Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-28, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016 SOSIALURIN 49 29 NØVN Katrin Michelsen 80 ár 1. mai verður Katrin Michelsen, fyrrverandi lærari, Tórshavn, 80 ár. Á hesum merkisdegi eigur hon av sonnum eina kvøðu uppiborna. Katrin, fødd Petersen, er úr Kald­bak, hagar foreldur hennara komu úr Kvívík, tá ið tey festu garð­in í niðaru Sólgørðum. Sostatt var uppvøkstur Katrinar í hesi fornu bóndabygd uttarlaga við tann vakra og langa fjørðin. Tey eru 6 systkin, fýra systrar og tveir brøður, og Katrin er næstyngst. Ein dyggur smeitur var tað fyri tey øll, tá ið pápin, Kristian Lud- vig Petersen, brádliga doyði, tá ið Katrin bara var 3 ára gomul og yngsti bróðirin júst var føddur. Eftir á garðinum sat Elsebeth Malena einkja við 6 børnum. Men við arbeiðssemi, dugnaskapi og góðum samanhaldi komu tey øll væl undan. Katrin vísti tíðliga góðar gáv-ur, og tað var henni til eydnu lag­að at kunna fara á læraraskúla. Í 1958 leyk hon læraraprógv. Lærara­ skúlaárini hitti hon Ólav Michel­ sen, úr Ólavsstovu í Ørðavík, og tað rann saman teirra millum. Í Ólavi átti Katrin ikki bara ein kæran hjúnafelaga, men av sonnum eisini sín sálarfelaga, og saman bygdu tey eitt gott og livandi heim og fingu 5 døtur: Vár, Sólju, Eir, Drós og Aldu. Allar fingu tær nøvn, sum tá ikki vórðu brúkt, men sum síðan av sonnum eru vorðin algongd gentunøvn. Tað er bara eitt dømi um víðskygni og dirvi, sum tey áttu bæði, Katrin og Ólavur. Katrin og Ólavur livdu eitt virk­ið lív, sum umframt arbeiði og heima­lív eisini fevndi um virksemi í mentanarlívi, samfelagslívi og poli­tikki. Tað var tí ein sannur skelk­ur og dyggur smeitur, at Ólavur í 1978 – á 42 ára føðingardegi Katrinar – bráðdoyði, bara 44 ára gamal. Men eyðkent fyri Katrina gavst hon ikki á hondum av hes­um lívsins grunnbroti, men legði alla sína orku í at halda fram við lívin­ um, soleiðis at døturnar fram-hald­ andi fingu so góðan og tryggan uppvøkstur sum gjørligt. Tað eru so mong góð og hugalig orð, ið renna fram fyri meg, tá ið eg hugsi um Katrina. Konubrot er eitt, tí Katrin er av sonnum eitt konubrot. Hennara áhugi stendur til so mangt og hennara partur liggur ongantíð eftir. Katrin hevur serliga sterka kenslu fyri tí, ið øðrum tørvar, og hon er altíð fús at veita eina hjálpandi hond. Lærarayrkið gjørdist lívsstarvið og tað gekk Katrin upp í við lív og sál. Í samfull 40 ár var Katrin í starvi sum lærari, størsta partin av tíðini við Tórshavnar kommunuskúla. Í so drúgt tíðarskeið eru vituliga nógv­ ar broytingar farnar fram, bæði í ar­ beiðs­umstøðum og í sjálv­um lærara­ yrkinum. Tá ið Katrin átti døturnar, var t.d. einki, sum æt barns­burð­ar­ farloyvi, so hóast Katrin átti 5 døtur, var hon skjót aftur til arbeiðis og røkti lær­ara­starv­ið samvitskufult sam­stundis við øllum tí, sum heimið annars kravdi. Í 1998 fór Katrin úr føstum starvi, men tíbetur fyri skúlaverkið og næmingarnar fekk hon seg kortini ikki til at sleppa skúlanum heilt, so í fleiri ár eftir tað var Katrin fastur vikarur á ymsum skúlum í Havn. Katrin gekk høgt upp í sítt virki sum lærari og legði sær nær, at næmingarnir lærdu og fingu so nógv burtur úr sum gjørligt og at hvør í sínum lagi fekk høvi at menna síni evni við støði í egnum fortreytum. Hon dugdi eisini so ómetaliga væl aðramáta at fjálga um í einum skúlaflokki, og tær útferðir, ið hon tók stig til við sínum skúlaflokkum, eru ótelj­andi. Serliga plagdi leiðin at liggja inn til Kaldbaks, har ið hennara gamla barnaheim stóð opið fyri næmingunum. Hetta var fyri ein stóran part, áðrenn vegur var komin til Kaldbaks, so tað var rættilig útferð at gera sær, men altíð gekk Katrin á odda við ágrýtni og eldhuga at vekja forvitni í næmingunum eftir at vita og nema sær kunnleika um náttúru, land og fólk. Eisini í eftirlønaraldri hevur Katrin trúliga latið burtur av sínum drúgvu royndum sum lærari við at undirvísa í sjálvbodna tilboðnum, sum er til orðblind og lesiveik, og har ið fólk í ymsum aldri fáa góða hjálp at læra at lesa. Hetta er enn eitt dømi um, hvussu Katrin altíð hevur havt hjarta fyri teimum, sum á onkran hátt hava serligar avbjóðingar í skúlahøpi, og gleðin hevur verið eyðsýnd, tá ið hon fingið hjálpt onkrum á glið í tí at læra at lesa. Er tað nakað, ið Katrin ikki dugir, so er tað at sita fyri einki. Altíð er hon í holt við okkurt og væl liggur fyri, tí evnini eru so fjølbroytt. Katrin er tikin úr leikum at gera góðan mat og til hendurnar dugir hon so mangt. Í mong ár hevur Katrin við stórum ágrýtni og gleði gingið m.a. til møblapolstring og patchwork, og tað er ikki smávegis, ið er komið burturúr til gleði fyri øll hennara nærmastu. Tað tekst ikki frá Katrini, at hon er brá av lyndi, men tað er kanska júst tí, at tað líður so væl eftir hjá henni. Tað er sjáldan langt frá hugsan til gerð, og sjáldsama væl dugir Katrin at leggja sær arbeiðið til rættis. Morgun­fólk er hon burturav, og mangan hevur hon útint hálvt dagsverk, áðrenn onnur hava fing­ ið eygu. Katrin hevur sínar meiningar um so mangt í samfelagslívi og dagsins málum og hon fylgir væl við í tí, sum fyriferst, og tað er synd at siga, at hon stirðnar í gomlum meiningum og fordómum. Tvørturímóti er hon ikki bangin fyri at hava sínar egnu meiningar, men samstundis dugir hon so væl at taka til sín nýggjar umstøður, sum eyðvitað krevja nýggja u­m­ hugsan. Kortini er hon altíð trú­ føst ímóti sínum sosialu og tjóð­ skaparligu grundsjónarmiðum. Katrin hevur sína meining um t.d. javnrættindamál, men hon hevur lagt størri orku í at sýna sína hugsan í verki og hevur eitt nú lagt í sínar døtur, at tær í øllum lutum hava somu møguleikar og somu skyldur sum øll onnur og at tær ikki á nakran hátt skulu lata seg avmarka. Góða Katrin, hjartaliga til lukku við 80 ára degnum og takk fyri alt í farnum døgum. Heilt frá fyrsta degi, eg kom í heimið á Heiðavegi, havi eg kent meg vælkomnan. Har hevur verið hjartarúm og vítt til veggja. Tað takki eg tær fyri, Katrin. Eg fari at ynskja tær gleði og alt gott í tíðini, sum kemur, og at tú fert at duga at slaka á og fáa høvi at ferðast og annars gera so nógv av tí, sum hugur tín stendur til. Zakaris Krúndiamantbrúdleyp Fríggjadagin 20. mai kunnu hjún­ini Esther og Eivind Peter­ sen úr Oyndarfirði hátíðarhalda krún­dia­mantbrúdleyp. Dagurin verð­ur hildin í bygdarhúsinum í Leirvík kl 17:00. Fyri at vita hvussu nógv vilja halda dagin saman við okk­um, hevði verið gott, um tit søgdu frá innan 12. mai á tlf 598861 ella til Esther og Eivind á tlf 444529 ímillum kl 17:00 og 22:00 Møguleiki er eisini at senda teldu­post til gunnleygolsen@gmail.com Konfirmatión 5. mai verður Anna-Maria Helle­dig Dam, dóttur Gitte og Boga Dam, konfirmerað í Vodskov kirke. Adressa: Skovsyrevej 1, 9310 Vodskov. Silja Pálsdóttir Augustinussen, Brekkutún 5, Trongisvágur. Vælkomst verður í heiminun frá kl. 16:00, har øll eru vælkomin. Monika Tausen Debes, Traðarvegur 105, Tvøroyri. Opið hús verður á seglloftinum frá kl. 14. Øll eru hjartaliga vælkomin. Frida Thorup Hovsgarð, Garðsvegur 14, Hov. Hanna Fonsdal Højgaard, Traðarvegur 47, Tvøroyri. Magnus Christensen, Brekkulág 21, Trongisvágur. Markus Hammerfoss Leo, við Síla 45, Tvøroyri. Esmar Ludvig Magnussen, Heiðatrøðin 22, Tvøroyri. Erolf Teddy Olsen, Tjaldursvegur 12, Tvøroyri. Opið hús verður í skúlagarðinum í Trongisvági frá kl. 15. Øll eru hjartaliga vælkomin. Albert Thomassen, Traðarvegur 219, Trongisvágur. Jóhan Renéson Thomsen, Spógvavegur 21, Tvøroyri. Opið hús verður í Forhøllini í Trongisvágs skúla frá kl. 15, har øll eru vælkomin. Bárður Wiberg, Ósavegur 12, Trongisvágur. Opið hús verður í heiminum frá kl. 16, har øll eru hjartaliga vælkomin. Konfirmantar í Tvøroyrar kirkju Kristi Himmal­ ferðardag, 5. mai Í summar hava vit verið gift í 25 ár Tí vilja vit bjóða familju, vin­um og kenningum í veitslu í Bygdar­ húsinum í Leirvík 24. juni 2016 kl 19. – um tit ynskja at verða við til veitsluna, hevði verið gott um tit boða frá á tpost linda@kss. fo , frimodt@kss.fo ella á telefon 267334/232038 innan 10. juni. Vinarliga Linda og Frimodt Gullbrúdleyp Leygardagin 30. apríl hava Anne Gretha og Jóhan Elias Hansen 50 ára brúdleypsdag. Bjóða verður inn til vælkomst kl. 20 á Gerðisvegi 21 í Runavík. Gullbrúdleyp Týsdagin 28. juni hava vit verið gift í 50 ár. Dagurin verður hátíðarhildin í Betesda kl. 18.00 Tey, ið ynskja at gleðast saman við okkum, verða bið­in at siga frá á tlf 221512- 455290 ella: kristian@ cig.fo áðrenn 5. juni. Vinarliga Jonelisa og Kristian Martin