Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-28, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016 SOSIALURIN 49 28 Justin Timberlake og Janet Jackson eiga nokk mest minniligu løtuna í hálvleiksundirhaldinum á Super Bowl 39, men sambært Billboard Magazine, eigur Prince bestu framførsluna, tá hann framførdi í hálvleikinum á Super Bowl 41 í 2007. Leikritið kundi næstan ikki verið skrivað betur til hansara framførslu og umstøðurnar kring finaluna SIGURJÓN EINARSON V eðurvánirnar vóru ikki nakað serligar, tá final­ an í amerikonskum fótbólti skuldi spælast í 2007. Hann segði regn, nógv regn, og tá finalan fór ígongd var bæði hvassur vindur og regnið foss­ aði niður á leikvøllin í Miami, tá Indianapolis Colts og Chicago Bears brustu saman. Ongantíð áður hevði tað regnað, meðan undirhaldi í hálvleikinum var framført í teimum fjøruti árun­um, finalan í amerikonskum fót­bólti hevði verið, men nú fullu droparnir í stríðum streymum niður, at tað var við at sansa at. Fyrireikarnir vóru bangnir fyri, at teir vórðu noyddir at minka – ella í tryggasta føri – avlýsa undirhaldi við Prince. Hetta, tí hann nýtti fýra ymiskar elektriskar gittarar, umframt nógva aðra elektroniska útgerð á pallinum, men hetta vildi Prince ikki finna seg í. Einasta svarið, hann hevði til hetta var, um fyrireikarnir ikki kundu fáa tað at regna enn meira. Vandamikið ella ei, so gjørdist hendan framførslan ein tann besta nakrantíð. Alt regnið á pallinum gav fyriskiparnum grá hár á høvdið, men hóast hetta, tóktisk tað ikki at órógva Prince. Tað gjørdi heldur tað, at framførslan bleiv heilt serlig. Prince byrjaði við sanginum »Let´s Go Crazy«, meðan pallurin, ið var formaður sum hansara vøru­merki; kærleikssymbolið, sendi eina ljósglæmu upp í myrku skýgg­ini. Hvørki Prince ella hans­ ara harkalið á pallinum smæddust burtur á váta pallinum, har tey á ein sera sannførandi hátt fram­ førdu, hóast alt regnið. Listin av sangum innibar nøkur serstøk tøkuløg, harímillum »All Along the Watctower« hjá Bob Dylan, har forlongdi parturin av Prince, gittarin, slapp leysur. Eisini sang hann stóra hittið frá samtíðini, tá hann lat sangin hjá Foo Fighters »The Best of You« í ein nýggjan ham, har sjálvt limirnir í Foo Fight­ ers máttu taka hattin av høvdinum. Betri versión høvdu teir ikki hoyrt áður. Ofta hevur tað verið soleiðis til flestu hálvleikirnar á Super Bowl, at tey framførandi hava nýtt høvi til fremjan av nýliga gjørdum ella komandi løgum. Soleiðis var ikki við hesari framførsluni. Prince var heldur upptikin av tí góðu framførsluni. Tað var eins og hann ikki legði í, hvørja viðurkenning hann fekk. Hann gav heldur áhoyr­ arnum eina ógloymandi løtu. Til finaluna í ár upplivdu vit Coldplay, saman við Beyonce og Bruno Mars, sum lenaði seg at øðrum kendum nøvnum fyri at geva tí eitt sindur meira tyngd, men hetta hevði Prince ikki brúk fyri. Har stóð hann einsamallur í framljósinum, meðan hann trøllarbant okkum við funk og soul tónleiki, ið vísti hansara framúrskarandi eginleikar sum undirhaldari. Og so kom løtan – gandaløtan, tá maður og gittari gjørdust eitt – tá hann treiv í seinasta sangin »Purple Rain«. Livdi Nóa um hetta mundi, hevði hann bygt eina ørk, somikið nógv regnaði tað, men hetta rørdi ikki Prince. Regnið var viðvirkandi til, at hesin sangur gjørdist so gandakendur. Purpur­reyða ljósið lýsti yvir allan leikvøllin, og liturin gjørdist enn sterkari í øllum regn­ inum, ið var við til at skapa tón­ leikasøgu. Hann framførdi sangin við so stórum kenslum, at sjálvt tann ókendi lurtarin ella hyggjarin fall fyri hesum lítla manninum á stóra pallin­um. Billboard Magazine skýrdi hesa framførsluna sum tí bestu nakrantíð, har vakurleiki, kærleiki og eldhugur gekk upp í eina hægri eind. Tað var her, Prince hevði tað best – á palli. Maðurin var eitt arbeiðs­grev, ið ongantíð setti sær tíð av til hvíld. Var hann ikki á tón­ leikaferð, so var hann at finna í sínum egna studio heima við hús, har hann putlaði við tónleik. The Colts sigraðu yvir Chicago Bears hetta kvøldið, 29 – 17. Pey­ton Manning vann sína fyrstu finalu, har hann varð kosin mest virðis-miklasti leikarin. Men um nøkur áratíggjur fara fólk ikki at tosa um ringin hjá Peyton (Allir spælarar fáa ein ring, tá teir vinna Super Bowl, red.). Fólk fara heldur at minnast aftur á »Purple Rain« og minniliga regnið, ið gjørdi framførsluna til eina halgisøgu. TÓNLEIKUR FÁ TAÐ AT REGNA ENN MEIRA! JED JACOBSOHN/GETTY IMAGES