hósdagur 28. apríl 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016
SOSIALURIN 49
22
M
illum føroyingar eru
spurnarkappingar
sera væl umtóktar.
Nógvar pubquiz´ir
eru kring landið alt árið, og Kring
varp Føroya hevur havt eina væl
umtókta spurnarkapping, sum
Gunnar Nolsøe hevur staðið fyri
størsta partin av hesari øldini.
Rás2 hevur eisini eina væl umtókta
firmakapping – spurnarkapping –
millum arbeiðspláss. Fyrstu árini
millum 2008 og 2013, og so aftur
nú í 2015 og 2016. 18 fyritøkur hava
kappast hesaferð, og eru tað tað
tvær kendar fyritøkur, sum hava
vunnið seg í finaluna, sum verður
fríggjadagin klokkan 15.30, bein-
leiðis á Rás2, sum hoyrist á midlar.
fo, á FM 88,7, FM 95,9, og á FM 98,7.
Svend Krosstein og Bygma Balslev,
sum eru tvær kendar fyritøkur,
sum hava nógv ár á baki fara at
kappast í finaluni. Vinningurin til
vinnandi fyritøkuna er ein starvs
fólkatúrur fyri 12 fólk við RIB62, har
farið verður út til Koltur ein spenn-
andi túr. Umframt vinningin fær
vinnandi fyritøkan æruna at verða
klókasta fyritøkan í landinum. Í
finaluni har liðini verða beinleiðis
ígjøgnum á Rás2, fáa tey seks
spurningar í part um ymisk evni.
Úrslitini í firmakappingini hjá Rás
hava higartil verið hesi. Tað ber til
at fáa eitt maksimumtal uppá 24
stig pr. kapping:
Tvær kendar fyritøkur í høvuðsstaðnum kappast í finaluni í firmakappingini
– spurnarkappingini – hjá Rás2, fríggjadagin klokkan 15.30
KLÓKASTA FYRITØKAN
VERÐUR FUNNIN Á RÁS2
FRÍGGJADAGIN
Vinnandi fyritøkan vinnur ein starvsfólkatúr
fyri 12 fólk við RIB 62 út í Koltur
Úrslitini í 1. umfari:
Maria Poulsen á Hálsi - Magn 8-7
Selmar Nielsen Arkitektar - Sendistovan 13-12
Kaj Andreasen - Vodafone 21-23
MEST Skála - Tryggingarfelagið Føroyar 11-24
Vágatunnilin-SPEKT 9-17
Bilasølan-Jepsen 23-12
Bygma Balslev-Pizza 67 16-14
Málingahandilin-Klaksvíkar kommuna 23-15
P/F Svend Krosstein-Sløkkiliðsstøðin í Havn 24-16
Úrslitini í 2. umfari :
Maria Poulsen á Hálsi-Selmar Nielsen arkitektar 16-14
Vodafone-Tryggingarfelagið Føroyar 10-19
Spekt-Bilasølan 19-15
Bygma Balslev-Málingahandilin 18-16
(Svend Krosstein fór víðari til 3. umfar aftaná
lutakast.)
Undanhálvfinala: Tryggingarfelagið Føroyar-Svend Krosstein 14-15
Hálvfinala 1: Spekt-Bygma Balslev 16-18
Hálvfinala 2: Svend Krosstein-Maria Poulsen 18-12
Triðja árið á rað verður skipað fyri
1. mai-haldi í Vestmanna. Tiltakið
verður sunnudagin klokkan 16.00
– og hesaferð á sonevnda »Reyða
Torginum« í Vestmanna.
Røðarar verða Høgni Hoydal,
landsstýrismaður, og Hanus
Kamban, rithøvundur.
Vestmanna Hornorkestur fer
at spæla.
Hini bæði árini frammanundan
hevur 1. mai-haldið verið í gomlu
sýslumanshúsunum, men tað vóru
so nógv, ið komu at lýða á, at tað
var ov trongligt innandura.
»Reyða Torgið« er væl hóskandi
til almenn tiltøk, og har er eisini
vanligt at koma saman, tá jólatræið
verður tendrað.
Ein kaffimunnur verður at fáa í
ungdómshúsinum Staðnum beint
yvirav.
Øll eru hjartaliga vælkomin,
siga Vestmanna Arbeiðarafelag
og Norðstreymoyar Javnaðarfelag,
sum skipa fyri.
Høgni Hoydal og Hanus Kamban
røða 1. mai í Vestmanna
TÍÐINDI