Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016 SOSIALURIN 49 12 TEMA Almannaverkið – Eg siti og bíði eftir eini avgerð, so eg kann koma víðari. Men her hendur bara einki, sigur Eyðun Hansen Samfelagið var ikki til reiðar at lofta Eyðuni Hansen, tá hann brádliga bleiv lamin frá bringuni og niður. Nú fortelur hann sína søgu í eini vón um, at Almannaverkið skal lofta øðrum, tá tey koma illa fyri BIRGITH LASSEN T að er um nátturðatíð eitt fríggjakvøld í novembur fyri fýra árum síðan. Familjan á Fløttisvegi 6 í Vest­manna bíðar eftir, at pápin í hús­inum skal koma frá arbeiði. Klokk­an nærkast 18, tá Linda, kona Eyðun, ringjur og vil vita, hvar Eyðun blívur av. Tí Eyðun er aldrin ov seinur, sigur konan. Men hann tekur ikki telefonina. Linda undr­ast og hugsar eina løtu um tað ringasta. Men so hugsar hon aftur, at Eyðun hvørja løtu fer at koma heim. Útvarpið er sum altíð tendrað, og tá klokkan verður 18, sigur út­ varpið, at Leynatunnilin er stongd­ ur, tí ein lastbilur er rendur í veggin á tunnilinum. »Hatta er babba!«, sigur Linda við børnini. Hon er ræðslusligin, tí hon ber ongan iva um, at hon hev­ ur rætt. Sonurin fer á telduna at leita eftir fleiri upplýsingum um óhapp­ið. Tá sær hann eina mynd av last­bilinum hjá pápa sínum. Last­bilurin er illa farin. Tey fara í panikk og skunda sær í bilin beina kós út á Landssjúkrahúsið. Eyðun liggur fastspentur á eini børu, tá tey koma á sjúkrahúsið. Har var einki blóð. Einki at síggja á Eyðuni yvirhøvur. Men støðan er hóast so mikið álvarsom, at Eyðun fyri eitt verður sendur við ambu­lansu­flogfari á Ríkis­sjúkra- ­húsið. Tað vóru nøkur fá sekund hetta fríggjakvøldið fyri fýra árum síðan, sum broyttu alt hjá familjuni í Vest­manna. Einki skuldi nakrantíð aftur verða, sum tað var. 110% avlamin – Hetta kann henda fyri ein og hvønn, sigur Eyðun Hansen og sip­ ar til ferðsluóhappið, sum kravdi nærum allar hansara basalu før­ leikar fyri fýra árum síðan. Hann situr í køki sínum í Vest­manna sam­an við konuni. Hóast tað eru fýra ár síðan óhappið, stend­ur tað nógv á teimum báð­um, tá tey minn­ast aftur á hetta fríggja­kvøld­ ið fyri fýra árum síðan. Í dag er Eyðun Hansen lamin frá bring­uni og nið­ur, og situr í koyri­stóli. Hann fær akkurát skonkt sær kaffi. Men tað sæst, at hvør einasta rørsla er stríggin. Eyðun Hansen breyt tveir av sín­um ovaru ryggjageislum. 110% av­lamin er hann, siga danskir ser­ frøð­ingar, sum hava fylt honum síðan óhappið. Hann hevur tørv á hjálp 24 tímar um døgnið, siga somu serfrøðingar. Men Almannaverkið heldur, at Eyðun Hansen kann klára seg sjálv­ an í nógv størri mun. Tí hava tey bara játtað honum hjálp 2,8 tímar um dagin. Eg siti inni í køkinum hjá okkum allan dagin. Almanna­ verkið hevur sum skyldu at tryggja mær ein inni­halds­ríkan gerandis­dag. Men tað havi einki merkt til« Eyðun Hansen Óhapp kostaði førleikarnar ALMANNA- VERKIÐ HEVUR SVIKIÐ MEG MYND: BIRGITH LASSEN