Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-28, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016 SOSIALURIN 49 34 ÍTRÓTTUR JÓANNES HANSEN T að er ógvuliga gott lag í TB leguni. 2-1 sigurin miku­dagin við Stórá ímóti NSÍ kennist sum stórur lætti. Vónbrotið var stórt eftir 3-0 heimatapið ímóti ÍF, tað kendist meint at tapa 2-1 á útivølli ímóti Víkingi, og sunnudagin var tað stórt vónbrot at tapa steypadystin ímóti NSÍ 2-1. Tá var tað, at TB í evstu løtu misnýtti brots­spark. Mikudagin vísti máltalvan 2-1, tá ið Rúni Gaardbo bríkslaði fyri síðstu ferð. Sigurin ber við sær, at fjarstøðan til niðurflytingar strik­ una í løtuni ikki kennist akutt vanda­mikil. Robert F. Roelofsen er TB venj­ ari. Hann var vónbrotin sunnu­ dagin, og nú sigur hann seg vera fegn­an og stoltan av spælarunum: – Vit tosaðu mánakvøldið um av­rikið í steypadystinum. Eg segði spæl­arunum, at eg var ikki nøgd­ur við hugburðin og avrikið, og at eg roknaði við, at teir fóru at ar­beiða nógv meiri mikudagin. Teir vóru niðar­laga eftir vónbrotið sunnu­ dagin. Vit sóru upptøkuna av tí dystinum saman mánakvøldið, og eg hevði eina góða kenslu, tá ið teir fóru á vøllin mikudagin. Kenslan var, at spælararnir høvdu sjálvsálit, og at teir ætlaðu sær at vinna. Teir ar­beiddu nógv, og tað bar úrslit við sær, staðfesstir TB venjarin. Tit spældu ikki heilt upp á sama mála, sum tit gjørdu sunnu- dagin? – Nei, vit vóru eitt sindur meiri verjukendir í útgangsstøðuni. Tað var ein av orsøkunum til, at NSÍ hevði bóltin meiri. Din Din fekk risa møguleika í fyrra hálvleiki, men tíverri misnýtti hann. Eg hevði unt honum at skora. Hann hevur ikki verið millum teir fyrstu ellivu tvær ferðir, tí eg havi hildið, at hann ikki hevur arbeitt nóg nógv. Tað gjørdi hann mikudagin. Heldur hann fram við tí, so fara málini at koma. Albert Adu hevði eyðsýndan leiklut? – Hann er skjótur og góður við bóltinum, og hann arbeiðir nógv. Trupulleikin hevur verið, at plássið hjá honum at renna á hevur ikki verið so nógv, tá ið vit hava pressað so nógv. Nú hevði hann nógv pláss, og hann skoraði eitt fínt mál. Tú sært bjart upp á tingini? – Treytirnar hjá mínum spæl­ar­ um og øllum hinum eru torførar, nú tað er so stutt millum dystirnar. Teir arbeiða og hava ikki umstøður at hvíla. Tað rakar okkum serliga meint, tí tað fer við nógvari orku, tá ið vit brúka so nógva tíð at ferðast í. Sunnu­dagin skulu vit spæla á Skála. Nú snýr tað seg um hvíld og at finna útav, hvørjir smáskaddir spæl­arar verða førir fyri at spæla. Tað tóktist sum um, at spælarar­ nir vóru rættiliga heitir síðstu løt­ una? – Tá gekk nógv fyri seg. Salmundur Bech legði okkum fram­um, og bara tríggjar minuttir seinni javnaðu teir við brotssparki. Okk­ara vóru sera misnøgdir við tann dómin. Tað nyttar bara ikki at brúka orku upp á dómaran. Spæl­ arar­nir skulu læra bara at fokusera upp á tað, sum er teirra uppgáva. Eg havi hugt at støðuni, og eg haldi ikki, at tað var brotsspark, men tað er farið. At tað eydnaðist at skora sigursmálið ber við sær, at tað er lættari hjá okkum at fyrireika okk­ um til næstu avbjóðingarnar, og tað er sera týdningarmikið, sigur Robert F. Roelofsen. ROBERT KRAVDI ØÐRVÍSI HUGBURÐ OG HART ARBEIÐI FÓTBÓLTUR NSÍ venjarin er ikki nøgdur við avrikið, sum hansara menn vístu í Trongisvági, men hann rósar ungu monnunum fyri tað, sum teir vístu TB TB - NSÍ 2-1 (0-0) 1-0: Salmundur Bech 83. 1-1: Árni Frederiksberg br 86. 2-1: Albert Adu 88. Dómari: Rúni Gaardbo TB: Joslain Mayebi – Carl M. Bech (Absalon Eliasen, 58.), Árni Rúnar Ørvarsson, Ragnar Joensen – Heini M. Mortensen, Salmundur Bech, Ndende Adama Guéye – Albert Adu, Hervé Din Din (Teitur Justinussen, 80.), Eirikur Ellendersen (Kofi Appiah, 63.) Gult kort: Ragnar Joensen, Albert Adu, Salmundur Bech, Joslain Mayebi Venjari: Robert F. Roelofsen NSÍ: Karsten Hansen – Jákup Andrias Gaarbo, Per Langgaard, Jens Joensen – Jóhan Jacobsen, Mórits Heini Mortensen (Hans Marius Davidsen, 80.), Petur Knudsen, Aron Knudsen (Andri Benjaminsen, 84.) – Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Jann Benjaminsen (Magnus H. Olsen, 71.) Gult kort: Jákup Andrias Gaardbo Venjari: Anders Gerber