hósdagur 28. apríl 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016
SOSIALURIN 49
30
ÁRNI GREGERSEN
G
leðistárini runnu og
lógvabrestirnir vóru
ógvusligir í tingsalinum
væl eftir midnátt mána-
kvøldið.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð sam
tykti Løgtingið at geva samkyndum
loyvi at giftast.
Ikki endaliga, men við 2.viðgerð.
19 atkvøddu fyri – 14 ímóti.
– Eg gleðist yvir, at tingið
samtykti broytingarnar í hjúna
bandslógini. Hetta er fyrstu ferð
Løgtingið hevur samtykt eitt slíkt
mál, sjálvt um hetta ikki var tann
endaliga avgerðin, sigur Bjørt
Samuelsen
Broytingarnar í hjúnabandslóg-
ini hava stóran týdning fyri nakrar
føroyingar, men minni fyri nøkur.
– Tað er so gott at síggja, at
hetta var ein lætti fyri nógv
foreldur, sum hava fylgt við í
viðgerðini í drúgva tí. Fyri tey
betýðir tað, at teirra børn, sum
møguliga eru samkynd, nú eisini
fara at gerast ein legalur partur
av føroyska samfelagnum, sigur
Bjørt Samuelsen.
Hon sigur, at hon persónliga
kennir foreldur at samkyndum
barni, sum hava fylgt við alla tíð
ina og sum óttast fyri, at teirra
barn framvegis ikki verður fult
viðurkendur borgari í samfelag-
num, verður lógin ikki broytt.
– Tí rørir tað meg djúpt at síggja,
hvussu stóran týdning hetta mál
hevur fyri nøkur fólk í Føroyum,
sigur Bjørt Samuelsen.
Hon sigur eisini, at ein hópur av
føroyingum, sum búgva uttanlands
hava fylgt við í orðaskiftinum og
mong teirra hava sent boð til løg
tingskvinnuna.
– Millum onnur ein føroyskur
maður, sum er giftur við øðrum
manni hinumegin Atlantshavið.
Hann undraðist á, hvat tað er fyri
miðøld, vit búgva i, sigur Bjørt Sam
uelsen.
Tingkvinnan er eisini uppvaksin
í sama umhvørvið, sum Rólant
Samuelsen, sum var samkyndur.
Hann dugdi væl at føra seg
fram og einaferð í einari samrøðu
í útvarpinum segði hann:
– Tað kann vera eg eri eitt sindur
øðrvísi enn onnur, men Jesus pápi
er eisini pápi hjá mær.
Enn einaferð undirstrikar ting
kvinnan kortini, at málið enn ikki
er endaliga avgreitt frá tinginum. 3.
viðgerð er í dag fyrrapartin.
Hóast 19 atkvøður vóru fyri og
bert 14 ímóti, so heldur tingkvinnan
kortini, at alt kann enn henda.
Var við frá byrjan
Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, hevur
arbeitt leingi við hesum málinum,
sum nú altso var samtykt við 2.
viðgerð.
Í 2013 arbeiddu hon, Poul
Michelsen, Framsókn, og Rigmor
Dam, Javnaðarflokkurin, við sama
málið.
Tá var málið lagt fram í no
vember 2013, men var felt í mars
2014 við 20 atkvøðum ímóti og 11
fyri.
– Tá var samgongan sum sat
sterk og feldi uppskotið við stórum
meirluta, sigur Bjørt Samuelsen.
Tey trý, Poul Michelsen, Rigmor
Dam og Bjørt Samuelsen ætlaðu
upprunaliga at leggja eitt uppskot
til samtyktar fyri tingið um at
broyta lógina.
– Men vit samdust skjótt um,
at skuldu vit gera hetta arbeiði,
so skuldu vit gera tað ordiligt og
avtalaðu at gera eitt lógaruppskot.
Tað er ikki serliga lætt, sum and
støðutingfólk at gera lógaruppskot
og serliga ikki lógaruppskot, sum
tøkniliga eru torfør at broyta. Í
hesum føri var tað ein spurningur
um at fara inn í hjúnabandslógina,
sum er felagsøki millum Danmark
Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, fegnast um, at broytingarnar í hjúnarbandslógini
vóru samtyktar við 2.viðgerð – men undirstrikar at onki er endaliga avgjørt enn
– EIN ÓSIGILIG
GLEÐI AT TINGIÐ
FYRSTU FERÐ
SAMTYKTI MÁLIÐ
POLITIKKUR
Bjørt Samuelsen:
Kristinanna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin,
var ein av uppskotsstillarunum
Hanna Jensen, Framsókn, var eisini ein av uppskotsstillarunum