Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-28, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 2016síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016 SOSIALURIN 49 33 men vinnur sannførandi 3-0. Sig­ ur­in gevur ÍF eina vón, tí í komandi um­fari skal liðið spæla móti einum av botnliðnum. ÍF førir 2-1 móti Skála til í sein­ astu løtu, tá fyrrverandi liðskiparin í felagnum, Fritleif í Lambanum, javnar fyri gestirnar. KÍ fær bikarið at flóta yvir Tvær vikur eftir at ÍF tapur 4-0 fyri KÍ í Fløtugerði í landskappingini, er KÍ aftur í Fløtugerði. Hesa ferð í kapp­ingini um Løgmanssteypið. Hóast liðið vinnur sær fýra stig í teim­um báðum dystunum, sum liggja millum KÍ dystirnar, so er ÍF aftur har teir byrjaðu. KÍ vinnur lættliga 4-0 og ÍF er úti av steypakappingini. Fleiri samansetingar Jógvan Martin Olsen hevur hvat sítt at stríðast við í miðverjuni, tí liðið hevur bara ein veruligan mið­verja, sum hevur royndir í bestu deildini. Talan er um Poul N. Mikkelsen, sum tó bara er 20 ára gamal og næst ikki hevur spælt í ár. Nýggjur liðskipari er Jan Ó. Ellingsgaard, sum hevur spælt á vinstra bakki øll árini í bestu deild­ ini. Hann hevur spælt í miðverjuni, men hevur hvat trupult við at um­stilla seg og hevur havt fleiri skaðar seinastu tvey árini. Bogi Reinert Petersen, sum er miðvallari, hevur eisini fingið upp­ gávur í miðverjuni, men tað hevur ikki eydnast serliga væl. Seinasti útvegurin hevur verið 19 ára gamli John Daniel Guðjóns­ son, sum hóast sína styrkju ikki er heilt til reiðar til at byrja fast inni í miðverjuni. Verjan í tølum ÍF hevur latið 22 mál í gjøgnum í átta dystum í kappingarárinum 2016. Tað eru 2,8 mál fyri hvønn dyst. Tað eru fleiri enn nakað ann­ að lið í Effo-deildini. Tað er væl verri enn miðaltalið fyri lands­ kapp­ing­ina í fjør, har liðið letur 56 mál inn í 27 dystum. Tað er 2,1 mál fyri hvønn dyst. Jógvan Martin leggur kongin Tað kom heldur óvart á, at Jógvan Martin Olsen valdi at siga upp so brádliga undan dystinum móti B68. – Eg havi ikki megnað at fing­ið spælararnar at skilja tað, sum eg havi ætlað, og nú taki eg avleið­ ingar­nar av tí, sigur Jógvan Martin Olsen og vísur til verjupartin á liðnum. Jógvan Martin Olsen er fyrsti venjarin í Effo-deildini í 2016, sum ikki blívur sitandi. Fyribils verður Jákup Mikkelsen venjari. TRONDUR@SOSIALURIN.FO ÍF hevur latið 22 mál í gjøgnum í átta dystum í kappingar­ árinum 2016. Tað eru 2,8 mál fyri hvønn dyst MYND: SIGMAR MØRKØRE Gevur ikki meining at halda fram – Eg segði við spælararnar, tá ið vit vandu í gjár, at eg umhugsaði støðuna. Tað havi eg gjørt, síðani vit sunnudagin taptu 4-0 ímóti KÍ, og nú havi eg boðað leiðsluni í felagnum frá, at eg gevist. – Hetta er mín avgerð. Eg havi havt eitt sera gott samstarv við nevndina, sum hevur stuðlað mær í mínum arbeiði. – Eg sigi meg r starvi, tí eg haldi, at arbeiðið hjá mær í Fuglafirði síðani fyrst í januar hevur ikki gjørt tann munin, sum eg hevði roknað við, at tað fór at gera. Vit hava vant og vant verjupartin, og eg havi roynt at greiða frá og læra frá mær. Sunnudagin sást, at ar­beiðið hevur ikki borið frukt, tí vit taptu aftur 4-0 ímóti KÍ, sum ikki pressaði okkum nakað ser­ligt. Eg havi ikki megnað at fingið spælararnar at skilja tað, sum eg havi ætlað, og nú taki eg av­leið­ingarnar av tí, sigur Jógvan Martin Olsen. Hann vil ikki bera í bøtuflaka fyri sær sjálvum við, at liðið hev­ ur verið nógv plágað av skað­um – serliga í verjupartinum: – Tað hevur einki við hetta at gera. Eg havi staðfest, at venj­ ingar­nar havi ikki borið frukt, og so gevur tað ikki meining, at eg haldi fram, sigur Jógvan Martin Olsen. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Jógvan Martin Olsen Fleiri venjaraskiftið í 2015 Í farna kappingarárið vóru fleiri venjaraskifti í leypi av kappingarárinum. Oddbjørn Joensen (AB), Heðin Askham (HB), Eliesar Olsen (EB/Streymur) og Alexandar Jovevic (ÍF) fóru allir frá mitt í kappingarárinum. 1. umfar: 05-03-2016 B36 - ÍF 4-1 2. umfar: 13-03-2016 ÍF - AB 1-0 3. umfar 19-03-2016 ÍF - Víkingur 2-2 4. umfar 02-04-2016 NSÍ - ÍF 6-1 5. umfar 10-04-2016 ÍF - KÍ 0-4 6. umfar 17-04-2016 TB - ÍF 0-3 7. umfar 21-04-2016 ÍF - Skála 2-2 Løgmanssteypið 24-04-2016 ÍF - KÍ 0-4