hósdagur 28. apríl 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016
SOSIALURIN 49
19
Salat
dressingur
– ein vegleiðing:
Soleiðis gert tú ein góðan
salatdressing, sum kann fáa
ALT – ja, sjálvt rivnar gularøtur
– at smakka himmalskt. Hevur
tú altíð ein góðan dressing í
kuldaskápinum, so er skjótt til
tað næsta góða salatið.
1. FEITT: Jú, tað ber sjálvsagt
til at gera dressing uttan feitt;
men tað er so at siga ógjørligt
at gera góðan dressing uttan
feitt. Eg brúki oftast: olju,
nøtir, nøtusmør ella róma
(sunnudag ;) ).
2. SALT: Salt skal til fyri at fáa
dressingin at smakka. Oftast
brúki eg vanligt salt, men av
og á brúki eg soya ella miso
– tað gevur ein øðrvísi, men
góðan, smakk.
3. SÚRT: Dressingur skal ikki
vera (ov) súrur, men eitt
sindur av súrum skal til fyri
at viga upp ímóti tí feita og tí
søta. Eg brúki oftast sitrón,
súrar appelsinir, balsamico
edikk ella súrepla edikk.
4. SØTT: Flestu okkara elska
søtt, og hitt søta kann fá
næstan alt at smakka betur.
Nøtur eru ofta søtar í sær
sjálvum, serliga mandlur og
cashew-nøtir, so tá er ikki
neyðugt at koyra nakað
annað søtt í dressingin. Tað
søta eg oftast brúki er: søtar
nøtir, turkað frukt, sukur ella
hunangur.
5. SMAKKURIN: Gloym ikki
smakkin. Oftast kemur hann
av sær sjálvum gjøgnum tað
feita, tað salta, tað súra og tað
søta, men av og á er lekkurt
at koyr onkran eyka smakk í.
Eg brúki oftast: Kryddurtir,
sitrusskal, hvítleyk, ingifer,
turkað kryddarí, fryst ber ella
sólturkaðar tomatir.
Hatta var vegleiðingin, so nú
er bara at fara í gongd. Undir
myndunum her á síðuni eru
uppskriftir uppá tey trý sløgini
av dressingi eg havi gjørt til
kuldaskápið hesa vikuna.
Lova børninum at vera við at gera
mat – strævið men stuttligt! At rista
dressingin, tá ið hann ER komin í
ílatið er akkurát tilpass ósvansut ! ;)