hósdagur 28. apríl 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016
SOSIALURIN 49
18
Matgerð
– Sjálvt gularótin kann verða lekkur um hon verður klødd rætt!
TJÓÐHILD PATURSSON
E
g havi hoyrt summar nóls
oyingar kalla meg gula
rótin, og fríggjakvøldið
vóru nøkur, ið mundu
skrædnað av øllum gularótunum
vit høvdu fylt í okkara tvíflísar
– tey lótu tó væl at smakkinum
(við VIT meini eg ‘vit á Kunn
ingarstovuni í Nólsoy’ – ja, vit eru
ein Kunningarstova , ið ger mat,
einaferð finna vit kanska uppá
eitt navn til caféina;) ). Tað er, sum
um at nólsoyingar (og óivað nógv
onnur við teimum) hava eina fatan
av, at tað at eta gularøtur er keði
ligt, og bert nakað fyri tey ið vilja
klænka seg. Eg haldi, at gularótin
ofta er misskilt, vit eru øll von við
yvirkókaðar gularøtur, ella enn
verri, gularótastavar við onkrum
keðiligum dippi afturvið… men
gularøtur kunnu vera so nógv
annað! Gularøtur kunnu virka
sum boðberar fyri eina rúgvu av
smakki, og tær eru lættar at lata
í ein ham av øllum góðum. Og
DRESSINGURIN er lykilin til hetta
hamskiftið.
Ja, tað ræður bara um at klæða
hana rætt. ‘Dress it up’ stendur ofta
at lesa á ensku matbloggunum. Í
síðstu viku skrivaði eg eina grein
um, hvussu tú kanst eta salat til
døgurða, í teirri vegleiðingini leggi
eg dent á týdningin av einum
góðum dressingi, og heitti á fólk
at googla seg fram til nakrar
góðar dressingar , tey kunnu
gera sær niðurfyri. Tað skal ikki
nógv googling til at síggja, at allar
flestu dressingar eru samansettir
av hesum byggisteinum: feitt, salt,
súrt og søtt. Skilir tú hetta, so syftir
tú lættliga dressingar saman, og
flytir gularótina frá svøltikosti til
luksus lunsh.
MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON
Í HAMSKIFTI
Dressingur av olivenolju, balsamico edikki og hunangi. 10 spsk
av olju, 3 spsk av balsamico edikki, 1 tsk av hunangi og 1 nips av
salt. Dressingurin hóskar ógvuliga væl til simpul grøn salat.
Cashew-Basilikum dressingur. Hevur tú ein góðan blendara, so
ber til at gera kremuttan dressing úr nøtum. Minnst bara til at
lata nøtirnar standa á blot áðrenn - hetta ger tær lættari at sodna,
umframt at dressingurin verður kremutari. Til hendan dressingin
havi eg brúkt, 100 gr av cashewnøtum (stóðu á blotter í 30 min,
4 tímar ella meira er betur), 1 neva av basilikum, 1 nips av salti, 3
spsk av sitrón, eitt sindur av sitrónskali og eitt sindur av vatni -
so nógv at dressingurin verður so flótandi,sum tú vilt hava hann
(eg plagi at koyra vatn í til cashewnøtirnar eru undir í vatni).
Blenda væl í blendara ella við stavblendara. Dressingurin hóskar
væl út yvir døgurðasalatið (les seinasta vikuskiftis-sosial ;) )
Ein basilikum-planta í vindeygakarminum er gull verd! Veruliga. Hendan
hevur yvirlivað veturin, og veksur saman við einum abrikostræð. Hevur
tú onga basilikumplantu, men eigur eitt tómt vindeyga, so er bara at
fara í gongd. Basilikum er nakað av tá lættasta at sáa – og at eta ;)