hósdagur 28. apríl 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016
SOSIALURIN 49
8
PERSÓNSSØGA
Tað hevur eisini verið eitt ynski
millum nevndarlimir í TF Holding
og umboðsráðslimir í Ognarfelag
Tryggingartakaranna, sum eigur
TF Holding, um at fremja broyt
ingar í samtakinum.
Nýggi formaðurin vil ikki tosa
fyri alla nevndina í TF Holding,
tá tey enn ikki hava havt teirra
fyrsta nevndarfund saman, men
sigur at hann sjálvur gjarna sær
nakrar broytingar framdar í sam
takinum. Tað fevnir eisini um eitt
nú Eik Banka, sum TF Holding er
einsamallur eigari av.
– Ja, í nevndini fyri Eik Banka
er tað soleiðis, at har skulu tveir
nýggir limir veljast fyri Ben Arabo
og Jørn Astrup Hansen, sum eru
farnir úr nevndini. So har var
longu greitt áðrenn, at har fóru at
vera onkrar broytingar. Men fyri
alt samtakið, so haldi eg at somu
persónar skulu ikki ganga aftur í
fleiri nevndum. Tað skal vera vatn
tætt skott millum tey ymsu parta
feløgini í samtakinum, bæði mill
um móðurfelagið og dótturfeløgini,
og eisini millum øll dótturfeløgini,
greiðir Arni Brattaberg frá.
Hetta fer tó ikki at merkja, at
eingi umboð fara at ganga aftur í
nevndunum yvirhøvur.
– Tað skal ikki verða soleiðis, at
eingin í móðurfelagnum veit hvat
gongur fyri seg í dótturfeløgunum.
Tað fara altíð at vera umboð úr TF
Holding í nevndunum í dóttur
feløgunum. Men tað skal ikki vera
sum í dag, har somu fólkini ganga
aftur fleiri ferðir, staðfestir Arni
Brattaberg.
Einfaldari bygnað
Eitt av ynskjunum frá Arna Bratta
berg er eisini at finna ein einfaldari
bygnað til TF Samtakið.
Í dag er TF Samtakið bygt upp við
einum móðurfelagi og fleiri dóttur
feløgum, bæði smærri og størri.
Stóru dótturfeløgini eru uttan iva
Eik Banki, Tryggingarfelagið Før
oyar og TF Íløgur, sum aftur eigur
í eini rúgvu av feløgum, bæði í
Føroyum og uttanlands. Haraftur
at eru so fleiri smærri dótturfeløg
í samtakinum. Men stendur tað til
Arna Brattaberg, skal hesin bygn
aðurin, sum stavar frá tíðini tá TF
Holding varð sett á stovn og var
eitt munandi minni felag, gerast
nógv einfaldari.
– Eg kann ikki tosa fyri nevnd
ina, men eg kundi hugsa mær ein
einfaldari bygnað í samtakinum,
har tað ikki vóru so nógv smá feløg
við smáum funktiónum, men ístað
in ein einfaldari bygnaður, greiðir
Arni Brattaberg frá.
Tað verður tó ikki nevndarfor
maðurin einsamallur, ið kemur at
fremja nakrar broytingar í sam
takinum. Fyrst skal nevndin í TF
Holding hava sín nevndarfund,
har allir nevndarlimirnir fáa høvi
at siga sína hugsan og koma við
teirra sjónarmiðum.
Síðani verður møguliga farið at
hyggja eftir bygnaðinum í samtak
inum saman við ráðgeving uttaní
frá. Nýggja nevndin í TF Holding
hevur sín fyrsta nevndarfund tann
11. mai.
ROGVI@SOSIALURIN.FO
– Sigur partafelagslógin at Eik hevur rætt til skattafrádráttin, hevur leiðslan skyldu at biðja um skattafrádráttin.
Sigur partafelagslógin at Eik ikki hevur rætt til skattafrádráttin, skal Eik ikki hava hann. Tað er ein spurningur
um jura og ikki um moral, sigur nevndarformaðurin í TF Holding, sum einsamalt eigur Eik Banka
Ein spurningur um jura ikki um moral
RÓGVI NYBO
N
evndarformaðurin
í TF Holding, Arni
Brattaberg, fult og
heilt saman við nevnd
og leiðslu í Eik Banka í sokallaða
Skattamálinum millum Eik Banka
á aðrari síðuni og TAKS á hinari
síðuni.
Sum ført hevur verið fram í
Sosialinum farnu vikurnar, snýr
skattamálið hjá Eik Banka seg í
síðsta enda um hvørt nevndin og
leiðslan í Eik Banka av røttum ella
av órøttum hevur roynt at drigið
umleið 90 milliónir krónur frá í
sjálvuppgávuni og harvið sloppið
sær undan partafelagsskatt.
Meðan nevndarformaðurin
Torben Nielsen og stjórin í Eik,
Súni Schwartz Jacobsen halda
fast við, at Eik Banki hevur rætt
til at draga hesar 90 milliónir
krónurnar frá og sostatt spara
hesar pengarnar í partafelags
skatti, standur fyrrverandi stjórin
og fyrrverandi nevndarlimurin
Jørn Astrup Hansen fast við, at
hesin Eik Banki ikki hevur rætt til
henda frádráttin, av tí Fíggjarligt
Støðufesti longu hevur staðfest
hetta tap, áðrenn Eik Banki varð
settur á stovn. Eisini fyriliggur
eitt skjal í sambandi við søluna,
sum staðfestir at tað í øllum
førum ongantíð varð ætlanin at
henda upphæddin skuldi kunna
dragast frá í skatti.
Hvør hevur rætt av hesum
báðum pørtum, verður so upp
til TAKS at gera av. Men
nevndarformaðurin í
TF Holding, sum einsa
malt eigur Eik Banka,
ivast onga løtu í, at tað
er rætt av nevnd og
leiðslu í Eik Banka at
søkja frádráttin. Hann
meinar bart út, at nevnd
og leiðsla í Eik Banka
h a v a
eina
beinleiðis skyldu at søkja
um frádráttin, um tað er so
leiðis at føroyska partafelags
skattalóggávan letur upp fyri
hesum møguleika.
– Fyri meg er tað óviðkomandi,
um Finansiel Stabilitet sigur at
tað ongantíð varð meiningin at
hetta skuldi kunna dragast frá
í Føroyum. Finansiel Stabilitet
hevur onga heimild í Føroyum,
og tí kunnu teir ikki gera av, hvat
er rætt ella skeivt. TF Samtakið
verður rikið sum eitt partafelag,
og tað sama verða dótturfeløgini.
Sigur tann føroyska partafelags
skattalóggávan, at Eik Banki
hevur rætt til ein skattafrádrátt
á 90 milliónir krónur, so skal Eik
Banki hava tann frádráttin. Sigur
partafelagsskattalóggávan, at
Eik Banki ikki hevur rætt til frá
dráttin, so skal Eik Banki ikki
hava hann. Tað er so einfalt sum
tað, sigur Arni Brattaberg.
Sambært honum er tað óvið
komandi at tosa um moral í øllum
hesum, tí venda vit málinum við
og siga at Eik Banki hevur rætt til
skattafrádráttin, men at nevnd
og leiðsla hildu tað ikki verða
moralskt rætt at senda rokning
ina víðari til landskassan, so
hevði nevnd og leiðsla í Eik Banka
misrøkt sínar skyldur mótvegis
eigaranum, sum er TF Holding.
Fult álit á leiðsluni
Sambært nýggja formanninum í
TF Holding, er hetta heldur ikki
eitt mál, sum beinleiðis viðkemur
nevndini í TF Holding.
– Eg havi fult álit á, at tað sum
nevndin og leiðslan í Eik Banka
hava gjørt, er tað sum tey meta
er best fyri bankan og samtakið.
Hetta málið er millum Eik Banka
og TAKS, ikki millum TF Holding
og TAKS. Vit mugu bara bíða eftir
at TAKS kemur við einari avgerð
í málinum, og so vænti eg at Eik
gevur eigaranum (TF Holding,
red.) eina frágreiðing, sigur Arni
Brattaberg, nevndarformaður í
TF Holding.
ROGVI@SOSIALURIN.FO
Eg havi fult
álit á, at tað
sum nevndin
og leiðslan í Eik
Banka hava
gjørt, er tað
sum tey
meta er
best fyri
bankan
og sam
takið«
– Fyri meg er tað óviðkomandi, um Finansiel Stabilitet sigur at tað ongantíð varð
meiningin at hetta skuldi kunna dragast frá í Føroyum. Finansiel Stabilitet hevur
onga heimild í Føroyum, og tí kunnu teir ikki gera av, hvat er rætt ella skeivt, sigur
Arni Brattaberg, nevndarformaður í TF Holding, sum eigur Eik Banka
»Eg kundi hugsa mær ein einfaldari bygnað
í samtakinum, har tað ikki vóru so nógv
smá feløg við smáum funktiónum«
Arni Brattaberg
MYND: DAGFINN OLSEN