Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mai 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. mai 2016 · Nr. 50 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Olga Fríðunn Olsen var átta ára gomul, tá marran byrjaði. Næstu fimm árini var hon regluliga kynsliga misbrúkt av einum eldri manni. Hon hevði tó ongantíð dirvi at siga nøkrum øðrum frá mis­ brúkinum og trongdi tað í staðin burtur. Ikki fyrr enn hon, 21 ára gomul, valdi at bróta tøgnina til eina ráð­ stevnu hjá Kris fyri fýra ár­ um síðani. – Nú havi eg lært meg, við góðari hjálp frá Kris, at liva við misbrúkinum og ikki í misbrúkinum, sigur Olga Fríð­unn Olsen. Á ráðstevnuni hjá Kris hósdagin fortaldi hon ann­ a­n part av søguni. Hesa ferð snúi søgan seg um hvussu tað var at fara til løg­regluna og melda hann, ið hevði misbrúkt hana. Heldur ikki tað hevur verið nøkur sólskinssøga. Olga Fríðunn Olsen sigur, at hon ímyndar sær sína saks­mappu. Fýrakantað, úr plasti, við ørkum í, men tí­ verri rættiliga støvut og ikki ser­liga slitin. Hoyrdi einki í fimm mánaðir Fyri góðum tveimum árum síðani, í januar 2014 tók Olga Fríðunn Olsen mót til sín og meldaði misbrúkaran til løgregluna. Tað skuldi tó vísa seg at vera byrjanin á eini leið, ið enn ikki er kom­in á mál. Tvey ár og fýra mán­ aðir seinni er málið enn ikki komið fyri rættin. – Nú eru vit í apríl 2016. Síðani eg meldaði, havi eg fullført HF og lisið sálarfrøði í Keypmannahavn í skjótt tvey ár. Men eg havi enn ikki lisið sálarfrøði uttan at hava eitt politimál, eina rættarsak, hangandi yvir mínum høvd­ ið, sigur Olga Fríðunn Olsen, nú tað eru 831 dagar síðani hon meldaði málið. Frá tí at hon meldar málið og til løgreglan fyrstu ferð seta seg í samband við hana, ganga nærum tveir mánaðir. Síðani ganga nærum tríggir mánaðir afturat, uttan hvørki orð ella eið frá løg­ regl­uni. Olga Fríðunn Olsen býr í Keypmannahavn, men skal til Føroya í summarferiuni. 6. juni setur hon seg tí í sam­ band við løgregluna aftur og boðar frá, at hon vil gjarna avhoyrast í summar, so at mál­ið kann koma víðari. Fyri­bils hevur hon einans meld­að og síðani sent ein teldu­post, har hon greiðir frá, hvat henni er hent. Av kriminaldeildini lova tey, at hon skal fáa svar sum skjót­ ast. Tríggjar vikur seinni er einki hent, so hon ringir aft­ ur á løgreglustøðina, men kann einans leggja eini boð til rætta viðkomandi. 10 dag­ar seinni, er fram­vegis einki nýtt at frætta frá løg­ reglu­støðini, tá sendir Olga Fríðunn Olsen aftur ein KYNSLIGUR ÁGANGUR BÍÐAR Á TRIÐJA ÁRI 21. januar 2014 meldaði Olga Fríðunn Olsen mannin, sum misnýtti hana frá hon var átta til trettan ára gomul. Hálvt triðja ár seinni er málið enn ikki komið fyri rættin Hesa tíðarlinjuna hevur Olga Fríðunn Olsen gjørt um gongdina í málinum