hósdagur 28. apríl 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016
SOSIALURIN 49
32
ÍTRÓTTUR
Ársins fyrsta
venjaraskifti
TRÓNDUR ARGE
U
m middagsleitið týs
dagin kundi In.fo, tíð
indaportalurin
hjá
Miðlahúsinum, boða
frá, at Jógvan Martin Olsen hevur
lagt frá sær sum venjari hjá ÍF. Tíð
indini komu óvæntað, men tað er
ein afturgangandi trupulleiki, sum
er orsøkin til, at venjarin ikki sær
seg føran fyri at geva fuglfirðinum
meira.
Trupulleikin liggur í verjupart
inum, har liðið hevur latið flest mál
inn fyrstu sjey umførini í lands
kappingini, um umframt at liðið
tapti heili 4-0 fyri KÍ í kappingini
um Løgmanssteypið.
Upptakin til kappingarárið
Í 2010 eru fyrstu ábendingarnar
um, at ÍF hevur okkurt gott í gerð.
Liðið blívur nummar fýra í lands
kappingini. Tvey ár seinni koma
silvurheiðursmerkini um hálsin á
spælarunum í Fløtugerði.
Í 2013 er ÍF á gáttini til at endur
taka bragdið frá 1979, tá felagið
vinnur sítt higartil einasta FM
heitið. Líka til seinasta umfar eltir
ÍF oddaliðið HB, men endar annað
árið á rað at blíva nummar tvey.
Síðani gongur ikki meir, og
felagið endar undir miðstrikuni í
bæði 2014 og 2015. Afturgangandi
fyri bæði árini er, at tað lekur illa
inn í verjupartinum. Liðið letur
fleiri mál inn enn tey flestu, men
bjargar sær við at skjóta nógv mál
í hinum endanum.
Undan kappingarárinum í fjør
tryggjar felagið sær Adeshina
Lawal frá B36, sum júst er kosin
til ársins spælara tá. Eina løtu er
bjartir dreymar í Fuglafirði, men
undir leiðslu av Alexandar Jovevic
gongur illa. Venjarin verður koyrd
ur og liðið endar á sætta plássi og
letur 56 mál inn. Bara niðurflytarnir
lata færri mál ígjøgnum.
Jógvan Martin Olsen settur
ÍF kunnger á ársveitsluni, at Jógvan
Martin Olsen verður nýggjur
venjari hjá felagnum. Hann ásann
ar í Fótbóltsblaðnum hjá Miðlahús
inum, at tað er í verjupartinum at
avbjóðingin liggur.
– Um hópin hjá okkum kann eg
siga, at álopsdygdirnar á liðnum
eru framúr góðar og fult á hædd
við tey bestu liðini í deildini. Stóra
avbjóðingin verður verjuparturin,
har vit skulu lata nógv færri mál
inn, segði Jógvan Martin Olsen
millum annað við Fótbóltsblaðið.
Hann metti eisini, at nógv var
galið við liðnum, sum lat heili 56
mál inn í 27 dystum.
– Tað var nógv, sum var galið
við ÍF í fjør. Liðið hekk illa saman,
nógv ov nógv mál blivu skorað
og sum heild var liðið ógvuliga
óstøðugt. Liðið endaði bara fýra
stig omanfyri strikuna og kundi
væl flutt niður, meðan heili 16 stig
vóru upp til fjórða plássið í deildini,
segði Jógvan Martin Olsen, sum
eisini peikaði á at hópurin var ov
stórur árið fyri, og at eitt nú Jan Ó.
Ellingsgaard skuldi umskúlast frá
vinstra bakki til miðverja.
Inn komu Alex José dos
Santos frá HB, Oliver Korch frá
danska B1908 Amager og Gunnar
Christiansen úr KÍ. Vinstri bakkur,
málverji og ein høgri bakkur.
Ongin miðverji, meðan spælarar
sum Bartal Eliasen og Høgni
Zachariassen ikki halda fram.
Góðkend byrjan – og tó
ÍF byrjar kappingarárið í Gundadali
móti tvífaldu FM vinnarunum
úr B36. ÍF spældi illa og tapti 4-1.
Jógvan Martin Olsen var tó ikki
samdur í, at ÍF hevði staðið seg so
illa. Hann vísti á, at í løtum var ÍF
væl við í dystinum, men misti takið
í seinna hálvleiki.
Tó sást longu tá, at ÍF hevði
stórar trupulleikar í miðverjuni,
har Bogi Reinert Petersen og Jan
Ó. Ellingsgaard eru um ein háls.
Síðani vinnur ÍF 1-0 í Fløtugerði
á AB og spælir flottan 2-2 javnleik
móti grannunum úr Víkingi. Eina
løtu sá út til, at Jógvan Martin
Olsen hevði fingið tamarhald á
liðnum.
Skrædl
Í fjórða umfari gongur heilt galið,
tá ÍF verður hólvað ígjøgnum við
Løkin í Runavík. NSÍ vinnur 6-1
uttan nakra mótstøðu. ÍF liðið er
í upploysn og vantandi viljin at
stríðast er skakandi fyri tey heima
áskoðararnar.
Eftir dystin eru bæði Jógvan
Martin Olsen og liðskiparin, Jan Ó.
Ellingsgaard, á einum máli um, at
avrikið er flovisligt og skammiligt.
Tað gongur lítið fragari, tá ÍF í 5.
umfari tapur 4-0 fyri KÍ í Fløtu
gerði.
– Vit duga ikki at verja, sigur
Jógvan Martin Olsen við Rás2 eftir
dystin.
Vónin
ÍF verður spátt at tapa við Stórá
í Trongisvági móti TB í 6. umfari,
ÍF
VERJAN
LEKUR
FÓTBÓLTUR Jógvan Martin Olsen er fyrsti venjarin hetta kappingarárið,
sum fer úr starvinum. Í hesum førinum er talan um, at Jógvan Martin
Olsen hevur sagt upp sum venjari hjá ÍF. Vit hava hugt nærri at orsøkini
Eg havi ikki
megnað at fingið
spælararnar at
skilja tað, sum
eg havi ætlað,
og nú taki eg
avleiðingarnar
av tí«
Jógvan Martin Olsen