Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-28, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 2016síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016 SOSIALURIN 49 35 Royndu spælararnir dumpaðu Anders Gerber, NSÍ venjarin, ásann­ar, at soleiðis sum leikurin tók seg upp mikudagin, so var tað ikki annað enn rímuligt, at TB stóð eftir við øllum stigunum: – Vit kunnu ikki annað enn ynskja TB til lukku við sigrinum. Teirra avrik var betri enn okkara. So kunnu vit meta um, um tað komst av, at teir vóru óførari, enn teir vóru sunnudagin. Tað haldi eg, at teir vóru, men fokus hjá mær er á, at vit stóðu veikari í myndini, enn vit gjørdu sunnudagin, staðfestir Anders Gerber. NSÍ manningin mikudagin minti meiri um eitt evnarík ung­ linga­lið, enn tað gjørdi um eitt lið sum við royndum og evnum ætlar at vera við í kappingini um FM heitið. Umframt Petur Knudsen, sum hevur verið fastur maður higartil í ár, vóru beiggi hansara Aron, Jann Benjaminsen og Mórits Heini Mortensen og málverjin Karsten Hansen á liðnum, har einki sást til eitt nú Pól Jóhannus Justinussen. – Vit sakna royndu spælararnar, og tað sæst aftur á rútmuni, at vit hava verið noyddir at gera so nógvar skiftingar. Einar er burtur­staddur, tað kom illa við, at Pól Jóhannus var sjúkur, og so hevði tað verið kærkomið, um Jann Martin Mortensen var tøkur, men hann er skaddur, sigur NSÍ venjarin. Anders Gerber rósar ungu monn­unum: – Teir eru evnaríkir, og teirra part­ur lá ikki eftir. Heldur vóru tað teir, sum á einum slíkum degi áttu at gingið fremst, sum ikki leveraðu tað, sum eg veit, at teir megna, og sum teir so ofta hava víst. – Nú tosa vit um hetta, og eg gleði meg til sunnudagin, tá ið vit fáa vitjan av AB. Tá rokni eg við, at okk­ara fara at gera alt fyri at vaska ikki sannførandi avrikið ímóti TB burtur, sigur Anders Gerber, venj­ ari hjá NSÍ. JOANNES@SOSIALURIN.FO Sunnudagin 1. mai HB - ÍF KÁRI J. Á HØVDANUM KÍ - B68 PETUR REINERT NSÍ - AB RÚNI GAARDBO VÍKINGUR - B36 DAGFINN FORNÁ SKÁLA - TB EILER RASMUSSEN MYNDIR: ÁKI BERTHOLDSEN Nú er 07 Vestur ovast B71 er ikki longur undir strikuni, og Giza/Hoyvík vann grannauppgerðina JÓANNES HANSEN O rsaka av nógvum kava á vøllinum við Marg­áir g jørdist einki við fótbólt har norð­uri í gjárkvøldið. Tá ið dyst­ urin skuldi vera ímóti teim­um næstbestu hjá KÍ, kom heilt nógvur kavi niður, so har var einki annað at gera hjá dóm­ar­ anum uttan at avlýsa. Avrátt varð, at útsetti dyst­ urin verður spældur í gjár­kvøld­ ið klokkan 18. 07 Vestur nýtti høvið at leggja seg einsamalt á topp­in við 3-0 sigri á teimum næst­ bestu hjá Víkingi. Tað var ikki fyrr enn, at tað restaðu tjúgu min­uttir, at tað brast fyri nev hjá heimaliðnum. Danski álops­ spæl­arin Søren Nielsen, sum hevur verið nógv skaddur, setti hol á, og tveir minuttir undan leik­loki økti Petur G. Daobø um munin. Hetta var fyrsta málið hjá gøtumanninum í 07 Vestur, har hann hevur spælt í fleiri ár. Gunleif Magnusarson, sum er topp­skjútti í deildini, staðfesti við sínum áttanda máli. Giza/Hoyvík átti heimavøll í grannauppgerðini ímóti teimum næstbestu hjá AB. Heimaliðið hevði betri tak á spælinum, og í fyrra hálvleiki vórðu bæði mál­ini skorað. Johan Restorff, sum var á liðnum fyri fyrstu ferð í ár, setti hol á eftir langt inn­kast úr høgru frá Magnar K. Vang, og Mikkjal T. Hentze økti um leiðsluna, eftir at Jóhan R. Jacobsen varð feldur í gjøgnum­ broti. FC Suðuroy vann rimmar 7-0 sigur á heimavølli ímóti NSÍ, sum bara hevði trettan spælara – teir flestu unglingar. Ein er fødd­ur í 1993, ein í 1997 og hinir í 1998 og 1999 – teir flestu í 1999. Búi Egilsson og Mamuka vóru tvífaldir málskjúttar, og hini málini skoraðu Jonn Marni Lindenskov, innskifti Teitur Mortensen og Dánjal Godtfred. Við 3-3 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá HB lyfti B71 seg upp um niður­flytingar­ strikuna. Fyrstu løtuna talaði lítið fyri stigi til heimaliðið. Adrian Justinussen skoraði fyrsta korterið hattrikk. Útlendsku spælararnir hjá B71 skoraðu málini. Ibrahima Camara minkaði um munin til 1-2, og hann javnaði til 3-3 mið­ skeiðis í seinna hálvleiki, eftir at Patrick Toh stutt eftir steðgin hevði fingið rættiligan spenn­ ing í. JOANNES@SOSIALURIN.FO Orsaka av nógvum kava á vøllinum við Margáir gjørdist einki við fótbólt har norðuri í gjárkvøldið 1. Deild