jónhardi. Hann slapp
at royna seg í ein hálvan
tíma, og venjarin man hava
mett
avrikið
at
vera
hampuliga gott. Jónhard er
í hvussu so er biðin aftur.
Todi Jónsson roknaði
ikki við, at lítli løsturin,
sum var orsøk til, at hann
ikki var førur fyri at spæla
ímóti Malta, fór at halda
honum leingi frá fótbólti.
Seinnapartin í fyrradagin
vandu Todi og liðfelagarnir
í FCK fyri fyrst ferð, eftir at
arbeiðssteðgurin í donskum
fótbólti var av, og landsliðs-
venjarin hevur enn eina
ferð sent boð eftir fyrrver-
andi liðfelaganum hjá sær í
FCK. Allir hinir útisetarnir
í donskum fótbólti, sum
hava verið raktir av arbeiðs-
steðgi í eina viku, hava
eisini fingið landsliðsboð.
Tað ber við sær, at Kári
Nielsen, sum fyrr í ár fyri
fyrstu ferð var á landsliðn-
um, og sum á oddaliðnum
HB hevur fingið alt størri
leiklut á miðvøllinum, í
fyrstu atløgu er uttanfyri
átjan manna hópin, sum fer
av landinum mikudagin.
Teir átjan, sum eru boð-
sendir at umboða Føroyar í
fyrsta undankappingardyst-
inum, har málið er HM
endaspælið í Týsklandi í
2006, eru Jákup Mikkelsen
og Jens Martin Knudsen,
sum eru málverjar. Úti-
spælararnir eru Pól Thor-
steinsson, Jón Rói Jacob-
sen, Óli Johannesen, Johan
B. Hansen, Súni Olsen,
Jákup á Borg, Jann Ingi
Petersen, Julian Johnsson,
Atli
Danielsen,
Fróði
Benjaminsen, Rógvi Jacob-
sen, Hjalgrím Elttør, Andr-
ew av Fløtum, John Peter-
sen, Jónhard Frederiksberg
og Todi Jónsson.
Eftir at hava sæð Atla Danielsen í Gøtu eigur landsliðsvenjarin at umhugsa, hvat hann skal
gera við KÍ-liðformannin
SVIMJING
Tíðindaskriv
Seinasta
vikuskiftið
skrivaði Søren Olsen und-
ir sáttmála, og hann verð-
ur harvið høvuðsvenjari
hjá svimjifelagnum Ægir.
Formaðurin hjá Ægir,
Dann Mikkelsen, er stak
væl nøgdir við at fáa Sør-
en Olsen aftur til Klaks-
víkar at standa fyri allari
venjingini hjá Ægir.
Søren hevur verið venj-
ari
fyri
svimjifelagið
Skeggjar í fleiri ár, og
hevur hann fingið góð
úrslit har. Søren er gamal
Ægir svimjari, so alt talar
fyri at tað verður eitt gott
samstarv, tí sum gamal
kenningur, kennur hann
umstøðurnar væl, og tað
hevur nógv at siga.
Teir yngru svimjararnir
byrja at svimja í komandi
viku. Eisini her eru
royndir venjarar og svimj-
ingin hjá teimum er
mánadag og mikudag.
Motiónsliðið byrjar at
svimja 5. september.
Søren Olsen
høvuðsvenjari
hjá Ægir
Søren Olsen, vinstrumegin, er vorðin nýggjur høvuðsvenj-
ari hjá Ægir. Her avmyndaður saman við formanninum í
Ægir, Dann Mikkelsen
Ímóti Malta spældi Jonhard
seg í landsliðshitan
Minipiltarnir hjá VB
fingu gull
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Hesir garparnir hjá VB
vunnu fyri sløkum tveim-
um vikum síðani AB-
kappingina, sum var á Argj-
um.
Fyrsti
dysturin
hjá
teimum var ímóti b-liðnum
hjá AB, og har vunnu vág-
bingar 17-0. Næsti dysturin
var ímóti a-liðnum hjá
sama felagi, og hesin dyst-
urin var javnari, men VB
vann ein tepran 2-1 sigur.
Tað forvitnisliga er, at
allir dreingirnir á liðnum
ganga í sama 2. flokki í
Vágs skúla uttan Salmund,
sum gongur í Porkeris
skúla.
Aftara rað frá vinstru eru
teir: Eyðbjørn, Sjúrður, Aron,
Simon og Anders, sum er
venjari.
Fremra rað frá vinstru eru
Teitur, Tóki, Búi og Salmund
Sunnudagin 29. aug-
ust verður tilmelding
hjá Havnar Fimleika-
felag í høllini á
Stórheyggi
FIMLEIKUR
Tíðindaskriv
Nú mánadagin byrja venj-
ingarnar í Havnar Fim-
leikafelag og verður tí
skipað
fyri
tilmelding
sunnudagin frá kl. 15:30 til
kl. 17. Av tí at talan er um
størsta
fimleikafelag
í
landinum er sjálvsagt av-
marking á øllum liðum.
Men er onkur, ið ikki fær
møtt á Stórheyggi, ber til at
ringja í høllina frá kl.
16:30. Limagjald verður
goldið, tá ið meldað verður
til.
Havnar
Fimleikafelag
hevur breiða undirtøku og
fevna venjingarnar tískil frá
smáum børnum, umvegis
úttøkuliðum, til bæði eitt og
tvey ættarlið eldri. Undir-
tøkan fyri "Kom í Form" er
sjón fyri søgn, at felagið
hevur rakt seymin á høvdið.
Kostnaðurin at luttaka á
ymsu liðunum er ymiskur
alt eftir hvørjum aldri og
liði, tú luttekur á. Kostn-
aðurin er úr 350 upp til 600
krónur, men luttekur tú á
fleiri liðum, verður goldið
fyri eitt lið og síðani 200
krónur fyri hvørt lið afturat.
Felagið er tó longu farið
til verka við inspiratións-
skeiðum og komandi viku-
skifitið
verður
Pilates-
skeiðið, ið Hanna Dalsgarð
undirvísir í.
Fyri at tryggja øllum
fimleikarunum góða frá-
læru, skulu sjálvsagt nógvir
venjarar til og teir flestu eru
venjarar, ið traðkað til ár
eftir ár. Hetta tryggjar
kontinuitet og gevur fel-
agnum tryggleika at seta
nógvar venjingar út í
kortið.
Afturat teimum venjarum
felagið hevur, er Havnar
Fimleikafelag eisini ógvu-
liga fegið um, at tvey kend
nøvn somuleiðis hava játtað
at verða venjarar komandi
vetur. Høgni Rúnason Øst-
er og Sóleyð Ísaksdóttir eru
millum teirra, ið hava
traðkað
barnafimleika-
skógvar í Havnar Fimleika-
felag, síðani hava tey roynt
seg uttanlands og leita nú
heim aftur til felagið.
Høgni Rúnason Øster fer
komandi vetur at undirvísa
eldru kappingarliðunum í
reiðskapi, meðan Sóleyð
Ísaksdóttir
undirvísir
í
Pilates, Styrki og konditón,
Yoga og avspenning, Mod-
ernaðum dansi, eins væl og
í Hip Hop.
Havnar
Fimleikafelag
spennir víða, og tískil
verður skipað fyri nógvum
øðrum tiltøkum, ið á ymsan
hátt hava samband við
fimleik. Nevnast kunnu til
dømis rútmukappingin 27.
november og amboðskapp-
ingin, ið verður í januar.
Stuðulsrenningin (5. mars.
05) er tiltak, ið vaksandi
undirtøka er fyri og sjálv-
sagt verða bæði loppu-
marknaður á Stórheyggi
(30. oktober 04) og tiltak í
SMS (13. nov. 04).
Tó er serligt fyri hetta
fimleikaárið, at Havnar
Fimleikafelag hevur 95 ára
føðingardag. Slíkur føð-
ingardagur sæst sjálvsagt
aftur í vetrarhálvuni og
verður kunnað um hetta
seinni. Dagurin 11. desem-
ber 2004 er settur í skránna,
so kunningin um tiltøk í
sambandi við føðingar-
dagin verða á prenti áðrenn
november-mánaður
er
runnin.
Fimleikaframsýningarnar
12. og 14. mars vísir áskoð-
arunum part av tí, fim-
leikararnir hava tikist við
um veturin og sigast kann,
at støðið í framsýningunum
er hækkað munandi sein-
astu árini. Frá tí, at
áskoðarar fingu ófrið á seg,
tí skráin kanska var heldur
drúgv, eru framsýningarnar
settar saman í heild, so-
leiðis at áskoðarin verður
undirhildin frá byrjan til
enda.
Fimleikaárið stendur fyri framman
Havnar Fimleikafelag fer nú
undir vetrarvirksemi sítt
Savnsmynd