Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016 SOSIALURIN 49 13 Røkt og stuðul er hvør sítt Tá ein borgari kemur illa fyri sum Eyðun Hansen, er tað álagt Al­ manna­verkinum at syrgja fyri, at borg­arin fær ein innihaldsríkan ger­andis­dag. Almannaverkið skal syrgja fyri pensjón, frítíðarítrivum og øllum tí sosiala. Røktini stendur komm­unan fyri. Tað vil siga, at tað er kommunan sum syrgir fyri, at Eyðun fær mat, sleppur á ves og slepp­ur at upp og niður úr songini. Frá kommunini fær Eyðun Hansen ein til tveir tímar røktar­ hjálp um dagin. Tað er nóg mikið, sigur hann. Hann vil ikki hava fleiri røktartímar. Men hann vil kempa hart fyri at fáa fleiri stuðulstímar frá Almannaverkinum. – Eg siti inni í køkinum hjá okk­ um allan dagin. Almannaverkið hev­ur sum skyldu at tryggja mær ein inni­haldsríkan gerandisdag. Men tað havi einki merkt til, sigur hann. – Eg havi enn ikki fingið at vita, hví Almannaverkið valdi at skera í mínum stuðulstímum, greiður hann frá. Eyðun Hansen og kona hans­ara bíða eftir at fáa innlit í av­gerðini hjá Almannaverkinum. Í køkinum í Vestmanna liggur ein stakkur av skjølum. Størsti part­urin av pappírunum eru frá Al­manna­verkinum og á teimum standa ymsar avgerðir, sum hjún­ ini í Vestmanna hava ringt við at skilja. »Hví verður ikki tikið betri hond um Eyðun?«, spyr kona hans­ara, Linda Christophersen. Hon er ónøgd við, at tað tók so langa tíð at gera húsini klár til at mað­ur hennara, sum nú situr í koyri­stóli, kundi flyta heim aftaná van­lukk­ una. Hon er ónøgd við, at hann fær so fáar stuðulstímar. Og hóast hon elskar mann sín, er hon ónøgd við at hava nærum alla ábyrgdina sjálv. – Hví skulu vit liva upp á hjálp frá vinum, familju og kenningum?, spyr Eyðun Hansen. Síðani óhappið hava tey møtt stórari vælvild og fingið góða hjálp frá øllum, tey kenna. – Á Ríkissjúkrahúsinum møtti eg einum gomlum kenningi. Tað var hann, sum hjálpti mær við at fáa útgoldið sjúkradagpengar. Hetta hevði eingin frá Almannaverkinum fortalt mær, at eg hevði rætt til. Og tá vit vóru niðri í átta mánaðar til endurvenjing, mátti Linda búgva hjá nøkrum føroyingum, sum vit til­vildarliga møttu á gøtuni. Al­ manna­verkið syrgdi ikki fyri, at hon hevði eitt stað at búgva, greið­ ur Eyðun Hansen frá. Nakrar mánaðar aftaná óhappið, valdu Eyðun Hansen og Linda Christophersen at gifta seg. Eftir­sum fíggjarliga støðan hjá teim­um var skirvislig, ynsktu tey fær bara pengar í brúðargávu. – Vit fingu ótrúliga flottar gávur, og hvør einasta króna var við til at tryggja, at vit yvirlivdu fíggjarliga. Tí tað er sera kostnaðarmikið at koma út fyri einum óhappi sum hesum. Knappliga skalt tú gjalda fyri flogferðir og uppihald í Dan­ mark, samstundis sum tú hevur lán og alt tað vanliga í Føroy­um, greið­ur Eyðun Hansen frá. Bíðitíðin er ótolandi Men tað ringasta er bíðitíðin, siga tey. – Eg kærdi Almannaverkið fyri av órøttum at hava skert í mínum stuðulstímum. Kærustovnurin bað Almannaverkið taka málið upp aftur í januar í ár, og Almanna­ verkið hevur so sett tvey fólk at viðgerða málið. Nú fýra mánaðir seinni havi eg enn einki hoyrt, for­ telur Eyðun Hansen. – Tað er henda bíðin tíðin sum stressar meg og ger meg irriteraðan. Eg siti og bíði eftir eini avgerð, so eg kann koma víðari. Men her hendur bara einki. Tað sigur eitt sindur, tá Kæru­stovnurin má rykkja 6-7 ferð­ ir áðrenn tey fáa svar, leggur hann afturat. Í februar mátti Eyðun Hansen søkja sær sálarhjálp frá einum tera­peuti. Eyðun hevði mist svøvn­in og terapeuturin kom til ta niður­støðu, at Eyðun Hansen var strongd­ur orsakað av tí tungu og drúgvu málsviðgerðini í Almanna­ verkinum. – Har eru nakrir svullar í leiðsl­ uni á Almannaverkinum, og tað ger, at arbeiðið hjá teimum gongur seint og er óskipað. Í síðsta enda gongur tað út yvir meg og nógvar aðrar borgarar, sum eru illa fyri, sigur hann. Eyðun Hansen hevur tosað við fleiri aðrar invalidar før­oy­ingar, sum eisini eru sera ónøgdir við Almannaverkið. ■ Á næstu síðunum seta vit Almannaverkið andlit til andlits við hesar ákærur. BIRGITH@SOSIALURIN.FO »Á Ríkissjúkrahúsinum møtti eg einum gomlum kenningi. Tað var hann, sum hjálpti mær við at fáa útgoldið sjúkradagpengar. Hetta hevði eingin frá Almannaverkinum fortalt mær, at eg hevði rætt til. Og tá vit vóru niðri í átta mánaðar til endurvenjing, mátti Linda búgva hjá nøkrum føroyingum, sum vit tilvildarliga møttu á gøtuni. Almannaverkið syrgdi ikki fyri, at hon hevði eitt stað at búgva«