hósdagur 28. apríl 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016
SOSIALURIN 49
15
Ynskir fleiri stuðulstímar
Eyðun Hansen fær líka sum allir
aðrir invalidir borgarir í Føroyum
tvey sløg av hjálp; Røktarhjálpin
kemur frá kommununi, og syrgir
fyri at Eyðun fær mat, kemur í
klæði, sleppur úr songini og slepp
ur á ves. Stuðulshjálpin kemur har
afturímóti frá Almannaverkinum
og skal syrgja fyri, at hann hevur
ein innihaldsríkan gerandisdag, og
at hann kann gera tað, hann hevur
hug til.
At eg eri blivin nógv betri fyri
seinastu fýra árini, merkir bara at
eg ikki havi líka nógvir røktartímar
fyri neyðini. Eg havi fingið játtað 40
tímar um vikuna frá Kommununi,
so røktarin kann koma, tá eg havi
tørv á at fara á ves til dømis. Men
eg havi slett ikki brúk fyri 40
tímar um vikuna. Tað er alt ov
nógv. Tað er fleiri stuðulstímar,
eg havi brúk fyri, man tað heldur
Almannaverkið ikki, at eg havi
tørv á, sigur Eyðun Hansen, sum
hevði ynskt at hann fekk minst
tað dupulta í stuðulshjálp frá Al
mannaverkinum.
– Eg skilji væl, at man sum
invalidur verður frustreraður
av, at man ikki kann sleppa út,
tá man hevur hug. Her burdu
Almannaverkið og VEKS (red:
kommunalt røktarsamstarv fyri
ávísar kommunir – herundir
Vestmanna) kanska samstarva
betur, sigur Hallur Thomsen, leið
ari á Viðskiftadeplinum.
Hann vísir samstundis aftur, at
Almannaverkið ikki tekur tilmæl
ini frá serfrøðingum í álvara.
– Vit lurta altíð eftir serfrøð
ingum, tá vit taka avgerðir sigur
hann. Almannaverkið ger eina
heildarmeting av málinum, har
øll støðan hjá borgaranum verður
lýst, herundir hvat serfrøðingar
siga. Oftast fáa vit fleiri ser
frøðingametingar, sigur Hallur
Thomsen.
Men hví sær man tá dømir um,
at Almannaverkið játtar nógv færri
tímar, enn hvat serfrøðingar mæla
til?
– Tað eru tað nógvar orsøkir til,
Eitt nú kann tað koma fyri, at vit
eru ósamd í tí, serfrøðingarnir siga.
Almannaverkið hevur sjálvsagt
eisini nakrar fíggjarligar karmar at
halda seg innan fyri, greiður Hallur
Thomsen frá.
Almannaverkið fær
hjálp frá avvarðandi
Eyðun Hansen, sum er 110% avlamin,
er vísur í, at Almannaverkið hevur
avgjørt at skerja stuðulstímarnir, tí
kona hansara arbeiður 25 tímar um
vikuna og tí hevur góðan møgu
leika at vera heima og passa seg.
– Tað tekur hart uppá Lindu
(red: kona til Eyðun Hansen), at
hon skal vera so bundin at mær.
Hon skal venda mær tvær ferðir
hvørja nátt, og um hon skal møtast
við vinkonum, skal hon fyrst
syrgja fyri, at onkur annar kann
passa meg. Eg haldi ikki, tað er í
lagi, at Almannaverkið á hendan
hátt útnyttar avvarðandi hjá mær
fyri at sleppa undan at geva mær
stuðul, greiður Eyðun Hansen frá.
– Vit hyggja altíð eftir, um
borgarin, sum hevur tørv á hjálp,
hevur nøkur avvarðandi at hjálpa
sær. Hetta er ein partur av tí
heildarmeting vit gera, tá vit áseta
stuðulstímar. At siga, at vit útnytta
nakran, er ikki rætt, sigur leiðarin
á Viðskiftadeplinum.
– Vit eru altíð hørm, um ein
borgari heldur, at vit ikki gera
okkara arbeiði nóg gott. Vit veita
árliga hjálp til 17.000 føroyingar,
og vit leggja okkum eftir at
gera øll nøgd, sjálvt um tað
til tíðir er trupult, heldur
Hallur Thomsen
Men heldur Hallur
Thomsen, at Almanna
verkið virkar sum tað
skal?
– Ja, men samstundis
kann Almannaverkið
altíð blíva betri, sigur
hann.
BIRGITH@SOSIALURIN.FO
» Hvørja ferð eg havi biðið
Almannaverkið um hjálp, hevur
tað tikið millum tríggjar og tólv
mánaðar at fáa svar frá teimum.
Tað er tað ringasta«
Eyðun Hansen
Hallur Thomsen,
depilsstjórin leiðarin
á Viðskiftadeplinum