Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-28, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016 SOSIALURIN 49 27 Nú er tað soleiðis, at ein partur av politiska arbeiðnum er sjónligt og fer fram í tingsalinum. Men tað eru eisini meira duldir pallar, har avtalurnar verða gjørdar og tingfólk verða tosaði uppí lag. Hendan dagin var órógv í ting­ in­um, tí ongin hevði fulla vissu fyri, hvussu ein atkvøðugreiðsla um fólkaatkvøðu fór at enda. Hvør fór at atkvøða fyri og hvør fór at atkvøða ímóti? Í longum løtum sá tað út til, at andstøðan fór at taka undir við uppskotinum hjá Heðin Mortensen um at senda tað til fólkaatkvøðu og at samgongan hinvegin so fór at atkvøða sjálvt høvuðsuppskotið um at geva samkyndum rætt at gift­ast, ígjøgnum. Fyri tey sum standa á odda fyri samgonguni, var hetta ein torfør støða. Hóast málið var sagt at vera eitt etiskt mál og hvørt einstakt tingfólk átti at sleppa at atkvøða eftir egnari sannføring, so er málið broytt hesar fimm mánaðirnar, tað hevur verið í viðgerð. Nú er tað blivið til eitt mál, sum hevur samgonguna øðrumegin og andstøðuna hinumegin. Løgmaður hevur fleiri ferðir fast­hildið, at hetta ikki er eitt sam­gongumál, men bert við at hyggja at handfaringini og hvat andstøðan sigur, so er málið greitt nú eitt samgongu/andstøðumál. At stríð er um hetta kann virka eitt sindur barnsligt, men veru­ leikin er, at tá ið málið soleiðis skift­ir karakter, so fær tað and­ støðu­tingfólk til at aftra seg at taka undir við málinum, kann tað hjálpa samgonguni. Tað var ein av orsøkunum til órógvina í tinginum Tutl millum tingfólk fylti nógv og flestu gittu um, hvar málið fór at enda. Heðin til síðis Heðin Mortensen gjørdist mest sentrali maðurin í tinginum hendan dagin. Fyrst og fremst tí hann uttan stuðul frá nøkrum valdi sjálvur at leggja uppskotið fram um fólka­ atkvøðu. Men hann var eisini undir ómeta­liga stórum trýsti. Teir báðir Aksel V. Johannesen, løgmaður og samgonguleiðari, og Høgni Hoydal, formaður í Tjóð- veldi, vóru í tinginum allan dagin og sum dagurin leið komu eisini øll landsstýrisfólkini í tingsalin. Hetta var sjónligt prógv um, at nú mátti smgongan standa saman og málið, sum upprunaliga var lagt fram, samtykkjast. Ferð eftir ferð royndu sam- gonguleiðararnir at fáa Heðin Mortensen fyri seg sjálvan, men tað gekst illa. Sum oftast var Kristin Michelsen eisini til staðar. Kristin Michelsen fanst at samgonguni, tí hetta var lýst sum eitt etiskt mál, men bleiv eitt samgongumál. Tað helt hann ikki vera rætt. Heðin Mortensen er part­ur av formansskapinum í Løg­ting­in­ um, so hann sat leingi í for­mans­ stólinum hendan dagin. Tað undraði tingfólk, at hann onki segði, tá ið uppskotið um fólkaatkvøðu var lagt fram, men klokkan 19 sást hann á skíggjanum í Degi og Viku. Hann virkaði trýstur og segði sær sjálvum ímóti fleiri ferðir. Tað vísti seg eisini seinni, at hann var trýstur til at taka uppskotið um fólkaatkvøðu aftur. – Vit og skil og trýst á samgong­ una gera, at eg velji at taka upp­ skotið aftur, segði hann frá tingsins røðarapalli. Bjørn Kalsø segði í einari við­ merking, at Heðin Mortensen virkaði so forvirraður, at tað var gott at hann ikki tá skuldi renna eftir brúnni um Sandá. – Hann hevði neyvan funnið yvir á hin áarbakkan, segði Bjørn Kalsø. Í tingskipanini er tað soleiðis, at verður eitt uppskot tikið aftur, so kunnu onnur tingfólk kortini krevja tey til atkvøðugreiðslu. Hetta kvøldið vildi Bill Just­ inussen, at uppskotið hjá Heðin Mortensen, kortini kom til at- kvøðu­greiðslu. Hetta var gjørt millm annað fyri at fáa borgarstjóran í Havn at atkvøða ímóti sínum egna upp- skoti, sum hann eisini gjørdi. At trýstið var sera stórt sást eisini av, at smgongan royndi at gera eina sokallaða »clearings­ avtalu« við sambandið. Altso at fáa sambandstingfólk ikki at atkvøða fyri fólkaatkvøðuni, so Heðin Mortensen slapp undan at atkvøða móti sínum egna uppskoti. Hetta miseydnaðist – eisini tí at nú er talan um eitt samgongu/ andstøðu uppskot. Við 2. viðgerð samtykti Løg- tingið at geva samkyndum loyvi at giftast. 19 atkvøddu fyri – 14 ímóti. Endaliga viðgerðin er í dag. Aksel V. Johannesen, samgonguleiðari, var í tingsalinum allan dagin Eisini Tjóðveldi við Høgna Hoydal á odda legði trýst á fáa málið samtykt SKERMMYND KVF