Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mai 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. mai 2016 · Nr. 50 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Ráðstevnan hjá Kris hós­ dagin byrjaði við, at 15 kvinn­ur, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, brutu tøgnina um sína søgu. Tøgn­ in er brotin stóð at lesa á lep­unum, sum tær bóru inn á pallin og síðani trinu tær fram, ein eftir ein, skræddu lepan og tveittu hann í skrell, sum eina ímynd av, at nú var tøgnin brotin, nú skuldi misnýtslan missa valdið á teim­um. Beinta M. Pedersen, for­ kvinna í Kris, samanbar tað, at vera kynsliga misnýttur við eitt beinbrot. Tá ein hev­ur brotið beinið, eru vit øll upp­tikin av, hvussu tað gong­ur við grøðingini. – Vit spyrja beinanvegin, var tað illa brotið? Mátti tú skurðviðgerast? Ert tú sjúkrameldaður? Hvussu so heima, fært tú hjálp til húsliga arbeiðið? Seinárinini av kynsligum ágangi eru eisini álvarsom, sigur Beinta M. Pedersen, sum kundi hugsað sær, at eitt við­gerðar­ heim varð sett á stovn. – Mong teirra, sum stríðast við seinárin eru longu á við­gerðarstovnum, bara, at nú eru tey á Heil­ brigdið ella á Blá­kross­heim­ inum ella á psykiatriska depli­num. Um tað var eitt við­gerðarheim til teirra, kundu tey fingið manga betri hjálp, sigur Beinta M. Peder­sen Annar av danunum, sum Kris hevði bjóða til Føroya, Kuno Sørensen, tosaði í sín­ um fyrilestri um, hvussu ein barnamisbrúkari sær út. Í okkara hugaheimi skal tað ónda vera ljótt. Tí gerast vit altíð so ovfarin, tá vit hoyra um onkran, ið hevur misnýtt børn. Eg visti ikki, at hann var ein sovorðin, siga vit tá. Hann sær jú ikki soleiðis út. – Trupulleikin er, at tað finst ikki eitt pedofilsmíl. Tað sæst ikki á teirra út­ sjónd ella atferð, at teir eru barnamisnýtarar. Og um vit vaksnu ikki megna at síggja mun, hvussu skulu børn so megna at verja seg fyri hesum fittu monnum og kvinnum? Har er jú einki at vera bangin fyri. Ódjór sleppa ikki at vera saman við børnum, men tað gera vanligir, fittir menn, segði Kuno Sørensen. Kuno Sørensen greiddi frá, at barnamisnýtarar eru sera ymiskir og koma frá ymiskum bakgrundum, bæði hvat viðvíkur tí sosiala, familju og í aldri. Oftast er tó talan um ein, sum barnið kennir og kanska er góð ella góður við. Og tá er tað, at tað gerst serstakliga svárt hjá barninum. – Eitt barn fær ógvuliga ilt við at fyrihalda seg til hendan dupultleikan, tá sami persónur kann vera bæði óndur og góður. Ágangurin gerst tá nógv meiri enn ein­ ans gerðirnar, men umfatar eisini álitisbrotið og svikið, sum barnið upplivir, sigur Kuno Sørensen. Barnið kennir seg svikið, snýtt og uppgivið. Álitið, sum barnið hevði, er vorðið mis­ nýtt til nakað ljótt. Hvønn kann tað nú hava álit á? Hvussu skal tað kunna verja seg móti øðrum misnýtarum, tá ein, sum var góður, brádl­ iga var óndur? Kuno Sørensen vísti á, at umframt at bera pínuna eftir misbrúkið innan í sær, verður barnið nú sett í eina aðra tvístøðu. Skal tað siga frá um ágangin ella skal tað bíta pínuna í seg? – Børn hugsa nógv og hugsa nógv um avleið­ing­ar­ nar av tí, tey gera. Tí koma børn skjótt til ta niðurstøðu, at tað fer at syndra familjuna, um eg sigi frá hesum. Kanska mugu mamma og babba skiljast og so mugu vit øll flyta. Børn velja tí heldur at bera loyndarmálið einsamøll. At bróta tøgninga vildi elvt til ruðuleika. So er betri at bíta pínuna í seg, sigur Kuno Sørensen. KYNSLIGUR ÁGANGUR Trupulleikin er, at eingin barnamisbrúkari er eins. Tí er so torført at verja okkara børn móti hesum ónda TÁ TANN GÓÐI GERST ÓNDUR Beinta M. Pedersen, forkvinna í Kris Kuno Sørensen, sálarfrøðingur hjá Red Barnet í Danmark