Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mai 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. mai 2016 · Nr. 50 KYNSLIGUR ÁGANGUR Hava hvørki mannagongd ella tilbúgving – Vit skylda okkara børnum, at tað umhvørvi tey ferðast í, er eitt trygt umhvørvi, sigur Jógvan Philbrow, sum tó ásannar, at flestu stovnarnir onga tilbúgving hava um kynsligan ágang Danjal av Rana Kuno Sørensen, annar av donsku sálarfrøðingunum, sum Kris hevði bjóðað til Føroya at tosa á ráðstevnuni, umtalaði dagstovnarnar, sum eitt tað tryggasta stað­ ið hjá børnunum at vera, vísandi til, at nærum allur kynsligur ágangur móti børn­um fer fram heima. Sam­stundis sigur heildar­ ætl-anin um kynsligan ágang, sum varð handað lands­stýriskvinnuni í al­ manna­málum í fjør, at allir dag­stovnar skulu hava eina tilbúgving á økinum. Tí vakti tað undran, tá Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, segði, at føroysku dagstovnarnir ong­ar mannagongdir ella til- búgving hava um kyns­ligan ágang. Jógvan Philbrow, kom við teimum mest órógvandi tíð­ indunum á ráðstevnuni hjá Kris um kynsligan ágang. Sambært formanninum í Føroya Pedagogfelag, hava flestu stovnar í landinum hvørki mannagongd ella nakra tilbúgving, tá tað kem­ ur til kynsligan ágang. Jógvan Philbrow hug­ leiddi um, hvørt orsøkin kanska var manglandi seksual­undirvísing hjá peda­ gog­unum sjálvum, tá teir gingu í skúla. – Um evnið er ónátúrligt hjá okkum at tosa um, er sera torført at skula fyrihalda seg til hendan trupulleikan á arbeiðsplássinum. Tá er kanska lættari at arbeiða við øðrum evnum, sum eru nemmari at fyrihalda seg til, so sum tilbúgving og rým­ingarætlanir í samband við eldsbruna, sigur Jógvan Phil­brow. Jógvan Philbrow harm­ aðist eisini um manglandi fyri­reikingartíð. – Okkara limir eru til arbeiðis langt út á seinna­ part­in og skulu so møta aft­ ur tíðliga morgunin eftir. Teir hava nógv at gera og eingin tíð er til at seta av til fyrireiking, uttan ein ella tveir ráðlegginardagar um árið. Tá er væl skilligt, at arbeiðið at gera eina til- búgving um kynsligan ágang verður niðurraðfest, sgur hann. – Vit skylda okkara børn­um, at tað umhvørvi tey ferðast í, er eitt trygt um­hvørvi. Tí er neyðugt, at meiri tíð verður sett av til fyrireiking, eins og at normeringin á stovnunum má hækkast. Vit mugu tryggja, at tað eru nokk starvs­fólk, til dømis, at tað ongantíð einans er eitt starvsfólk til arbeiðis, sigur Jógvan Philbrow. Eitt annað tiltak, sum Jógvan Philbrow gjarna skuldi sett í verk sum skjót­ ast, er at førleikamenna limir sínar innan økið. – Kanska skuldi undirvís­ ing um kynsligan ágang og at taka sær av børnum, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, gjørst partur av útbúgvingini sum námsfrøðingur. Ein ann­ar møguleiki er at senda okkara limir á ráðstevnur um evnið, sigur hann. Jógvan Philbrow sigur, at av tí, at eingin stovnur hevur eina slíka tilbúgvingarætlan, er tað eitt stórt arbeiði, sum liggur fyri framman. Hann kundi tí hugsa sær at fingið kunning um, hvussu gjørt verður aðrastaðni. – Hóast ein av okkara fremstu uppgávum er at veita eitt trygt stað hjá børn­unum, so vil eg ikki siga nakran stovn ringan fyri ikki at hava nakra tilbúgving á økinum. Starvsfólkini eru snøgt sagt ikki ílatin til uppgávuna. Tað krevur nógv meiri, enn at eitt einstakt starvs­fólk á stovninum hevur áhugað í evninum. Tað krevur, at øll fáa eina grundleggjandi vitan um evnið og saman kunnu seta eina tilbúgving í verk, sigur Jógvan Philbrow. Støðan er betri á skúlunum – Vit hava fastar mannagongdir og sjálvandi skerpaða fráboðanarskyldu hvat kynsligum ágangi viðvíkur, sigur Hanus Joensen, formaður í Skúlaleiðarafelagnum. Danjal av Rana Meðan dagstovnarnir ikki hava tilbúgvarætlan ella mannagongdir á økin­um, stendur betri til á skúl­un­ um. Tað vil í øllum før­um Hanus Joensen, skúla­stjóri í Skúlanum á Fløtum og for­ maður í Skúla­leiðara­fe­lag­ num. – Fyrst og fremst hava vit altíð eygu og oyru opin fyri tílíkum og tað er sera týdningarmikið, at øll, sum arbeiða á skúlanum hava tað fyri eyga, sigur Hanus Joen­sen, sum sigur, at starvs­ fólkini á skúlanum vita, at tey skulu taka tekin um kynsligan ágang í størstum álvara. Hann sigur, at á ser­náms­ frøðiliga økinum er kyns­ ligur ágangur ein partur av evninum og harumframt eiga lærararnir eisini at hava ein grundleggjandi kunn­ leika til evnið, so at teir kunnu leggja til merkis, um ein næmingur vísir tekin til kynsliga misnýtslu. Øll starvs­fólkini hava eisini skerp­aða fráboðanarskyldu í slíkum málum, sigur hann. – Vit hava fastar manna­ gongdir, har vit siga frá og hava sálarfrøðingar bæði í skipanini og hjá ser­námi. Halda vit, at tað er grund­ aður illgruni til nakað slíkt, so sum stagnation hjá einum barni ella rolluspæl, so boða vit beinanvegin frá. Tað er nakað, sum vit ganga øgiliga høgt upp í, sigur Heðin Joen­ sen. Um grundaður illgruni er um, at kynsligur ágangur er orsøk til atferðsbroytingar hjá einum næmingi, verð­ ur beinanvegin boða frá til sernám og sosialu myndug­ leikarnar. Heðin Joensen held-ur, at yvirhøvur eru manna- gongd­ir settar í verk á skúl­ um um landið og ivast ikki í, at allastaðni royna tey at gera sítt besta. Tó vildi tað uttan iva verið gott at kunna bjóða lærarum á skeið innan øki, soleiðis at starvsfólkini kundu hildið seg dagførd. Hanus Joensen sigur, at tað er sera sjáldsamt, at støður koma fyri, har lær­ar­ ar eru einsamallir við næm­ ingum og heldur tí ikki, at nakar størri vandi er fyri, at næmingar skuldu verið fyri kynsligum ágangi frá lærarum í skúlatíðini. – Eg kenni einki til tílíkar trupulleikar í Føroyum og vænti heldur ikki, at tað kem­ur fyri, sigur hann. Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag Hanus Joensen, formaður í Skúlaleiðarafelagnum