Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016 SOSIALURIN 49 24 SAMFELAG BARBARA HOLM E itt langt stríð um út­skift­ ing í einum haga í Froðba hev­ur nú elvt til, at Kristin Michelsen og aðrir eru sendir til innkrevjingar. Stríðið fevn­ir um herverk, kæru til Hægsta rætt, og tí, sum Umhvørvisstovan upp­livdi sum eina hóttan móti embætis­manni. – Eg kann bara siga tað, at vit upp­livdu tað so mikið álvarsamt, at vit fóru til Havnar aftur uttan at gera tað vit komu eftir, sigur Petur Nielsen, stjóri á Umhvørvisstovuni, um hendingar sum fóru fram í Suðuroy í november í 2009 – áðr­ enn hetta stríðið um útskifting, sum lesast kann um aðrastaðni á síð­uni, var komið á mál. Kristin Michelsen sigur seg ikki minnast nakað til nakrar hótt­anir, tá Sosialurin tosar við hann um málið, men serliga tveir part­ar av innanhýsis notatum hjá Um­hvørvis­stovuni vísa eina aðra mynd. – Hann spurdi um vit líktust harum, og hvat vit skuldu í hag­ anum, skrivar eitt embætisfólk á um­hvørvis­stovuni í notati. Víðari sigur sama embætisfólk, at Kristin hótti við at melda til løgregluna fyri ólógliga hagagongu. Og í einum øðrum notati, dag­ fest 9/11 2009, sum er í harutíðini, greiðir táverandi stjórin á Um­ hvørvis­stovuni frá, at Kristin Michelsen hevði ringt til sín hetta kvøldið at boða frá, at fóru starvs­ fólk frá Umhvørvisstovuni í hagan dagin eftir, so var tað undir egnari ábyrgd, og at bilar fóru at verða settir fyri at forða virkseminum. – Vanligt er, at man setur mál í bíði­støðu, tá ið man kærir víðari, sigur Kristin Michelsen í stuttari við­merking. Men sambært stjóranum í Um­ hvørvisstovuni var samrøðan millum Kristin Michelsen og við­ kom­andi starvsfólk upp­fatað sum ein hóttan móti starvs­fólkunum hend­an dagin. Sendur til inkasso Áleið 3000 krónur er tað, sum Kristin Michelsen persónliga skyldar landinum, fyri sín part av kostnað­inum av at seta mark­ ið á nýggjum í haganum í Froðba. Út­skiftingarnevndin, Yvir­ útskiftingar­nevndin og Hægsti Rætt­ur hava tikið avgerð í mál­ inum, og úrskurðurin er endaligur – útskift­ingin er staðfest. Men Kristin Michelsen og aðrir við vilja ikki góðtaka tað, sum myndug­ leikarnir siga. Nú hevur Um­ hvørvis­stovan eftir øllum at døma fing­ið nóg mikið, og tí er málið sent til inkasso. – Freistin er ikki úti enn, so eg vil ikki siga, at eg ikki fari at gjalda, sigur Kristin Michelsen í stuttari við­merking. BARBARA@SOSIALURIN.FO »Eg kann bara siga tað, at vit upp­livdu tað so mikið álvarsamt, at vit fóru til Havnar aftur uttan at gera tað vit komu eftir« EMBÆTIS- FÓLK FØLDU SEG HÓTT Umhvørvisstovan Stríð um hagapartar í Froðba Ein av sentralu persónunum í stríðnum um útskiftingina í Froðba er Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri og løgtingslimur. Hann er nú sendur til innkrevjingar, og áður hava embætisfólk á Umhvørvis­stovuni følt seg hótt av løgtingsmanninum Petur Nielsen, stjóri á Umhvørvisstovuni Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri SAVNSMYND