hósdagur 28. apríl 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016
SOSIALURIN 49
31
og Føroyar.
– Andstøðan fær ikki hjálp frá
miðfyrisitingini til at gera hetta
arbeiðið, so vit fingu hjálp frá
einum løgfrøðingi í býnum, sum
brúkti nógva tíð at gera uppskotið,
so tað hóskaði saman við øðrum
lógum, sigur Bjørt Samuelsen.
Løgfrøðingurin gjørdi hetta
arbeiðið ókeypis, leggur hon aftur-
at.
Nýggj roynd
Tá ð nýggja samgongan var skipað
í september í fjør, var farið undir
av nýggjum at arbeiða við sama
málið.
Bjørt Samuelsen var framvegis
ein partur av arbeiðnum, men nú
saman við Kristiannu Winther
Poulsen, Honnu Jensen, Fram
sókn, og Sonju Jógvansdóttir, utt
anflokka.
Uppskotið var lagt fram í
november og eftir 1.viðgerð var tað
beint í trivnaðarnevndina.
Har er tað Katrin Kallsberg,
Tjóðveldi, sum er forkvinna.
Hon hevur saman við restini
av nevndini staðið fyri hópin av
innkallingum umframt samskifti
við hægsta kirkjuliga myndug-
leikan, Føroya bisp.
Ein partur av stríðnum hesaferð
hevur snúð seg um, hvussu hetta
fer at ávirka kirkjuna og kirkjunar
rætt til at velja um tey vilja signa
ella gifta samkynd.
– Eg má siga, at hetta samskiftið
hevur verið bæði virðiligt og siðiligt
á allan hátt. Hetta hevur givið inn
lit og vitan, sum ein annars ikki
fær, sigur Bjørt Samuelsen.
Hon ásannar eisini, at hetta er
eitt torført mál at arbeiða við, men
at tað hevur álvarsligar fylgjur fyri
nøkur fólk.
– Fyri tey er tað spurningurin
um tey kenna seg sum javnbjóðis
samfelagsborgarar við restina av
okkum. So stóran týdning hevur
tað. Og fyri foreldur at hesum
børnum var tað ein lætti, tá ið
málið fyri fyrstu ferð var samtykt
í tinginum, sigur Bjørt Samuelsen.
Tingkvinnan sigur, at málið er
fyri aftur í dag til triðju og seinastu
viðgerð.
Enn ber ikki til at siga, um málið
verður endaliga samtykt, men utt-
an mun til hvat hendir, so hevur
tingið nú einaferð samtykt, at tað
skal loyvast samkyndum at giftast.
– Tað er eitt stórt framsig og
vísir greitt, at vit hava flutt okkum
langt fram á leið í hesum spurn
ingi. Trúgvi, at hetta hevði verið
óhugsandi fyri 10-15 árum síðani,
sigur hon.
Hinar tríggjar tingkvinnurnar,
sum saman við Bjørt Samuelsen,
løgdu uppskotið fram, eru sjálvandi
eisini fegnar um, at málið kom
ígjøgnum við 2.viðgerð.
Onkur teirra heldur tó, at best
er ikki at siga ov nógv enn, tí málið
skal hava endaligu viðgerðina í
tinginum.
– Tað er eisini rætt og eg má
vanda mær um orðini, men kort
ini fegnist eg ósigiliga nógv, tí
hetta er altso fyrstu ferð, at tingið
hevur samtykt, at samkynd kunnu
giftast, sigur Bjørt Samuelsen.
Bjørt Samuelsen,
Tjóðveldi, fegnast
ósigiliga nógv
Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka, var ein av uppskotsstillarunum