Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016 SOSIALURIN 49 23 KLUMMAN Barbara Holm Menniskju sum brikkar í einum spæli »Tit eru betur enn spælið« skrivaði ein facebook brúkari til ávísar løgtings­limir týskvøldið, tá ið broytingin í hjúna­ bandslógini var til 2. Viðgerð í løgtinginum. Tinglimirnir, sum fingu boðini, eru uttan iva fyri, at geva samkyndum somu rættindi sum vit onnur. Men spælið kravdi, at teir atkvøddi ímóti. Spælið, sum nú loksins sær út til at nærkast endanum, hevur verið í gongd í fleiri harrans ár. Stríðið um hesi rættindi og onnur rættindi við, hava fylgt politisku dagskránna og kjakið millum manna, síðani §266b á sinni varð tikið fram í politiska landslagnum. Tá var tað ein maður, sum var álopin í býnum orsaka av sínari seksuellari orientering, sum var orsøk til kjakið. Men mangan tykjast vit øll at gloyma, at hetta snýr seg í veruleikanum slett ikki um juridisk rættindi ella fyri og ímóti. Hetta snýr seg um ein samfelagsbólk. Okkara brøður og systrar, sum seinastu árini hava verið offur fyri stríð, klandur og lógarsmíðið tá tað er skitnast. Tað vóru tey eisini, tá ið uppskot um at broyta hjúnabandslógina var fyrstu ferð til 2. Viðgerð – fyri síðani at vera beint aftur í nevnd. Tey sótu har á áskoðaraplássunum í tinginum – samkynd, teirra familjur, vinir, kenningar og stuðlar. Tey sótu spent og bíðaðu. Bíðaðu eftir, hvat Heðin Mortensen og Kristin Michelsen fóru at siga. Teir báðir tóku orðið síðst. Ivaleyst tí tað er mest spennandi, at vera sentrum sum longst. Og fyri okkum, sum bara eru áhugað í tí politiska spælinum, var tað eisini spennandi at bíða eftir, hvat teir báðir søgdu. Tungurnar á vágskálini – ella tungan, so tættir teir báðir tykjast. Eg var í Løgtinginum tá uppskotið varð beint aftur í nevnd seint um kvøldið. Eg sá tey fólkini, sum vóru brúkt sum brikkar í politiska spælinum hjá samgongu og andstøðutinglimum. Summi atkvøddi aftur í nevnd, fyri at geva samgonguni ein frammaná. Onnur gjørdu tað sum liður í einum politiskum valds­ spæli. Men fyri tey á áskoðara­plássunum var tað ikki eitt politiskt spæl. Tað var ein spurningur um viður­kenning frá landsins lóggevandi myndug­leika. Ein spurningur um at staðfesta, um hesi nú eru góðtikin her hjá okkum ella ikki. Mín størsta vón í hesum politiska spælinum er, at hesi fólkini ikki longur vera misbrúkt til at skapa spenning, óró ella okkurt annað millum flokkar ella millum samgongu og andstøðu. At tey eina stund sleppa undan at vera brikkar í tí skitna spælinum, sum politikkur er.