hósdagur 28. apríl 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016
SOSIALURIN 49
17
VIT MUGU TAKA
HETTA Í ÁLVARA
Eyðgunn Samuelsen tekur tað í størsta álvara, tá borgarar eru ónøgdir
við tænastuna hjá Almannaverkinum. Hon sigur, tað er umráðandi, at
taka trupulleikarnir í álvara, og hon sigur seg vita eina góða loysn
BIRGITH LASSEN
T
að allar týdningarmesta
er, at borgarin fær góða
tænastu, sigur Eyðgunn
Samuelsen, Landsstýris
kvinna í Almannaráðnum. Tí tekur
hon tað í størsta álvara, tá tveir
borgarir standa alment fram í
Vikuskiftis Sosialinum og fortelja,
at teir kenna seg sviknar.
– Eg haldi, at Almannaverkið í
høvuðsheitum ger eitt gott arbeiði.
Men tað liggur eitt stórt trýst á Al
mannaverkinum. Bæði frá borgar
unum, men eisini er Almanna
verkið undir stórum fíggjarligum
trýsti. Tí eru tað óivað summi
ting, sum kundu verið betri, sigur
Landsstýriskvinnam. Hon leggur
afturat, at tá tað eru trupulleikar
í Almannaverkinum, er tað týdn
ingarmikið, at trupulleikarnir
verða tiknir í álvara – og tað verða
teir, slær Eyðgunn Samuelsen fast.
Tá fleiri borgarar ákæra Al
mannaverkið fyri at svíkja, er
kanska okkurt galið í skipanini.
Hóast Eyðgunn Samuelsen heldur,
at Almannaverkið í høvuðsheitum
ger eitt gott arbeiði, hevur hon eina
loysn uppá teir trupulleikarnar,
sum kunnu stinga seg upp, tá fleiri
almennir myndugleika skullu sam
starva. Landsstýriskvinnan sigur
nevniliga, at hon vil umskipa nakr
ar av teimum tænastunum, sum
Almannaverkið veitir.
– Vit eiga at umskipa mátan,
vit veita tænastur. Eg haldi, at
allar tænastur, sum hóska seg til
hetta, eiga at verða skipaðar eftir
tí góðu tilgongdini, sigur Eyðgunn
Samuelsen. Tann góða tilgongdin er
eitt átak hjá Almannaráðnum, sum
skal syrgja fyri, at børn við autismu
og teirra avvarðandi fáa skipaða og
greiða tænastu. Hetta merkir, at
almennu myndugleikarnir í størri
mun skulu samstarva.
– Hetta sum vit hava gjørt fyri
børnum við autismu snýr seg um,
at hvør familja fær ein kontakt
persón. Tey skulu sostatt ikki í
gjøgnum fleiri ymsar hurðar fyri
at fáa ta hjálpina, tey hava rætt til,
greiður Landsstýriskvinnan frá.
Men tað fer tó at taka
tíð at umskipa so nógv øki.
– Í fyrstu atløgu hava
vit umskipað autismuøkið.
Men vit eiga at taka fatur á
øll tey økini, sum hóska til hesa
umskipan, sigur hon.
Almenn ábyrgd skal
ikki liggja á familjuni
Almannaverkið roynur í dag at
finna útav, hvussu borgarin í
størsta mun kann klára seg sjálvan
heima við hús.
– Vit siga: Er tað nakað, tit
kunnu klára sjálvi, so hjálpa vit
tykkum til tað, sigur Eyðgunn
Samuelsen.
– Sjálvandi er tað rímiligt, at
familjan hjálpur til. Men man skal
aldrin taka almenna ábyrgd og
leggja tað á familjuna hjá tí borg
aranum, sum tørvar hjálp, sigur
hon. Er tað nakar sum følir, at tað
almenna svíkur, so er tað okkara
ábyrgd og vit fara at taka okkum av
tí, lovar Landsstýriskvinnan
Eyðgunn Samuelsen leggur
aftrat, at hon kennir ikki til ítøki
ligu málini, og tí kann hon ikki út
tala seg um tað.
Eyðgunn Samuelsen
kennur ikki til málini
hjá Eyðuni Hansen og
Jón Holm, og tí kann
hon ikki úttala seg um
tey ítøkiligu málini
Eyðgunn Samuelsen,
Landsstýriskvinna í
Almannaráðnum
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
Eyðgunn Samuelsen