mánadagur 2. mai 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Gongst sum ætlað verða 61
nýggjar lestraríbúðir til taks
í Havn um hálvtannað, ella
tvey ár.
Tað sigur Andrass Róin,
stjóri í Bústøðum.
Í
næstu
viku
verður
farið undir nógv umrøddu
ætlanina at gera 37 lestrar
íbúðir í kommunuskúlanum
í miðbýnum í Havn.
Tað er ein ætlan, sum
kostar 52 milliónir, og av
teimum rindar kommunan
15 milliónir.
Ætlanin er, at tær íbúðir
nar skulu vera klárar at flyta
inn í á ólavsøku næsta ár.
Men samstundis eru fyri
reikingarnar eisini komnar
undir land at fara undir
íbúðarbygging í Mattalág í
vesturbýnum, og har verða
eisini 24 lestraríbúðir.
Andrass Róin sigur, at
gongst heilt væl við teirri
byggingini, verða tær íbúðir
nar lidnar á heysti næsta ár.
Sostatt verða 61 nýggjar
lestraríbúðir
til
taks
í
Havnini seint næsta ár, og
Andrass Róin heldur, at tað
fer at muna væl í Havnini.
Í
kommunuskúlanum
verður talan um íbúðir við
einum rúmi upp á nakrar og
tjúgu fermetrar og umframt
størri íbúðir uppá slakar 60
fermetrar, sum eisini eru
hóskandi til lítlar familjur,
eitt par við einum barni, ella
støk foreldur, sum lesa, og til
fólk við rørslutarni.
Í Mattalág verður talan
um størri íbúðir til støk for
eldur, ella pør við einum
barni, sum lesa.
Í hesum sambandi verður
hugsað um, at íbúðirnar
skulu vera til lesandi sum
taka hægri útbúgvingar og
ikki til næmingar í miðnáms
skúlum.
Hinvegin eru Bústaðir
í
samráðingunum
við
myndugleikarnar um at yvir
taka næmingabústaðirnar í
Berjabrekku og Undir Fjalli.
Ætlanin er so at gera tær
ístand, so at tær verða meiri
hóskiligar.
2000 limir
Tað eru limirnir í Bústøðum,
sum fáa framíhjá rætt til
hesar íbúðirnar.
Tað eru eini 2000 limir í
Bústøðum, men tað er ikki
gjørt upp, hvussu nógvir
av teimum hava søkt um
lestrarbústað.
Men nú fara Bústaðir
undir eina lýsingaherferð
fyri at fáa tey lesandi sum
eru áhugað í eini lestraríbúð,
at melda seg upp í Bústaðir.
– Ein fortreyt fyri at fáa
lestraríbúð, er, at umsøkjarin
er limur í Bústøðum, og eru
lesandi. Og tey lesandi, sum
longu eru limir, fáa fyrst
tilboð um eina íbúð, áðrenn
nýggir limir sleppa upp í
part.
3000-5000
krónur í leigu
Enn er óvist, hvat tað fer at
kosta at leiga eina lestrar
íbúð frá Bústøðum.
– Tað fáa vit ikki at vita,
fyrrenn vit vita akkurát,
hvat byggingin kostar, sigur
Andrass Róin.
Men ein leyslig metin hjá
honum sigur, at íbúðirnar í
Kommunuskúlanum fara at
kosta ímillum 3000 og 5000
krónur um mánaðin at leiga.
Andrass Róin ásannar, at
hetta er dýr húsaleiga hjá
lesandi, men Bústaðir kann
ikki leiga íbúðir bíligari enn
tær í roynd og veru, kosta.
Skulu lesandi hava bíligari
íbúðir, er tað ein politiskur
spurningur, um tey skulu fáa
ískoyti til leiguna, ella um
lestrarstuðulin skal hækka,
ella um Bústaðir fær ískoyti
til at byggja lestrarbústaðir.
Í hesum samgonga kann
viðmerkjast, at hetta er ein
spurningur,
samgongan
hevur ætlað at gera nakað
við.
– Hetta er ein størri, hug
sjónarligur spurningur um,
hvussu politikararnir halda,
at umstøðurnar hjá lesandi
skulu vera, eisini tá ið hugsað
verður um, at treytirnar í
Danmark eru betri enn í
Føroyum.
Ført hevur ofta verið
frammi um, at tað er ein or
søk til, at ung í Føroyum fara
til Danmarkar at lesa, heldur
enn at lesa í Føroyum
Men í politikki er einki
vist, fyrrenn tað er samtykt
í
Løgtinginum.
Hinvegin
er stjórin í Bústøðum ikki
bangin fyri at liggja inni
brendur við fleiri lestrarbú
støðum, hóast eingi politisk
stig verða tikin fyri at fáa
húsaleiguna niður.
Hann vísir á, at leiguprís
urin á privata marknaðin
um er eisini rættiliga høgur,
so hann stúrir ikki fyri at
íbúðirnar fara at stand tóm
ar, sigur hann.
aki@sosialurin.fo
Grannar stúra fyri
Kommunuskúlanum
Áki Bertholdsen
– Ætlanin er í hvussu so er
ikki, at tað skal verða verri
enn í dag.
Á
borgarafundi
hós
kvøldið um, hvat ætlanin er
at brúka Kommunuskúlan
til, royndu umboð fyri
Tórshavnar Býráð at sissa
grannarnar hjá Kommunu
skúlanum
Ætlanin er at fáa meiri
lív í Kommunuskúlan við
lestraríbúðum, innandura
spælilandi,
kaffistovu,
skapandi verkstøðum, og
øðrum.
Samstundis er nýggja
Heilsuhúsið beint niðan
fyri, og har er eisini nógv
virksemi.
Men tað er týðiligt, at
grannarnir stúra fyri tí
afturvendandi trupulleik
anum, nevniliga parkerings
viðurskiftunum.
Grannarnir
hjá
K o m m u n u s k ú l a n u m
ivaðust ikki í, at virksemið í
Kommunuskúlanum fer at
føra nógva ferðslu við sær,
afturat tÍ ferðsluni, sum
longu er í sambandi við
Heilsuhúsið, sum er beint
niðanfyri skúlan.
Og fleiri av teimum
søgdu, at tey stúra fyri at
parkeringstrupulleikarnir
sum eru stórir sum er, fara
at verða enn størri.
Tey duga illa at ímynda
sær, hvar fleiri parkerings
pláss kunnu gerast og tey
vildu hava umboðini fyri bý
ráðið at lova teimum at út
vega fleiri parkeringspláss
í sambandi við Kommunu
skúlan.
Umboðini
fyri
Tórs
havnar
Býráð
royndu
at sissa tey. Tey skilja
trupulleikan væl, men tey
kundu ikki lova, at nøkur
parkeringspláss verða alt
fyri eitt. Men tey løgdu
dent á, at ætlanin er, at
tá ið Kommunuskúlin er
tikin í nýtslu aftur, skulu
parkeringsviðurskiftini
í hvussu so er ikki verða
verri enn tey eru nú.
Ein
ætlan,
sum
liggur
í kortunum, er at gera
parkeringspláss fram við
vegnum.
Men Tróndur Sigurðs
son, formaður í Byggi- og
Býarskipanarnevndini
hjá Býráðnum sigur, at
parkeringstrupulleikin
er eitt mál, býráðið tekur
í álvara og hann væntar
at um eitt ár, eru nógv
fleiri
parkeringspláss
í
miðbýnum.
aki@sosialurin.fo
Skulu
lesandi
hava
bíligari
íbúðir, er
tað ein
politiskur
spurningur
YVIR 60 NÝGGJAR
ÍBÚÐIR TIL LESANDI
NÆSTA ÁR
LESTRARÍBÚÐIR
Mánadagur 2. mai 2016 · Nr. 50
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nú er klárt at fara undir at gera lestraríbúðir í Kommunuskúlanum
í Havn, men Bústaðir hevur eisini aðrar ætlanir um lestraríbúðir