hósdagur 28. apríl 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016
SOSIALURIN 49
26
ÁRNI GREGERSEN
P
olitikararnir í Føroyum
hava í longri tíð sitið við
einum stórum etiskum
trupulleika, sum tey ikki
hava megnað at loysa.
Spurningurin um samkynd
skulu hava rætt at giftast hevur
klovið Føroya løgting í tveir so at
siga eins stórar bólkar og soleiðis er
tað framvegis – hóast ein atkvøðu
greiðslu undir 2.viðgerð fyrr í
vikuni endaði við 19 atkvøðum fyri
og 14 ímóti.
Hetta broytir tó onki uppá, at
hvørja ferð hesin spurningurin er
frammi, so endar alt kjak við somu
argumentum, men meira og meira
tambaði at passsa til tað, sum kjak-
ast verður um júst tá.
Í hesi vikuni hava broytingrnar
í hjúnabandslógini fyri aðru ferð
verið til 2. viðgerð í Løgtinginum.
Tað vil siga fyri aðru ferð í hesi
tingsetuni.
Talan er um eitt uppskot, sum
fýra løgtingskvinnur hava lagt
fram. Tær eru Hanna Jensen,
Framsókn, Kristianna Winther
Poulsen, Javnðarflokkurin, Bjørt
Samuelsen, Tjóðveldi og Sonja
Jógvansdóttir, uttanflokka.
Málið var eisini fyri fyri nøkrum
árum síðani, men tá fall tað.
Nú koma tað framaftur og
skapti stórar trupulleikar í sitandi
samgonguni.
Verður samgonguskjalið lisið,
so stendur har, at broytingarnar
í hjúnabandslógini er eitt etiskt
mál og sostatt kunnu samgongu
tingsfólk sjálvi avgera, hvussu tey
atkvøða í málinum.
Hetta hevur í mong ár verið
vanligt. Politisku flokkarnir hava
sagt, at er talan um etisk mál, so
eru einstøk tingfólk ikki bundin at
floksdisiplin.
Stórt trýst
Í politikki er altíð stórt trýst á
einstøk tingfólk frá áhugabólkum
og persónum.
Etiskum málini geva uppaftur
meira trýst og júst hetta málið,
sum hevur til endamáls at loyva
samkyndum at giftast, hevur givið
nógv trýst.
Nógv tingfólk siga seg hava
fingið skriv – talgild og vanlig – har
heitt verður á tey um at atkvøða
hendan ella handan vegin.
Og tær ferðirnar málið hevur
verið fyri í tinginum, hava áhoyr
arasessirnir í tingslinumv verið
fullsettir.
Nú málið var fyri aftur, var alt
koyrt upp í einn spíss.
Mánamorgunin kom fram, at
eitt broytingaruppskot var á veg
fra Heðin Mortensen, Javnaðar
flokkurin. Fyrstu løtuna visti ong
in, hvat uppskotið gekk út uppá,
men sum tað leið út á dagin kom
fram, at Heðin Mortensen skeyt
upp, at málið varð sent til fólka
atkvøðu.
Í veruleikanum kom hetta sum
ein bumba. Uppskotið kom fra
Heðin Mortensen sjálvum og hann
hevði ikki tosað við floksfelagarnar
um uppskotið.
Bíða var leingi eftir um um
sitingin í Løgtinginum helt, at
hetta málið kundi leggjast fram,
tí spurningurin var um ymiskar
formuleringar í broytingarupp
skotinum.
Men tað vísti seg, at uppskotið
kundi leggjast fram.
Og so byrjaði sjónleikurin av
álvara.
Nú kom eitt nýtt uppskot, sum
ein stórur partur av samgonguni
ikki vildi taka undir við. Flestu
teirra hildu, at tað ikki var virðiligt
at senda til fólkaatkvøðu um sam
kynd skuldu fáa borgarlig rættindi
og sleppa at giftast.
Heðin Mortensen var lagdur
undir eitt ómetligt trýst, men tað
venda vit aftur til.
Tað stuttliga var, at Heðin
Mortensen við uppskotinum um
fólkaatkvøðu tók ein trumf frá
andstøðuni, sum hevði ætlanir um
- millum 2. og 3. viðgerð – at leggja
eitt uppskot fram um, at málið fór
til fólkaatkvøðu.
Útsett mál
Tingformaðurin boðaði frá fyrra
partin, at viðgerðin av málinum
var útsett. Hetta tí bíðað var eftir
broytingaruppskotinum.
Klokkan 15 var tað so lagt fram,
men løgtingsformaðurin helt, at
tingfólk skuldu hava ein tíma at
seta seg inn í málið, so hann niður
legði tingfundin til klokkan 16.
Tá byrjaði so orðaskiftið.
Nýggjar grundgevingar vóru
ikki nógvar at hoyra, men beinan
vegin gjørdist røðaralistin langur
og til hvønn røðara var hópur av
viðmerkingum. So tað sást skjótt,
at hetta fór at blíva eitt av longru
orðaskiftunum í Løgtinginum.
Ein langur dagur í Løgtinginum, sum vísir tá ið politikkur
er bestur, men eisini tá ið hann er skitin
POLITISKT DRAMA,
HESTAHANDLAR
– OG REVAKAKUR
Í TINGINUM
POLITIKKUR
Málið um tey hjúnabandslógina
Heðin Mortensen var í brennideplinum undir allari viðgerðini