mánadagur 2. mai 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 2. mai 2016 · Nr. 50
KJAK
Her liggur almikið á láni
Jógvan Arge
býráðslimur fyri Tjóðvelkdi
Íløgujáttanin hjá
TK hevur sein
astu trý árini lig
ið millum 263 og
299 mió kr. Tá eru
framfluttar íløgu
játtanir
tiknar
við. Tær framfluttu játtanirnar
hava hesi árini ligið ímillum 108 og
167 mió kr. Sostatt hevur kommun
an seinastu árini einans framt um
leið helvtina av ætlaðu íløgunum
fyri árið.
Á roknskapinum skilst, at fram
flytingin av íløgum frá 2015 til
2016 verður ikki minni enn 155 mio
krónur. Hetta er meir enn helvtin
av tí, sum varð sett av til íløgur í
fjør.
Grannskoðarin er ikki fegin um
hesa gongd. Hann sigur, at av tí,
at skattaprosentið verður ásett í
mun til rakstrarætlan og íløgu og
útlánsætlan kann hendan manna
gongd vera óheppin.
Tí mælir grannskoðarin enn
eina ferð til, at mannagongdin
verður broytt soleiðis, at játtanin
fyri hvørt árið sær endurspeglar,
hvørjar íløgur kommunan kann
væntast at fremja í árinum, sum
ætlanin fevnir um.
Meirnýtsla góðkennast
beinanvegin
Sambært kommunustýrisskipanini
skulu tær ymsu nevndirnar ansa
eftir, at brúktir verða ikki fleiri
pengar, enn avsettir eru á fíggjar
ætlanini ella eru játtaðir við ser
stakari viðtøku. Býráðið kann eisini
veita eykajáttan við tveimum sam
tyktum við 14 daga millumbili.
Við hvørja eykajáttan skal vísast
á, hvussu hon verður fíggjað. Í
farna ári hevur verið meirnýtsla á
einstøkum greinum í rakstrinum,
sum ikki hevur neyðuga játtan.
Vanliga mannagongdin er, at
málini verða tikin til viðgerðar
samstundis sum ársroknskapurin
verður góðkendur.
Grannskoðanin mælir til, at
farið verður til eina mannagongd,
har meirnýtslan verður góðkend í
býráðnum, so skjótt sum staðfest
verður, at ein játtan ikki fer at
halda.
Eldraøkið pínur
Kommunan hevur havt eitt gott ár
við inntøkum. Tann stóri vøksturin
stavaði frá játtanini til eldraøkið,
sum lá um einar 140 mió kr. Hetta
vísti seg kortini ikki at vera nóg
mikið til at reka økið, so vit komu
har út við einum halli upp á 10
milliónir krónur.
Í hesum árinum hava vit eisini
longu staðfest, at hall verður á
hesum rakstri. Tí er neyðugt sum
skjótast at gera sær greitt, hvussu
Tórshavnar býráð á besta hátt
kann reka eldraøkið forsvarliga
fíggjarliga og forsvarliga mótvegis
teimum, sum vit skulu tæna.
Ein víðkað heimatænasta er ein
leið. Men tað gerst neyvan eftir
einum degi, og tí kunna vit rokna
við, at útreiðslurnar til eldraøkið
eina tíð verða upp á seg heldur
størri, enn tær høvdu verið, um
økið hevði verið skilabetri rikið,
meðan landið sat við tí.
Stórar skattainntøkur
Skattainntøkurnar í 2015 vóru
størri, enn býráðið roknaði við, tá
fíggjarætlanin varð gjørd. Í kassan
runnu ikki minni enn 72 mió kr meir
enn væntað. Tað er hugaligt, men
minni hugaligt er, at teir pengarnir
støðast ikki í kommunukassanum.
Í fyrstu syftu varð mælt til eina
játtan til ymisk øki upp á 14 mió kr
og síðani eina upp á slakar 17 mió
kr. Til hendan fundin hevur ein
meiriluti í fíggjarnevndini mælt til
at býta út 38,5 mió kr aftrat í ymsar
ættir.
Tað virkar febrilskt, at býráðs
limir eru so altráir at brúka peng
arnar, sum koma ov nógv inn, tá vit
samstundis standa við tí veruleika,
at heilar 154 milliónir av ætlaðum
íløgum í fjør ikki eru brúktar. Er
tað so umráðandi at fáa pengar
til vega, so mátti verið so líkatil at
umraðfest meirnýtsluna burtur av
teimum 154, sum kortini standa og
gána.
Nógv á láni
Tað er gleðiligt, men lítið at undrast
á, at lánsbyrðan hjá kommununi er
minkað seinastu árini. Samgongan
hevur ikki fingið upp í lag at seta
nakað stórvegis í verk. Dømi um
tað eru bæði Musikkskúlin og
Skúlin á Fløtum v.m.
Samanumtikið hevur politikk
urin í stóran mun verið merktur av
tilvildarligum átøkum í eystur og
vestur; ein ætlan í dag, ein onnur í
morgin og ein triðja í ovurmorgin.
Ei dáni í, at havnarfólk eru farin at
leingjast eftir, at Tórshavnar býráð
fær savnað seg um at taka verulig
stig til frama fyri kommununa.
Her liggur almikið á láni.
Ætlaða yvirtøkan av útlendingamálum verður kostnaðarmikil og fer at trýsta umsiting og politikarar
út í óynsktar gegnistrupulleikar – og yvirtøkan hevur als einki við sjálvsavgerðarrætt at gera
Vestarabryggja
aftur á beint
Jógvan Arge
býráðslimur fyri Tjóðvelkdi
Fólk hava við undran fylgt við í
teimum mongu kommunalu hús
ætlanunum í Havn. Eitt úrslit av
hesum glymurdansi var, at vinnan
á Vestarubryggju fekk nokk.
Í grundini vóru tað Tórshavnar
kommuna og Tórshavnar havn,
sum fingu vinnulívið at reisa seg.
Býráðssamgongan barslaði fyrst
við eini ætlan um at flyta alla sína
umsiting í ætlaða Sjóvinnuhúsið í
gomlu Saltsøluni við býráðssali í
sjálvum toppinum á siluni.
Síðani bjóðaði Tórshavnar havn
Sjóvinnuhúsið til sølu ella leigu.
Smyril Line bjóðaði seg fram
at leiga húsið til hotell. Í samráð
við Tórshavnar kommunu varð
samstundis løgd fram ein ætlan
um fyri kommunalar pengar at
gera Bacalao til eitt frítíðarparadís.
Báðar hesar ætlanirnar gingu
vinnuni á Vestarubryggju ov nær.
Hjá henni ráddi um at gera vart við
seg, áðrenn allur bryggjukanturin
endaði sum umsiting ella undir
hald.
Bryggjukanturin er lívæðrin
Fyritøkurnar á Vestaru bryggju
siga seg vilja menna økið. Tær
síggja møguleikar bæði í Sjó-
vinnuhúsinum og gamla Bacalao,
og menningin á Vestarubryggju
eigur at verða tengd at sjóvinnu og
tænastu í hesum sambandi.
Fær vinnan møguleikan at fóta
sær, roknar hon við, at hugskot fara
at stinga seg upp.
Fyritøkurnar leggja dent á, at
bryggjukanturin er teirra lívæðr.
Har arbeiða eini 2-300 fólk, og
arbeiðsplássini eru økt eini 50 %
seinastu fimm árini.
Í 2015 løgdu 444 skip at bryggju
har móti 372 í 2013. Umsetningurin
er einar 7-800 mió kr, og virksemi er
allan sólarringin.
Fyritøkurnar meta tær ymsu
ætlanirnar, ið hava verið frammi
í seinastuni, sum sína serligu av
bjóðing, tí tær sampakka ikki við
vinnuna.
Samanumtikið er teirra meting:
“Vinnuvirksemi og fyrisiting/undir
hald hóska ikki saman, tí virksemið
í havnaøkinum er eyðkent av gangi
við arbeiði um kvøldið og náttina,
órógv av ferðslu og lossing og neyð
ugum denti á trygd, tí stór amboð
verða brúkt”.
Ætlanin við Sjóvinnuhúsinum
var upprunaliga at gera tað til ein
týðandi tátt í einum tænastudepli
til sjóvinnuna í Tórshavnar havn.
Skal ikki meir fara fyri bakka,
ræður nú um, at eitt virkið vinnulív
meðvirkar til at fáa ætlanirnar
vestan fyri aftur á beint.
Ætlaða yvirtøkan av útlendingamálum verður
kostnaðarmikil og fer at trýsta umsiting og politikarar
út í óynsktar gegnistrupulleikar – og yvirtøkan
hevur als einki við sjálvsavgerðarrætt at gera
Gevið fakfeløgunum
tenninar aftur
Sosialistisk Ung
Undanfarna samgonga trekti tenninar úr fakfeløgunum, tá hon
longdi freistina at boða frá verkfalli úr 24 tímum upp í 48 tímar.
Hetta tekur fullkomiliga megina úr sterkasta amboðnum, sum
fakfeløgini eiga, tí at arbeiðsgevarin fær tíð til at fyrireika seg til
verkfallið – og tá stendur arbeiðarin uttan nakra ávirkan, tá arbeiðið
loksins verður niðurlagt.
Í løtuni finnast sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum, sum ikki
eru dagførdir í fleiri ár. Hetta líkist ongum, og tað er ein beinleiðis
avleiðing av, at avleiðingarnar eru so lítlar, tá krøv um betri rættindi
ikki verða møtt!
Tað einasta rætta í verandi støðu er hetta: At sitandi samgonga
styttir freistina at boða frá verkfalli, so at hon aftur er 24 tímar.
Við javnaðar- og arbeiðarakvøðu