hósdagur 28. apríl 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016
SOSIALURIN 49
9
BARBARA HOLM
Í
februar í ár valdi Taks at taka
málið um skattafrádráttin
hjá Eik uppaftur av nýggjum,
hóast Taks kom til eina
niðurstøðu á sumri í 2015. Tá varð
avgjørt, at Eik kundi draga tapið
á góðar 500 milliónir yvir 10 ár,
og sostatt sleppa undan áleið 90
milliónir krónum í skatti.
Men um ársskifti 2015/2016
kom stígur í ætlanina, tá ið Spekt
noktaði at skriva undir almenna
rokniskapin uttan eina serskilta
viðmerking um skattafrádráttin,
sum Spekt ikki tekur undir við.
Samstundis hendi tað, at Jørn
Astrup Hansen, nevndarlimur
fyri Fíggjarligt Støðufesti, fór úr
nevndini áðrenn ætlað og greiddi
almenninginum frá orsøkini.
Fíggjarligt Støðufesti valdi tí
at skriva til Fíggjarmálaráðið og
kunna um støðuna. Eftirfylgjandi
valdi Taks at taka málið uppaftur
av nýggjum.
Hava fingið
neyðugu skjølini
Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks, sigur í
viðmerking við Vikuskiftis Sosialin,
at málið nú nærkast endanum.
Miðlarnir hava kunngjørt skjøl,
sum áður hava verið ókend fyri
Taks, og tí hevur Taks vent sær
aftur til Eik seinastu vikurnar, og
biðið um fleiri upplýsingar í mál
inum.
– Vit hava fingið alt vit hava biðið
um, men nú skulu vit taka støðu
til, um nýggju upplýsingarnir elva
til fleiri spurningar, sigur Eyðun
Mørkøre.
Hann ásannar, at upplýsingar
eru komnir undan kavi í almenn
inginum, sum hava elvt til meira
samskifti millum skattamyndug
leikarnar og Eik. Men hvør niður
støðan er, kann Eyðun Mørkøre
einki siga um enn.
– Vit fara nú ígjøgnum skjølini
og tær viðmerkingar vit hava fing
ið, og síðani taka vit støðu til, um
vit skulu spyrja partarnar í mál
inum um fleiri viðmerkingar, ella
um vit meta okkum hava nóg mikið
av tilfari til at taka støðu, sigur
Eyðun Mørkøre.
Hann ásannar, at málið er um
fatandi, men hóast hetta ynskir
Taks at avgreiða málið skjótast.
– Vit kunnu heldur ikki lata
hetta málið draga út, tí so nógva
orku kunnu vit ikki blíva við at
seta av til eitt einstakt mál, sigur
Eyðun Mørkøre.
Stjórin í Taks væntar, at áðrenn
mai mánaður er liðugur kemur
Taks við einari niðurstøðu í skatta
málinum hjá Eik.
Skattamálið
Framvegis ikki eydnast at fáa við
merking frá Eik. Skrivliga og munn
liga hava vit sent Eik spurningar
um skattamálið, men framvegis
hevur ikki eydnast.
Seinastu vikurnar hevur Sosial
urin vent sær ferð eftir ferð til Eik,
um at fáa viðmerking til tað, sum
vit hava skrivað um skattamálið.
Vit høvdu vilja spurt Súna
Schwartz Jacobsen, forstjóra í Eik,
hví Eik ikki sendi skattaskrivið
frá 2010 við til Taks, tá ið spyrjast
skuldi hvussu skattafrádrátturin
skuldi bókførast. Samstundis
høvdu vit vilja spurt, hví hugsanin
hjá granskoðanini ikki varð tikin
til eftirtektar ella send víðari til
skattamyndugleikarnar.
Vit høvdu eisini vilja spurt, hví
Eik tók rættleiðingina til miðlarnar
aftur í síðstu viku – bert ein dag
eftir, at rættleiðingin varð send út.
Ella um viðmerking til, at nevndar
limir hava kent seg hóttan av Eik
og TF Holding í hesari tilgongdini.
Hesir og aðrir spurningar við
standa framvegis ósvaraðir, hóast
óteljandi royndir at fáa svar.
NEVNDIN Í
TF HOLDING
SKATTAMÁLIÐ
NÆRKAST ENDANUM
Tað letur til, at Taks fer at koma við sínari niðurstøðu um skamma stund.
– Vit hava fingið tey skjøl, vit hava biðið um, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks
TF Holding nevndin er høvuðs
nevndin í TF Holding samtak
inum og ásetur virkiskarmar
nar fyri dótturfeløgini.
Í nevndini í TF Holding P/F
sita tann til eina og hvørja
tíð valda nevnd í Ognarfelag
Tryggingartakaranna. Har
umframt eru trý starvsfólka
vald umboð.
Nevndin í TF Holding setur
stjórnina og setur somuleiðis
út í kortið yvirskipaða virk
semi í TF Holding samtak
inum. Høvuðsreglan er, at 4-6
limir verða valdir í nevndina
fyri eitt 2 ára skeið. Nevndar
val er á hvørjum ári, har
helvtin av nevndini stendur
fyri vali.
Nevndin hevur fund í minsta
lagi 4 ferðir árliga, og annars,
tá ið formaðurin heldur tað
vera neyðugt, ella tá ið ein
limur í nevndini, ein stjóri ella
ein grannskoðari ynskir hetta.
TF Holding nevndin setur
nevndirnar í dótturfeløgunum.
Nevndin í TF Holding:
■ Arni Brattaberg, formaður
■ Ingeborg Godtfred,
næstforkvinna
■ Karl Birgir Isaksen
(nývaldur)
■ Birgir Nielsen (nývaldur)
Gunnar í Liða
■ Annika Waag (endurvald)
TAKS
SAVNSMYND