hósdagur 28. apríl 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. APRÍL 2016
SOSIALURIN 49
36
Óli Jacobsen
BARNAÁRINI SAMAN VIÐ
CARL JOHAN BECH
Vit fara nú at endurgeva eina nærum ókenda frásøgn hjá Jørgen Frantz
Jacobsen um hansara barna- og ungdóms ár í Havn fyrst í 20. øld
Ókend frásøgn hjá Jørgen Frantz Jacobsen:
1. partur
J
ørgen Frantz Jacobsen er ein av
okkara kendastu rithøvundum.
Tað var nú ikki tí, at hann skrivaði
so nógv, men skaldsøga hansara
Barbara er væl kend úti í heimi. Eisini er
bókin gjørd til film, og hetta ger sjálvandi
hann enn meira kendan. Hann skrivaði
nógv annað, sum komið verður aftur til
seinni í hesi røð.
Hann bleiv 22 ára gamal sjúkur av
tuberklum, og hann doyði einans 37 ára
gamal. Hetta hevur sjálvandi ávirkað
hansara møguleikar fyri at fáa meira frá
hondini.
Men nú er eitt higartil nærum ókent
handrit hjá Jørgen Frantz komið undan
kavi. Hetta er ein frásøgn, sum hann hevur
skrivað 22 ára gamal um síni barndóms- og
ungdómsár saman við systkinabarninum, tí
fimm ár eldri Carl Johan Bech, seinni kend
ur djóralækni.
Ein, sum kennir hetta handrit, er danski
høvundin Bjarne Nielsen Brovst, sum hevur
skrivað bøkur og greinar um William Heine
sen og Jørgen Frantz. Hann hevur endur
givið onkur brot úr handritinum, men nú
verður tað endurgivið í fullum líki.
At hetta handrit kemur fram nú er takk
að verið Esther Djurhuus, sum var gift við
Johan Djurhuus, kendur sum skrivstovu
stjóri í landsstýrinum eitt mannaminni.
Esther doyði fyri nøkrum árum síðani, men
eftir hana liggur hetta maskinskrivaða
handrit. Tað er ein avskrift av upprunaliga
handritinum. Tað kann tí hugsast, at Anna
Katrina, systir Jørgen Frantz, sum arbeiddi
í landsstýrinum, hevur skrivað tað av, og
Johan kann so hava fingið eitt fotokopi av tí.
Høgni, sonur Esther, hevur funnið hetta
handrit í goymsluni hjá mammuni, tí fáa
okkara lesarar nú gleði av tí.
Ættin hjá Jørgen Frantz
Fyrst kann vera hugt at ættini hjá Jørgen
Frantz og Carl Johan. Pápi Jørgen Frantz
var Meinhardt, sum var giftur við Marin f.
Michelsen ættað úr Elduvík.
Ein systir Meinhard var Helene. Hon
giftist við einum stýrimanni, Otto Bech.
Pápi hansara kallaðist eisini Carl Johan,
hann var loðsur. Pápi Carl Johan drukn
aði í 1899 í eini roynd at bjarga einum skips
felaga, tá ið skip teirra Patricia kom illa fyri
í Jammerbugten. Samb. William Heinesen
hevði hann orð fyri at vera »en nobel og
elskværdig mand«.
Tey bæði fingu synirnar Otto og Carl
Johan.
Pápi Meinhardt var Jørgen Frands
Jacobsen (1819-1917). Hann var beiggi konu
M.C. Restorff, Else Jacobine. Tí kann søgan
hjá teimum báðum tengjast saman, ikki
minst nú tað 21. juni eru liðin 200 ár síðani
M.C. Restorff var føddur. Tey høvdu annars
ein beiggja, Thor, sum doyði ógiftur, 37 ára
gamal. Minningargrein um gamla Restorff
er annars í nýggja Varðanum.
Jørgen Frands var føddur í Keypmanna-
havn. Pápi hansara var havnarmaðurin Poul
Andreas Jacobsen (1782-1862). Foreldrini
hjá honum var bøkjarin Jákup Hansen í
Havn (1755-1819) og Elsebeth Poulsdatter
úr Kaldbak (1759-1854).
Forfaðir til tveir heimskendar
rithøvundar
Poul Andreas fór ungur til Keypmannahavn,
har hann arbeiddi sum skómakari. William
Heinesen skrivar, at hann «skal have været
en oplyst og velbegavet mand, og hans hjem
var samlingssted for derboende færinger.»
Poul Andreas hevði svenska konu, Helena
Fagerholm (1770-1861). Hann flutti á eldri
árum aftur til Føroya. Poul Andreas var
verfaðir M.C. Restorff og er tískil ættarfaðir
til heimskendu rithøvundarnar Jørgen
Frantz Jacobsen og William Heinesen .
Tað kann vera nevnt, at dóttir Jørgen
Frands, Sofía Helena, giftist við elsta soni
gamla Restorff, Andreas William. Tey
áttu Carolinu, mammu William Heinesen.
Jørgen Frantz var tískil systkinabarn
mammu William.
Tann gamli Jørgen Frandz, sonur Poul
Andreas, gjørdist eisini skómakari í Keyp
mannahavn. Hetta gekk væl eitt skifti.
Hann hevði eitt væl umtókt verkstað í
Østergade, har hann hevði fleiri fólk í
arbeiði. Men tað vísti seg, at hann hevði so
mong onnur áhugamál, at tað fór at ganga
niður á bakka við skómakaravirkseminum.
Hann gjørdi tískil av í 1877 at flyta til
Føroya við allari familjuni. Tey búsettust
fyrst í Nýggjustovu í Gongini, men bygdi so
hús í Konradsbrekku, nú Gríms Kambans
gøtu, hagar tey fluttu 1884. Hann hevði skó
makaraverkstað uppi á loftinum, til hann
gavst í 1900.
Jørgen Frands var tvær ferðir giftur. Fyrst
við Caroline Amalie Bjerring (1827-54). Tíggju
ár eftir at hon doyði, giftist Jørgen Frands
við hálvsystir hennara, Johanne Elisabeth
Raffenberg (1832-1904). Tískil gjørdist Jørgen
Frands einkjumaður tvær ferðir.
Minningarorð um Meinhardt
Í hesi frásøgnini greiðir Jørgen Frantz
nokk so nógv frá pápa sínum Meinhardt.
Dimmalætting skrivaði 14/3 1917 um hann:
Meinhardt Jacobsen afgik i Mandags ved
Døden paa Sygehuset í Hoydal, 54 Aar gam
mel. Han blev født i København, hvor han
gik i Skole, indtil han var 15 Aar. Da flytt
ede hans Fader, Skomagermester Jacobsen,
Færøernes ældste Mand, til Thorshavn og
grundede en Forretning her. Meinhardt
Jacobsen fik ansættelse i Restorffs For
retning, hvor han virkede i 20 Aar, herfra
blev han Bestyrer af Skibsted Handel, og
da denne ophævedes, nedsatte han sig som
selvstændig Købmand, men nedlagde For
retningen kort efter og fik plads paa Land
fogedkontoret.
Udenfor Forretnigslivet har Meinhardt
Jacobsen udført et stort og godt arbejde.
Han har saaledes i mange Aar været
Kasserer for Forsikringsforeningen og
forulykkedes efterladte, været sekrtær for
Thorshavns Klub og meget virksom inden
for Thorshavns Læseselskab. Alle de regn
skaber og skriftlige Arbejder, som stammede
fra Meinhardt Jacobsens Haand, bærer
Præget af Orden og Omhyggelighed. Han
vilde levere det bedste.
Han havde mange aandelige Interesser,
sad inde med ikke ringe historisk Viden,
var meget litterært interesseret, og der stak
ikke saa lidt af en Skuespiller i ham. Mange
omkring paa vore Øer vil længe mindes hans
og hans Søstres smukke optræden paa den
thorshavnskes Scene, hvor de altid Forstod
noget af Værdi, noget der optog Publikums
smag og Sans for noget virkeligt smukt.
Meinhardt Jacobsen havde mange
Venner i By og Bygderne; disse har ogsaa
under hans Sygeleje vist ham deltagelse.
Hans efterlader sig Hustru og seks Børn;
den ældste af Sønnerne [Jørgen Frantz) er
elev paa Sorø Gymnasium. I Morgen Kl. 12
begraves Meinhardt Jacobsen fra Thors
havn Kirke.
Pápi Meinhardt, Jørgen Frands, doyði heilt
stutt aftaná, 97 ára gamal. Teir liggja lið um
lið í gamla kirkjugarði í Havn.
Siðsøga
Carl Johan Bech á ungum árum saman
við ókendari kvinnu. Kennist nakar
við hana vilja vit fegin frætta
Her eru teir tríggir, gamli Jørgen Frands
Jacobsen, sonur hansara Meinhardt og
sonur hansara, tann kendi Jørgen Frantz
Her eru teir tríggir, gamli Jørgen Frands
Jacobsen, sonur hansara Meinhardt og
sonur hansara, tann kendi Jørgen Frantz