Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016 SOSIALURIN 49 14 TEMA Almannaverkið BIRGITH LASSEN E yðun Hansen fekk alla ta al­menna hjálp, hann hevði rætt til, tá hann eft­ir einum degi gjørdist 110% av­lamin, sum tað eitur á fak­máli. Tað sigur Hallur Thomsen, leið­ari á Viðskiftadeplinum á Almanna­ verkinum. Hallur Thomsen hevur ábyrgdina av at tilluta stuðulstímar og hevur tí stórt innlit í málið hjá Eyðun Hansen. – Vit á Almannaverkinum gjørdu beinaveg av, at alt skuldi vera klárt, tá Eyðun Hansen kom aftur til Føroya eftir upp­aftur­ venjing í Danmark, sigur leiðarin á Viðskiftadeplinum. – Eyðun Hansen hevur fingið alla ta hjálp, hann hevur rætt til, legg­ur hann afturat. – Hann hevur fingið ein ser­ gjørd­an avlamisbil og húsini eru umvæld, so hann kann búgva heima. Hann fær 20 tímar stuðuls­ hjálp um vikuna, og tað er áleið sama støði sum onnur í líknandi støðu fáa, sigur Hallur Thomsen. Men sjálvur heldur Eyðun Hansen, at Almannaverkið bert hevur gjørt ilt verri. Ákærurnar til Almannaverkið eru nógvar og álvar­samar. Í hesi greinini seta við Al­manna­verkið andlit til andlits við hesar ákærur. – Hvørja ferð eg havi biðið Almannaverkið um hjálp, hevur tað tikið millum tríggjar og seks mánaðar at fáa svar frá teimum. Tað er tað ringasta, sigur Eyðun Hansen, sum eiheldur skilir, hví hann bara fær stuðul 4 tímar um dagin, tá serfrøðingar hava sagt, at hann hevur tørv á hjálp døgnið runt. Umhugsaðu at flyta av landinum At byrja við var Eyðun Hansen glaður fyri, at hann búði í Føroyum, tí trygdarnetið her er betri enn í so nógvum øðrum londum. Men tá man hevur almenna hjálp fyri neyð­ini, er tað ikki lukkuligt at búgva í Føroyum, sigur hann. – Kona mín og eg hava fleiri ferðir umhugsað at flyta til Dan­ markar. Har hevði eg fingið nógv, nógv betri hjálp, sigur hann. Danskir serfrøðingar hava sagt, at Eyðun Hansen er 110% av­ lamin, og tey mæla tí til, at hann fær stuðul døgnið runt, men Almannaverkið metir at støðan hjá Eyðun er so mikið batnað, at hann ikki longur hevur tørv á so nógvum stuðli. – Vit hava mett, at hesin borg­arin er batnaður so mik­ ið, at hann í størri mun kann klára seg við minni tænastu, sigur Hallur Thomsen. Eyðun Hansen er batnaður. Við hjálpartólum megnar hann í dag sjálv­ur at skeinkja sær kaffi og eis­ini fær hann skrivað á teldu. Men alt annað má hann enn hava hjálp til. Hann kann ikki fáa sær mat sjálvur. Hann kann ikki fara á ves. Hann kann ikki leggja seg. At fara út um hurðina sjálvur er ikki hugs­andi. Vit hyggja altíð eftir, um borgarin, sum hevur tørv á hjálp, hevur nøkur avvarð­ andi at hjálpa sær. Hetta er ein partur av tí heildar­meting vit gera, tá vit áseta stuðuls­tímar. At siga, at vit út­ nytta nakran, er ikki rætt« Hallur Thomsen ALMANNAVERKIÐ VÍSIR ØLLUM ÁKÆRUM AFTUR Tá ein borgari kemur illa fyri og hevur tørv á hjálp frá tí almenna, stendur Almannaverkið til reiðar at hjálpa. Soleiðis sigur depilsstjórin leiðarin á Viðskiftadeplinum, Hallur Thomsen. Men ikki allir borgarir eru líka nøgdir við arbeiðsgongdina á Almannaverkinum MYND: BIRGITH LASSEN Eyðun Hansen Hallur Thomsen, upplýsir at Almanna­ verkið sum meginreglu ikki úttalar seg um konkret borgaramál, men at hetta er gjørt við fulltrú frá Eyðun.