mánadagur 2. mai 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. mai 2016 · Nr. 50
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KYNSLIGUR ÁGANGUR
Psykiatriski depilin er
størsti fløskuhálsurin
– Mál um kynsligan ágang, um harðskap og har skuldsettu eru undir 18 ár, hava
altíð hægstu raðfesting hjá okkum, og skulu avgreiðast skjótast gjørligt, bæði av
løgregluni og av ákæruvaldinum, sigur Martin Gravesen, varafúti.
Danjal av Rana
Lógin sigur millum annað,
at løgreglan so skjótt sum
møguligt skal skriva eina
frágreiðing
og
avhoyra
vitni í málinum, tá eitt mál
verður meldað, men tað er
eyðsæð, at okkurt rusk er
í skipanini, tá tað tók yvir
eitt hálvt ár áðrenn Olga
Fríðunn Olsen varð avhoyrd
og yvir eitt hálvt ár afturat,
áðrenn
meldaði
maðurin
varð avhoyrdur.
Martin Gravesen, vara
fúti, arbeiðir í ákæruvald-in
um, sum hevur havt málið í
hendi síðani juli 2015. Hann
kennir ikki nágreiniliga til
gongdina í hesum málinum
og kann tí ikki siga stórvegis
um hví, tað hevur tikið so
langa tíð, men hann skilir
væl, at Olga Fríðunn Olsen
ótolnast, um tað vísir seg at
vera satt.
– Tað er tó ofta so, at vit
mugu hava eina sálarliga
kanning
av
skuldsettu,
og tíverri er tað so, at tað
kann taka sera langa tíð
at
fáa
slíkar
kanningar
gjørdar. Tað er serstakliga
óheppið, tá talan er um slík
mál um kynsligan ágang,
tí vit jú skulu viðgera slík
mál skjótast gjørligt, sigur
Martin Gravesen.
Hann sigur, at orsøkin
til, at slík mál fáa hægstu
raðfesting, er fyrst og fremst
vegna tey órættaðu.
– Fólk ynskja at fáa ein
enda á slíkum málum sum
skjótast, tí tað er jú ein belast
ningur fyri tey, sigur hann.
Hava kært sína neyð
til Landssjúkrahúsið
Martin Gravesen sigur, at
ákæruvaldið
hevur
kært
sína neyð til Landssjúkra-
húsið og at tey samskifta um,
hvussu málini kunnu loysast
skjótari.
– Tí eru vit í ákæruvald
inum eisini ørkymlaði um,
at tað kann taka so langa tíð
at fáa svar frá psykiatriska
deplinum. Tað vit kunnu
gera, og sum vit eisini gera, er
at heita á Landssjúkrahúsið
og psykiatriska depilin um
at fáa svar aftur skjótari, og
vit eru í áhaldandi samskifti
við Landssjúkrahúsið um,
hví tað tekur so langa tíð. Tí
tað tekur ov langa tíð, sigur
Martin Gravesen.
– Svarið frá Landssjúkra
húsinum er, at talan er um
starvsfólkamangul.
Vit
mugu jú ásanna, at Lands
sjúkrahúsið
eisini
hevur
aðrar
uppgávur
enn
at
gera sálarligar kanningar
av fólkum fyri okkum, tey
hava jú eisini fólk í viðgerð.
Svarið frá teimum er tó,
at tey hava torført við at
gera uppgávurnar so skjótt,
sum vit skuldu ynskt, sigur
Martin Gravesen.
– Tað er ein afturvendandi
trupulleiki í slíkum málum,
sigur Martin Gravesen.
Martin Gravesen kennir
ikki nágreiniliga til málið hjá
Olgu Fríðunn Olsen, og veit tí
ikki at siga, hví tað tók tveir
mánaðir, frá at málið varð
handað ákæruvaldinum til
ein ákæri varð settur á málið.
– Tað kunnu vera fleiri
orsøkir til tess. Hetta var
á sumri, so møguliga var
onkur í summarfrí. Hin
vegin er tað altíð talan um
raðfesting. Møguliga vóru
onnur mál meiri átrokandi
júst tá, vit eru jú ikki so
nógvir ákærar, sigur Martin
Gravesen, sum tó ikki vil
siga, at ákæruvaldið er ov illa
mannað.
– Tað vildi sjálvandi verið
deiligt við fleiri ákærum,
men tað er ikki realistiskt,
at manningin verður økt. Eg
haldi tó ikki, at vit eru ov fá
í mun til arbeiðs-byrðuna, tó
at tað til tíðir er nógv at gera,
sigur hann.
Torført við
gomlum málum
Hvat kanningararbeiðinum
annars viðvíkur, so sigur
Martin Gravesen, at tað er
ein stór avbjóðing, at fólk í
slíkum málum um kynsligan
ágang, ofta meldað málið
langt eftir, at hendingarnar
hendu.
– Tá hava vit eingi tekn
isk
prógv,
sum
kunnu
nýtast, eingi ástøð, sum vit
kunnu kanna, umframt at
tað sera sjáldan eru vitni
til slík mál. Hetta setur
ofta størri krøv til kann
ingararbeiði, tí verri verður
at samla prógvini, ið skulu
til fyri at reisa ákæru og fáa
skuldsetta mannin dømdan.
Men tað er als ikki so, at vit
liggja inni og bøla á málum,
sum hava við harðskap ella
kynsligan ágang at gera,
tey hava sum sagt fremstu
raðfesting. Trupulleikin er
sum oftast, tá vit bíða eftir
frágreiðingum
uttanífrá,
sigur Martin Gravesen.
Ein trupulleiki við, at
málini blíva so gomul, er at
dómarin, tá revsingin skal
ásetast, skal taka atlit at
tíðini, sum er gingin síðani
hendingarnar fóru fram og
síðani málið varð meldað.
Herfyri fekk ein maður,
sum varð dømdur fyri neyð
tøku eina linari revsing, tí
málið nú var nærum tvey
ára gamalt. Í fjør fingu tveir
menn, annar dømdur fyri
fíggjarsvik, hin fyri millum
annað
blygnaðarskemd,
treytaðar dómar, tí málini
móti teimum eisini vóru
fleiri ára gomul. Í málinum
hjá Olgu Fríðunn Olsen eru
longu 16 ár síðani kynsligi
ágangurin byrjaði og hálvt
triðja ár síðani hon meldaði
málið. Fyri hvørja viku sum
gongur, gerst meiri sannlíkt,
at ákærdi maðurin, um hann
verður funnin sekur, fær ein
linari dóm, tí tíðin virkar í
hansara fyrimun.
– Tað stendur beinleiðis í
lógini, at aldurin á málinum
kann
vera
ein
linnandi
faktorur, tá revsingin skal
ásetast, so tað bæði kann og
skal dómarin taka atlit til,
sigur Martin Gravesen.
Manningin er ov lítil
Tórmóður Stórá ásannar, at psykiatrisku kanningarnar taka ov langa
tíð, men sigur, at tað er ein spurningur um raðfestingar.
Danjal av Rana
Tað er rætt, sum Martin
Gravesen sigur, at psyki
atrisku metingarnar taka
langa tíð og eisini longri tíð
enn bæði við og ákæruvaldið
vildu ynskt, sigur Tórmóður
Stórá, leiðari á psykiatriska
deplinum.
Tórmóður Stóra vil tó
ikki hava sitandi á sær, at
tað í júst hesum málinum
er psykiatriski depilin, sum
dregur málið út.
– Málið kom á borðið
hjá mær í januar 2016. Eg
havi sostatt havt tað í fýra
mánaðir, meðan løgreglan
hevði málið í 24 mánaðir áðr
enn tað. So eg vil ikki siga, at
tað er psykiatriski depilin,
sum ger, at júst hetta málið
dregur út, sigur Tórmóður
Stórá.
Tórmóður Stórá sigur, at
tað er ymiskt, hvussu langa
tíð tað tekur at gera eina
sálarfrøðiliga meting. Tað er
eyðsæð stórur munur, um
talan er um fólk, sum eru
kend í skipanini hjá psyki
atriska deplinum ella um tað
eru fólk, sum tey ongantíð
hava møtt fyrr.
– Í málum um siðamisbrot
er ofta talan um gomul mál
og tá er spurningurin, um
vit skulu lýsa støðuna hjá
ákærda, sum hon er í dag,
ella hvussu hon var, tá hend
ingarnar fóru fram. Um
so er, so verður talan um
eina longri tilgongd, har vit
mugu innheinta vitan frá
øðrum pørtum, til dømis
skúlaverkinum ella Sernám,
og tá taka mál sjálvandi
longri tíð, sigur Tórmóður
Stórá.
Tórmóður Stórá er tó
samdur í, at tað til tíðir
gongur ov seint og sigur at
orsøkin til tess er, at mann
ingin á deplinum er ov lítil.
– Vit hava ofta meiri
átrokandi uppgávur, har vit
mugu veita sálarliga viðgerð
heldur enn at arbeiða við ein
um máli, sum liggur eini 10-
15 ár afturi í tíð. Tað ofta ein
spurningur um raðfesting,
tá manningin er so lítil, sigur
hann.
Hann váttar, at ákæru
valdið hevur gjørt vart við
sína ónøgd og sigur, at ar
beitt verður við at finna eina
loysn. Nú er talan um at fáa
hjálp úr Danmark at gera
mentalkanningar,
tá
tær
mangla.
– Vit ætla at gera eina
avtalu við læknar í Danmark,
sum kunnu koma til Føroya
at gera mentalkanningar. So
kunnu vit gera fyrireikandi
arbeiði her heima, áðrenn
viðkomandi kemur. Tað er
tó ikki so lætt at fáa fatur
á læknum, ið vilja arbeiða á
hendan hátt, sigur Tórmóður
Stórá.
Martin Gravesen, varafúti
Tórmóður Stórá, yvirlækni
í psykiatriska deplinum