hósdagur 28. apríl 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016
SOSIALURIN 49
25
Eitt langt stríð um útskifting í einum haga í
Froðba syngur nú sítt seinasta vers. Tað, sum
byrjaði sum eitt ynski um útskifting í 90’unum,
endar nú við, at Kristin Michelsen og aðrir
eru sendir til innkrevjingar, tí teir sýta fyri
at rinda tað, sum er teimum álagt sambært
lógini. Stríðið fevnir um herverk, kæru til
Hægsta rætt, og tí, sum Umhvørvisstovan upp
livdi sum eina hóttan móti embætismanni
Áralangt stríð
elvdi til hóttanir
og herverk
BARBARA HOLM
Í 90’unum vildu nakrir haga
ánarar í Suðuroynni at fremja
tað, tey kalla útskifting. Tað
merkir, at hagapartar verða
merktir upp av nýggjum –
kanska tí eigararnar vilja sleppa
at býta hagarnar sundir. Men
ónøgd var um hetta, og serstak
liga Kristin Michelsen og aðrir
við vóru ímóti broytingini, og tí
hendi einki í fyrstu atløgu.
Fyrst í hesu øldini varð tó
roynt aftur, og hesaferð gekk
betur. Málið gongu sína gongd
og útskiftingarnevndin verður
sett at gera av, júst hvussu
hetta skal gerast. Formaðurin
í útskiftingarnevndini er land
málari frá Umhvørvisstovuni,
og aftrat honum sita tvey um
boð í nevndini, sum landsstýrið
hevur valt.
Niðurstøðan var greið – út
skiftingin varð framd. Men
hetta vilja Kristin Michelsen og
aðrir ikki góðtaka. Málið verður
tí kært til Yvirútskiftingar
nevndina, sum kemur til áleið
somu niðurstøðu, eftir nakað
av mekling aftur og fram. Men
hesaferð varð niðurstøðan eis
ini tikin uttan semju millum
partarnar.
Besta harutíð
Vit eru nú í 2009, og Umhvørvis
stovan fer suður á Tvøroyri at
gera sítt arbeiði – nevniliga
at seta nýggjar markapelar
og steinar í, so úrskururin hjá
Yvirútskiftingarnevndini kann
fylgjast.
Komin suður ringir eitt av
starvsfólkunum hjá Umhvørvis
stovuni til Kristin Michelsen
fyri at boða frá, at nú verður
farið í hagan, eins og niður
støðan áleggur.
»Líkast tit harum?«, spurdi
Kristin Michelsen í horninum.
Kristin og aðrir gingu hesar
dagar í haganum og skutu
harur, og starvsfólkið hjá Um
hvørvisstovuni metti hetta sum
eina beinleiðis hóttan.
Starvsfólkini frá Umhvørvis
stovuni gera av at fara norður
aftur til Havnar uttan at gera
meira við málið.
Í 2010 gongur betri hjá Um
hvørvisstovuni. Um hetta
mundi hava Kristin Michelsen
og aðrir kært niðurstøðuna frá
Yvirútskiftingarnevndini til
Hægsta Rætt, og Umhvørvis
stovan hevur fingið skrivliga at
vita frá dómstólinum, at stovn
urin kundi innføra niðurstøðuna
frá Yvirútskiftingarnevndini,
hóast málið nú lá hjá Hægsta
Rætti.
Umhvørvisstovan setur tí
mark av nýggjum uttan uppí
blanding frá pørtunum, og stutt
eftir avvísur Hægsti Rættur
málið, og sostatt er tað endaligt.
Herverk og innkrevjing
Á sumri 2011 var tó aftur galið.
Hesaferð fekk Umhvørvisstov
an fráboðan um, at herverk
var framt á markapelar og
markasteinar í haganum, og tí
var vónleyst at meta um, hvar
markið gekk.
Eftir at Umhvørvisstovan
hevði dokumenterað hending
ina, varð avgerð tikin um at
melda. Men tvey ár seinni kom
niðurstøðan – tað bar ikki til at
finna prógv uppá, hvør hevði
framt hetta álvarsama brot. Og
jú, álvarsamt er tað, tí revsingin
er upp til 4 ára fongsulsrevsing.
Síðsta vers í hesum drúgva
málið verður nú sungið við tað,
at Kristin Michelsen og onnur
við eru send til innkrevjingar, tí
sambært lógini eiga hagaánarar
at rinda helmingin av tí tað
kostar at fremja eina útskifting
í verki. Tað eru smápengar vit
tosa um, men kortini tykist
málið verða komið so langt, at
tað nú er talan um prinsippmál
fyri bæði Umhvørvisstovuna og
fyri teir ánarar, sum ikki vilja
rinda rokningina.
Froðba
Telefonsamrøða.
9/11-9 fóru vit suður, at seta tey nýggju markini í Froðba.
Komnir suður ringdi eg til harumennirnar, at boða teimum at vit fóru í hagan dagin eftir.
Fekk fatur á skeivum manni, hann hevði ikki keypt hagan í ár, men tað hevði Kristin Michelsen.
Greiddi Kristini frá, at vit ætlaðu okkum í hagan og vildu ikki verða til ampa og vildu ikki verða
skotnir. Hann spurdi um vit líktust harum og hvat vit skuldu í haganum. Tað fekk hann so at vita.
Hann spurdi um vit ikki høvdu fingið eitt skriv. Eg segði so var. Vit høvdu fingið eitt skriv um
fráboðan um stevning inn fyri hægstarætt. Mær vitandi var ikki stevnt. Hann spurdi um eg ikki sæð
dómin og at har stóð at kærufreist var fýra mánaðar. Eg segði, at eg hevði sæð dómin, men helt ikki
at tað stóð nakað um kærufreist í dóminum, annars dugdi eg ikki dómin ræði. Kristin segði at
útskiftingin var løgd still í kærufreisttíðini og at hann noktaði okkum at fara í hagan. Eg segði at vit
høvdu rætt at fara í hagan. Hann spurdi hvar tað stóð. Eg segði at tað stóð í lógini. Tað vildi hann
hava svart upp á hvítt og hann fór at melda okkum fyri ólógliga hagagongu, eisini ætlaði hann at
seta bilar fyri, fyri at fora.
Jógvan
Telefonnotat, sum starvsfólk hjá Umhvørvisstovuni hava
gjørt í november 2009, eftir at hava tosað við Kristin Michelsen.
Telefonsamrøðan gjørdi, at starvsfólk hjá Umhvørvisstovuni
fóru til Havnar aftur, uttan at gera sítt arbeiði
Fra:
Jákup Pauli Joensen
Til:
Petur Nielsen;
Ronnie Thomasen;
Emne:
Tlf Kristin - JPJ
Dato:
16. november 2009 17.04.23
Upprit um tlf – samrøðu viðvíkjandi marknaseting eftir útskifting á Tvøroyri
Mánakvøld tann 9. Novembur 2009 uml kl 20.30
Kristin Mikkelsen, Tvøroyri, ringdi til mín privat uml. Kl. 20.30 og gjørdi vart við,
at hann hevði skilt, at starvsfólk frá US vóru komin suður at seta mark. Hetta
undraðist hann yvir tí ein stórur partur av merkunum (17 av 24) á hagafundum
høvdu avgjørt at kæra til hægstarætt og at US hevði fingið skriv um hetta. Tí
undraðist hann á, at fari var undir at seta markið longu. Kæran til hægstarætt
skuldi gerast liðug innanfyri eina freist uppá 4 mdr og vísti hann á, at tað ikki var
rætt at fremja marknasetingina áðrenn kærufreistin var av. Kristin gjørdi eisini
vart við, at hann hevði boðað J. Frýdal frá, at fóru teir í hagan var tað undir
egnari ábyrgd. Eisini gjørdi hann vart við at vegurin í hagan var privatur og hann
høvdu teir blokkera við at seta bil fyri. Kristin gjørdi nógv burturúr at greiða frá
tí órímiligu útskiftingini og at parallelt við at teir kærdu til hægstarætt so komu
teir eisini at biða um at fáa eina nýggja útskifting framda.
Jákup Pauli Joensen
Stjóri
umhvørvisstovan
Postboks 2048, FO-165 Argir, Føroyar
tlf.: +298 342400
email: Jakuppj@us.fo
web: www.us.fo
Hugsið um umhvørvið
áðrenn hesin t-postur
verður skrivaður út
Think about the
environment before printing
this email
MYND: ÁKI BERTHOLDSEN