Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016 SOSIALURIN 49 10 TEMA Almannaverkið Temasíðurnar taka út­gangs­ støðið í støðuni hjá Eyðuni Hansen. Fyri fýra árum síðani var hann í ferðslu­ óhappi, sum kostaði honum allar førleikarnar. Í dag situr Eyðun Hansen í koyristóli. Samstundis endurprenta vit eina vikugamla samrøðu við Jón Holm, sum misti arbeiðs­førleikar í óhappi. Báðir hava teir eitt til felags – teir kenna seg sviknan av almanna­verkinum »Tá ið óhappi rakar vilt tú bara hava, at tað almenna tekur teg í hondina og tryggjar tær, at alt verður skipað fyri teg«, siga teir báðir. Tá lívið verður kollvelt er ringt at hugsavna seg um, hvørjar reglur eru galdandi fyri hvat og hvussu tú skalt fáa hjálp. Men kortini er tað tað, sum báðir persónarnir í blað­num hesaferð hava upp­livað. Eyðun Hansen tekur blaðið frá munninum og hevur givið okkum innlit í tað stríð, sum hann hevur upp­livað seinastu árini. Vit fyri­halda Almannaverkið til atfinningarnar og Eyðgunn Samuelsen, lands­stýris­ kvinna, lovar batar. Les alt um málið í tema­ síðunum í Vikuskiftis Sosial­ inum hesaferð. Temasíðurnar hesaferð snúgva seg um eitt evni, sum mangan áður hevur verið frammi um enn í øðrum hami Barbara Holm Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum Tá trygdar­ netið ikki loftar tær BARBARA HOLM / EIRIKUR LINDENSKOV K unnu avlamnir borgarar vera til ampa fyri tað almenna? Kunnu okk­ ara eldru borgarar vera til ampa fyri politikararnar? Kunnu sálar­sjúk vera til ampa fyri lands­ins hægstu? Spurningarnir vera reistir ferð eftir ferð, men svarini koma sjáldan. Tí hava vit gjørt eitt undantak í temasíðunum hesaferð, har vit hugleiða um tað, sum ávísar tema­ síður hjá Vikuskiftis Sosialinum hava viðgjørt seinastu mánaðirnar. Hesaferð varpa vit ljós á Almanna­verkið, men spurningar­ nir kunnu tað sama setast, tá ið vit um­røða eldraøkið ella støðuna hjá sálar­sjúkum her á klettunum. Almannaverkið og Eyðun Hansen Temasíðurnar hesaferð varpa ljós á umstøðurnar hjá Eyðuni Hansen í Vestmanna. Eyðun er hundr­að prosent avlamin og situr í koyri­ stóli. Gerandisdagur hansara er tí merktur av hjálpini, sum okkara felags trygdarnet veitur honum. Men hjálpin er ikki nøktandi, held­ur hann. Vit hava fingið fulltrú frá Eyðuni til at fáa innlit í sak hansara hjá Al­ mannaverkinum, og tað hava vit gjørt í samrøðu við Hall Thomsen, leiðara á Trivnaðardeplinum. Tað er eyðsæð, at Eyðun Hansen er ein torførur borgari hjá tí al­ manna at veita stuðul, tí honum tørvar stuðul til so at siga alt. Danskir serfrøðingar hava mett, at Eyðun skal hava hjálp 24 tímar um sam­døgrið. Men tað kann ella vil føroyska almannaverkið ikki veita. Uttan at taka dagar ímillum hvat er rætt og skeivt kunnu vit tó seta spurningin – er tað almenna til fyri borgararnar ella er borgarin til fyri tað almenna? Eitt er so púra vist – í Vest­manna situr ein brúkari av almanna­verk­ Stuðul til avlamin. Umstøður til sálarsjúk. Innihald til tey eldru. Øll tema, sum Vikuskiftis Sosialurin hevur havt á lofti, uttan at veruliga fáa svar uppá, hví okkara felags trygdarnet ikki veitir ta tænastu, sum borgarar meta seg hava uppiborið. Og spurningurin verður reistur í temanum aftur hesaferð KUNNU BORGARAR VERA TIL AMPA FYRI TAÐ ALMENNA?