Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mai 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. mai 2016 · Nr. 50 LESTRARÍBÚÐIR Kommunuskúlin fær nú eina andlitslyfting 500 íbúðir um nøkur fá ár Áki Bertholdsen Í hesi vikuni verður farið undir at høvuðsumvæla gamla Kommunuskúlan mitt í Havnini, og at gera ein part av honum til lestrarbústaðir. Í hesum sambandi skulu tak og vindeygu skiftast, klædningurin skal skiftast, hann skal bjálvast, karnappar og altanar skulu gerast til ætlaðu lestraríbúðirnar og hann skal málast, allur sum hann er. Og innan skal hann eisini umvælast og reinsast fyri sopp. Samstundis verða tvey hol skorin ígjøgnum hann, soleiðis at skúlagarðurin eisini verður atkomiligur, bæði úr Tórsgøtu og úr Sjúrðargøtu. Endamálið er at gera hann av nýggjum, men tað skal gerast, uttan at broyta hann so nógv, at fólk ikki kenna hann aftur. Í hesum sambandi skal byggipallur setast upp rundanum skúlan og dúkur leggjast útyvir, so at allur skulin verður fjaldur. Hetta verður helst størsti byggi­pallur, sum hevur staðið uppi í Føroyum, og hann verður stand­andi til út á heysti, søgdu tey, sum løgdu ætlanina fram fyri almenning­in­um á borgara­ fundi hós­kvøldið. Tað er fyri at fáa sum mest burtur úr teirri ljósu og góðu árstíðini, tá ið skúlin skal gerast uttan og í vetur verður so farið inn at arbeiða. Tað er ikki heilt avgjørt, hvat skúlin skal brúkast til, og hvussu hann skal skipast. Men tað er greitt, at lestrar­bústaðir vera oman á auluni í lonini ímóti Sjúrðar­gøtu og í ovastu hæddun­um í lonini ímóti Tórsgøtu. Í sambandi við íbúðir­ nar, og skúlan annars, eru meiningin at lata so nógv av tí gamla sum gjørligt, verða ein partur av nýggja Kommunuskúlanum. Í veghæddini í lonini ímóti Tórsgøtu, verður hugsað um at gera kafé, men endamálið er, at úrvalið av mati skal vera bíligt, men heldur sunnari, enn tað er nógva aðra­ staðni. Aulan verður varðveitt sum aula, og Sangstovan skal brúkast til felagsrúm av onkrum slagi. Samstundis er ætlan­ in, at í kjallaranum í K o m m u n u ­s k ú l a n u m skulu høli verða til skap­ andi verk­staðir, og kanska annað skapandi virksemi, og fim­leikar­høllin verður innandura spæli­land. Samtundis verður vaski­ kjallari og súkkluskúrðar í veghæddini. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen Um trý ella fýra ár, hevur Bústaðir einar 500 íbúðir til leigu kring alt landið. Tað sigur Andrass Róin, stjóri í felagnum. Hann sigur, at í løtuni hevur Bústaðir 110 íbúðir til leigu í dag. Samstundis eru 130 íbúðir eru í gerð og hava eisini nógvar íbúðir undir fyrireiking, og sum vera klárar skjótt. So um trý ár ella fýra ár, hava vit einar 500 íbúðir til leigu kring landið, sigur Andrass Róin, stjóri í Bústøðum. Talan er um fleiri sløg av íbúðum, eisini lestraríbúðir, íbúðir til eldri og vardar íbúðir. Hinvegin sigur hann, at tørvurin á íbúðum er stórur, tí tað eru heili 2000 limir í Bústøðum, sum bíða eftir íbúð. So enn er nakað eftir á mál, áðrenn øll hava fingið tak yvir høvdið, sigur stjórin í Bústøðum. Arbeiðið byrjar nú og um tvær vikur kemur Føroya størsti byggipallur til Føroya, her hann verður settur upp rundanum Kommunuskúlan EINKI PRÝÐI Soleiðis sær Kommunuskúlin út í dag. Tað er synd at siga, at hann er eitt prýði fyri Havnina. Men tað verður hann skjótt BYGGJA NÚ Í næstu viku verður farið undir at fríðka um Kommunuskúlan, og at gera ein part av honum til lestraríbúðir. Men eisini í Vesturbýnum verða lestraríbúðir gjørdar í næstum