Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mai 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. mai 2016 · Nr. 50 KYNSLIGUR ÁGANGUR teldupost og hesa ferð hiln­ ast betri. Fýra dagar seinni fær hon svar og dato verður sett á fyri, nær hon skal til avhoyringar. Avhoyringin útsett Seinast í juli setur Olga Fríð­ unn Olsen seg í bussin úr Klaksvík til Havnar, har hon skal avhoyrast. – Eg var ræðuliga bangin. Nú skuldi setast hol á um­ aftur, og hesuferð fyri einum heilt fremmandum persóni. Tað var ikki nemt, men eg kláraði at seta meg upp til tað, og hevði onkurvegna ein kampgeist innaní mær. Hon skuldi tó uppliva enn eitt afturstig. Tá hon kemur til Havnar fær hon at vita, at løgreglumaðurin, ið skuldi avhoyra hana, er farin í feriu. So avhoyringin var útsett hálvanannan tíma. – Øll luftin fór úr ballón­ ini, og har stóð eg sum ein idiot – soleiðis føldi eg meg veruligani – bang­ nan, keddan og býttan. Av­ hoyringin tók eini 2 tímar og gekk sum so fínt. Aftaná vóru kenslurnar sera bland­ aðar, mest negativar – nú var ikki meira eg kundi gera, men eg var eisini stolt av mær sjálvari, sigur Olga Fríðunn Olsen. Nú helt hon, at gongd fór at koma á málið, at fyrstu stigini nú vóru tikin og alt fór at ganga frameftir. Kom­ andi hálva árið sendir Olga Fríðunn Olsen seks teldu­ postar og ringir átta ferðir til løgreglustøðina. Av øllum hesum, fær hon einans svar á tveir teldupostar, har boð­ skapurin er, at hon skal vera tolin og bíða. – Eg trúgvi ikki tey vita hvussu tað er at bíða í ein­ um slíkum málið! Ikki at verða hoyrdur, sæddur og viðurkendur, sum annars er tað einasta eg hevði brúk fyri og vildi ynskt. Í hesum tíðarskeiði velji eg eisini at byrja at ganga til sálarfrøðing, tí eg føli meg so lítlan og lítið verdan – hugurin til útbúgving, vinir og bara at koma út úr songini hvønn morgun mink­aði fyri hvønn dag. Eisini verið eg uppsøgd frá mínum lestrarstarvi, tí eg simpelthen ikki fái tikið meg saman til nakað sum helst, sigur hon. Eitt ár seinni Síðst í februar 2015 ringir telefon hennara. Í hinum endanum er ein fremmand løgreglukvinna, sum sigur, at framyvir er tað hon, ið skal taka sær av málinum. Hon veit eisini at siga, at meldaði maðurin ikki er av­ hoyrdur enn, 13 mánaðir eftir, at hann varð meldaður og sjey mánaðir eftir, at Olga Fríðunn Olsen varð avhoyrd. Mitt í mars verður so meld­aði maðurin endiliga av­ hoyrdur, 14 mánaðir eftir, at málið bleiv meldað. Komandi tveir mánaðirnar ringir Olga Fríðunn Olsen átta ferðir til løgregluna fyri at fylgja málinum upp. Einasta svarið hon fær er, at einki nýtt er at frætta. Ikki fyrr enn mitt í juni, tá løgreglan boðar frá, at kanningararbeiðið nú er liðugt, og at málið nú verður handað ákæruvaldinum. Málið lendir tó ikki hjá ákæruvaldinum fyrr enn 23. juli, men ikki fyrr enn mitt í septembur verður ein ákæri settur á málið. Nú eru 21 mánaðir síðani málið var meldað, 14 mánaðir síðani Olga Fríðunn Olsen varð av­hoyrd og hálvt ár síðani skuldsetti varð avhoyrdur. – Eg fái eisini at vita, at innanfyri tvær vikur verður støða tikin til, um málið skal í rættin ella ikki, og eg fái bræv við svarið uppá hetta, sigur hon. – Eg blívi sjálvandi bæði spent og bangin, men mest av øllum alvorliga lættað – tí nú fái eg eitt svar, endiliga. Men eftir at hava gingið og kannað postkassan minst 2, 3 ferðir um dagin í tvær vikur, ringi eg aftur til ákæruvaldið. Nei, nú skuldu tey innheinta fleiri persónsupplýsningar um mannin, so enn er einki hent. Í novembur fær Olga Fríð­ unn Olsen at vita, at málið væntandi skjótt kemur fyri rættin. Samstundis fær hon tó eisini boð um, at hon hevur fingið nýggjan hjá­ sita, tí tann fyrri hon fekk arbeiðir á somu skrivstovu sum verjin hjá ákærda mann­inum. Olga Fríðunn Olsen heldur tað snøgt sagt vera ov vánaligt, at tílíkt ikki varð kannað, áðrenn hon fekk hjásitan útnevndan. – Eg føli meg aftur sum eitt offur, at eg ikki verið tikin seriøst, og bara verið slept uppá fjall – kasta runt í eini kyniskari og kaldari skipan, akkurát sum ein saks­mappa, sigur hon. Tvey ár seinni Í februar, nú eru vit í 2016, ringir hon aftur og fær tá at vita, at ákæruvaldið bíðar eftir eini sálafrøðiligari met­ ing av skuldsetta manninum. Nú er apríl 2016, og enn verður bíðað eftir ákæru­ valdinum, sum bíðar eftir psykiatriska deplinum. – Nú standi eg so her, og eg bíði enn. Eg havi ígjøgnum hesa perioduna síðani eg meld­aði, tosað við øðiliga nógv fólk. Summi hava verið fitt og blíð, men oftast havi eg følt, at tey hava virka troytt av mær, sigur hon og við­gongur, at hon sum frá líður hevur ilt við at síggja ljós fyri tunnilsmunnan. – Eg eri so troytt. Eg hati, at eg skal siga hetta, men eg ivist also í, um eg hevði meldað, um eg visti, at hetta var tað eg skuldi í gjøgnum. Og tað er alvorliga langt úti, tí sjálvandi skal tað meldast, tað er kriminelt, sigur Olga Fríðunn Olsen. Tað er í dag 831 dagar síð­ ani Olga Fríðunn Olsen meld­ aði. 119 vikur. 27 mánaðir. Skjótt tvey og eitt hálvt ár. – Mítt størsta og hægsta ynski er, at hetta málið er liðugt áðrenn 1. juni í ár, av­ sluttað. Soleiðis at eg kann fara til eksamiu, uttan at hugsa um tað. Soleiðis at eg kann blíva 25 ár, uttan at rættarsakin fyllir alt. So­leiðis at eg kann halda summar­feriu, uttan at verða kedd, óð og frustrera. Og soleiðis at eg kann byrja við lesnaðinum aftaná feriuna aftur, uttan eitt følilsi av at onki verða verda. Men alt hattar virkar mest sum ein fjarður dreymur, sigur Olga Fríðunn Olsen. danjal@sosialurin.fo Hesa tíðarlinjuna hevur Olga Fríðunn Olsen gjørt um gongdina í málinum