hósdagur 28. apríl 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016
SOSIALURIN 49
16
TEMA Almannaverkið
Jón Holm
YNSKI IKKI FYRI MÍN
VERSTA FÍGGINDA
– Tað er ómetaliga strævið, tí tað gongur so seint hjá tí almenna. Tey áttu at sagt
»Slappa av, tú ert í tryggum hondum nú.« Í staðin er tað, sum ein verður sleptur upp
á fjall, sigur Jón Holm, sum kleimdi hondina millum tvær bingjur í arbeiðsvanlukku
DANJAL AV RANA
9. januar 2014 er Jón Holm til
arbeiðis á Skipafelagnum Føroyar,
sum hann hevur verið seinastu 12
árini. Lossingin gekk væl hetta
kvøldið, og nú vóru tvær bingjur
eftir at seta upp á pláss. Tann
fyrra verður sett niður á dekkið, og
ætlanin er at seta seinastu bingj
una upp á hesa fyrru.
Sum so mangan fyrr stendur
Jón Holm niðri á dekkinum og veg
leiðir kranføraran. Alt gongur eftir
ætlan, og sum vant steðgar kran
førarin á, beint áðrenn bingjan
skal setast upp á pláss, fyri at fáa
ringasta sveiggið úr trossanum.
Jón Holm rópar upp til kranfør
aran, at hann fer upp á at føra
bingjuna upp á pláss, men kran
førarin misskilir.
Meðan hann fer aftur um bingj
una og byrjar at klatra upp á, byrjar
kranførarin at lora bingjuna.
Hann hevði júst sæð Jón Holm á
dekkinum og tað fall honum ikki
inn, at Jón Holm nú var á veg upp
á bingjuna.
Jón Holm hevur júst tikið høgru
hond upp í lásið oman á bingjuni, tá
kranførarin lorar bingjuna niður,
og hon læsir seg í hini trý lásini.
Jón Holm rópar upp og biður hann
lyfta bingjuna. Tríggir fingrar lógu
kleimdir millum bingjurnar og
vóru soraðir í spønir.
Fyrstu tríggjar mánaðirnar gekk
hann við seks stálstongum í hond
ini fyri at halda fingrunum upp á
pláss, men endurvenjingin aftan
á, gav eingi serlig úrslit. Tá vísti
tað seg, at spengurnar, sum skulu
liggja hvør sínu megin fingrarnar,
høvdu lagt seg oman á hvørja aðra
og vóru voksnar saman.
Loysnin var ein nýggj skurðvið
gerð og so aftur í endurvenjing.
Daman hevur borið stríðið
15 mánaðir eru farnir síðani óhapp
ið, men enn eru eingi útlit fyri, at
Jón Holm verður arbeiðsførur
aftur í bræði. Fyrsti liður í lítla
fingri er burtur, so fingurin er
stívur. Longutong og fremstifingur
kunnu boyggjast nógv, men ikki
heilt inn í lógvan. Framgongdin í
endurvenjingini er steðgað upp,
talan er um møguliga at fremja eina
nýggja skurðviðgerð og í 2017 skal
Jón Holm aftur til endurmeting hjá
einum lækna.
– Tey í ergoterapiini hava gjørt
eitt fantastiskt arbeiði, men hondin
vil ikki longur gera tað, sum eg vil,
sigur Jón Holm.
– Tað hevur verið eitt hart stríð
síðani óhappið, og tað er einans
takka verið góðum stuðuli frá
familjuni og damuni, at eg eri
komin somikið væl fyri meg. Tú
skalt minnast til, at í sjey mánaðir
fekk eg einki gjørt. Daman hevur
tí stríðst fyri at fáa endarnar at
røkka saman og hevur átikið sær
eitt starv afturat. Hon hevur alla
rós uppiborna, sigur hann.
Jón Holm sigur, at tað hevur
verið strævið at læra seg at liva
við hesum.
– Eg havi verið ein Speedy
Gonzales, altíð rokast við onkrum í
fullari ferð, altíð megna alt sjálvur.
Nú err nógv, sum eg ikki megni
longur. Høgra hondin er nógv
veikari enn hin. Lítlifingur er mest
sum bara til fortreð, eg fái ikki latið
hondina aftur, so eg fái heldur ikki
borið smá ting í nevanum. Tað er
nógv, sum eg eri noyddur at biðja
um hjálpt til nú, sigur Jón Holm,
sum tó sigur, at tað er ein vanasak,
at venja seg við óføri og at tað sjálv
andi tekur tíð.
– Tað er ringt at góðtaka, at eg
ikki longur kann gera sum eg vil,
sigur hann.
Skipafelagið hevur eisini
verið honum hollur stuðul síðani
óhappið.
– Tað hevur verið eitt gott ar
beiðspláss í 12 ár og eisini síðani
óhappið. Eg havi verið og spurt,
um eg kann sleppa at koyra trukk,
so tað geri eg nakrar tímar av og
á. Eg troyttist tó skjótt í hondini,
so tað eru ikki langar løtur, eg eri
til arbeiðis. Men tað er ómetaliga
deiligt at koma út, hitta starvs
felagar og vera ein partur av onkr
um, heldur enn at sita og lúnast
heima, sigur hann.
Ynski ikki fyri mín
versta fígginda
Meðan hann hevur alt rós at bera
familjuni, damuni og Skipafelag
num, hevur hann lítið gott at bera
almennu myndugleikunum.
– Tað er ómetaliga strævið, tí
tað gongur so seint hjá tí almenna.
Tey áttu at sagt »Slappa av, tú ert
í tryggum honum nú.« Í staðin er
tað, sum ein verður sleptur upp á
fjall. Eg havi hús og heim at taka
mær av, men má stríðast við tað
almenna fyri at fáa ta hjálp, eg havi
krav upp á. Tað kann ikki bera til,
at fólk sum koma illa fyri, skulu
renna frá Peri til Pól. So brádliga
hevur onkur gloymt at senda eitt
skjal og so fært tú einki útgjald í
tvær vikur. At enda í klørnum hjá
tí almenna ynski eg ikki fyri mín
versta fígginda, sigur hann.
Jón Holm fer nú at royna nýggj
ar leiðir.
– Eg má sleppa at gera okkurt,
eg kann ikki bara sita heima. Tí
havi eg nú søkt inn á kokkaskúla
í Klaksvík. Eg havi fingið mær ser
amboð, sum eg kann nýta, so sum
knívar og annað, so eg eri spentur
at síggja, hvussu tað fer at gagna.
Spurningurin er tó, um hondin
hevur orkuna til tað, tí eg merki, at
eg gerist skjótt troyttur í hondini,
sigur Jón Holm.
Hann ber tó ikki kranaførara
num agg.
– Eg havi framvegis 100 prosent
álit á honum og hevði gleðiliga fari
til arbeiðis við honum í morgin, um
tað skuldi verið, sigur Jón Holm.
Jón Holm hevur alt rós at bera familjuni,
damuni og Skipafelagnum, hevur hann lítið
gott at bera almennu myndugleikunum
PRIVATMYND
MYND: ÁLVUR HARALDSEN