Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016 SOSIALURIN 49 11 inum, sum er sera vónsvikin av tæn­astuni, sum samfelagið hevur givið honum. Eldraøkið og innihaldið í lívinum Fyrr í ár varpaði Vikuskiftis Sosial­ urin ljós á eldraøkið og um­støður­ nar hjá okkara elstu borgarum. Tá vístu vit millum annað á, at fleiri brúkarar og avvarðandi hjá eldru borgarum eru vónsvikin av teirri tænastu, sum tey elstu fáa á ellis- og røktarheimum. Ikki tí at starvs­fólkini ikki gera sína upp­gávu til lýtar, men tí, at stórur munur er á tí, sum avvarðandi og eldri fólk vænta og so tað, sum búplássini kunnu veita av tænastu. Síðani Vikuskfitis Sosialurin varp­aði ljós á eldraøkið hava fleiri politikarar – bæði kommunu- og landspolitikarar varpað ljós á, at fígg­ingin til eldraøkið ikki er nøktandi, og kanska er tað har, at hund­urin er grivin. Men eyðsæð er, at munur er á tí, sum borgarar vænta og ynskja og so tað, sum okk­ara almenna – eisini á hesum øki – kann bjóða. Sálarsjúk og karmarnir Herfyri varpaði Vikuskiftis Sosial­ urin ljós á umstøðurnar hjá okkara sálar­sjúku borgarum. Umstøð­ur­ nar vóru av álvara ivasamar – so iva­samar, at umstøðurnar eru við til at gera heilsuna verri. Vit hava áður hoyrt um júst tað sama frá ávísum áhugafeløgum hjá sálar­sjúkum. At umstøðurnar eru so mikið vánaligar, at tær beinleiðis elva til, at tey sálarsjúku fáa verri heilsu, tá ið tey leita sær hjálp frá tí al­menna. Aftur er boðskapurin tó, at tað ikki er starvsfólkunum, sum tað er galið við, men skipanini og tí stóra mun­inum millum tað, vit vænta og tað, vit fáa. Skilja hvønn annan Spurningurin, sum Vikuskiftis Sosialurin tí setur í dag, og hevur sett áður er – hvussu ber tað til, at so stórur munur er á tí, sum borg­ arar vænta og so tað, sum tað al­ menna veitir? Er tað hugsandi, at øll ónøgdin botnar í, at vit ikki er nóg dugnalig at samskifta um tað, sum tað al­ manna kann veita? Ivaleyst eru fleiri orsøkir til, at brúkarar av hesum tænastum kenna seg illa viðfarin ella bein­ leiðis sleptr upp á fjall. Men ein av stóru orsøkunum tykist vera tvey viður­skifti. 1 – Brúkarar fáa ikki nøktandi kunning um tað, sum tað almenna í veruleikanum veitir av tænastum. Til dømis á eldraøkinum verður ikki sagt, at avvarðandi noyðast at fyrihalda seg til, hvar teirra ábyrgd sum avvarðandi byrjar, og ábyrgdin hjá ellisheiminum endar. 2 – Tað almenna tykist til tíðir gloyma, at tað almenna hevur eittans endamál í samfelagnum – at hjálpa borgarum, sum hava tørv á tí. Hava vit øll gloymt, hví vit hava sett hesar almennu skipanir á stovn? Eitt er so vist, og tað er, at í tema­síðunum hesaferð – eins og áður – kanst tú lesa um ein brúkara av tí almenna, sum kennir seg sera illa við­farnan í Føroyum. Almannaverkið hevur svikið, heldur vestmenningurin Eyðun Hansen, sum var í arbeiðsóhappi, sum kostaði honum allar førleikarnar. Les alt um støðuna í temasíðunum hesaferð. TILVILDARLIG MYND: ÁLVUR HARALDSEN