mánadagur 2. mai 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. mai 2016 · Nr. 50
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tað var í 2005, at tiltakið
á Toftum sá dagsins ljós,
men frammanundan høvdu
vestmenningar í nøkur ár
havt bátastevnu, sum hevði
fingið stóra undirtøku.
Øll vita, at veðrið í Føroy
um er soleiðis háttað, at í
mai mánaði kunnu vit bæði
hava summarveður - og
næstan vetrarveður hvørt
um annað.
So seint sum hin 7. mai í
fjør legðist kavi, og eitt nú í
vestmanna máttu tær stóru
maskinurnar út á vegin at
grava.
Bátafestivalurin á Toft
um hevur øll árini ligið
fyrsta vikuskifti í mai, og
antin einaferð ella tvær
ferðir hevur verið neyðugt -
fyri veður - at flyta festivalin
eitt vikuskifti.
Formaður í Bátafelag
num á Toftum er Høgni W.
Høgnesen. Hann er sjómað
ur og verður ikki heima, tá
festivalurin verður hildin
leygardagin.
Høgni Hansen er ein av
teimum, sum hevur verið
við øll árini, og hann sigur,
at festivalurin í ár verður
skipaður á sama hátt, sum
undanfarin ár, har bátarnir
møtast í Skálafirði leygar
dagin á middegi.
– Klokkan 13 verður siglt
út eftir Skálafjørðinum og út
á Toftir, har bátarnir koma
í Oyrarnar klokkan 14. Tá
bátarnir leggja til bryggju,
fara
harmonikutónar
at
ljóða, og longu klokkan 15
og út eftir henda seinnapart
verða nógv ymisk tiltøk á
festivaløkinum.
Høgni Hansen vísir á,
at eins og onnur ár verða
hoppiborg,
tombola
og
pylsuvognur á festivaløkin
um, og her verða eisini væl
umtóktir festivalbúffar til
keyps.
– Á økinum verða eisini
fleiri tónleikatiltøk, og her
verða so góðar kreftir sum
Martin
Joensen,
Signar
í Homrum og Elingborg
Pálsdóttir - umframt onnur
áhugaverd tónleikanøvn.
Hann vísir á, at á økinum
verður mótasýning, kórið í
Undirhúsinum fer at syngja,
og at enda verður stór
dansur við Halli Joensen og
hansara tónleikarum.
– Dansitiltakið plagar
at rigga ógvuliga væl, og
vit hava javnan havt eini
500-600 fólk í dansi hetta
kvøldið, sigur Høgni Hansen.
Leygardagin verður ársins fyrsta bátastevna á Toftum. Tað er Bátafelagið á Toftum,
sum skipa fyri, og hetta verður tólvtu ferð, at bátafestivalur verður hildin á Toftum
Ársins fyrsta bátastevna
Lívið við hjartasjúku: Hjartafelagið fer at skipa
fyri almennum fyrilestri við danska granskaranum,
Ann-Dorthe Zwisler, um endurvenjing av hjarta
sjúklingum. Fyrilesturin, sum er almennur og
ókeypis, verður 4. mai, klokkan 19 á Hotel Hafnia.
Á grannastevnu hava
skúvoyingar samtykt, at
hvørki ketta ella kaninur
skulu vera í oynni
Í síðstu viku var granna
stevna í Skúvoy, og her varð
samtykt at friða lundan í
trý ár aftrat. Tað merkir,
at hetta verður fjórða árið
á rað, at skúvoyingar friða
lundan móti veiði.
At
skúvoyingar
vilja
verja lundastovnin, sum
hevur verið illa fyri í nógv
ár, er einki nýtt. Harry
Jensen, borgarstjóri, sigur,
at tað munnu vera eini 10
ár, síðan lundi seinast varð
fleygaður í Skúvoy.
Ein annar liður í at verja
fuglastovnin í Skúvoy er, at
grannastevnan eisini hevur
samtykt at seta forboð
móti kettum og kaninum í
oynni, og hetta er eisini ein
partur av Ramsar-ætlanini
fyri oynna.
Og skúvoyingar hava
sett enn fleiri tiltøk í verk
til verju móti skaðadjórum.
Loyvt
verður
ikki
at
innflyta útlendskt hoyggj.
Hetta er fyri at bygja upp
fyri, at mús og rotta koma
í oynna.
Fremmandur
seyður
er eisini fevndur av sam
tyktini á grannastevnuni
í Skúvoy, og her verður
ikki loyvt at føra seyð í
oynna - uttan so, at seyð
urin fyrst er kannaður
fyri
mótstøðuføri
móti
rilluskriða og er mótstøðu
førur.
vilmund@sosialurin.fo
Eftir sýningar í
Gøtu og stuttan steðg
í Løkshøll, fáa suður
oyingar nú vitjan av
skemtileikinum - “Renn
fyri vívinum” - í mið
námsskúlanum í Hovi
leygarkvøldið 7. mai
Bátafestivalur verður á Toftum leygardagin, og seinni í mánaðinum verður bátastevna í Vestmanna
Sjólív og
hendingar
Við Løkin
Týsdagin 3. mai klokkan
15 fer Arnold Eyvindsson
at vitja á Bókasavninum
við Løkin í Runavík.
Her fer hann at hugleiða
um sjólív og hendingar á
leiðini. Arnhold veit um
nógv at siga og hevur nógv
at minnast aftur á, eitt
nú frá sínum áhugaverda
sjólívi.
Almenna og ókeypis
tiltakið á bókasavninum
er partur av eini røð av
hugnaligum og upplýsandi
seinnapartstiltøkum, sum
Dagtilhaldið í Runavíkar
kommunu og Bókasavnið
við Løkin samstarva um.
Umframt hugleiðingar frá
Arnold Eyvindssyni, verður
eisini drekkamunnur,
høvi til prát, og onkur
felagssangur verður
sungin.
Arnold Eyvindsson er
føddur í 1947. Hann er
uppvaksin í Hvalba og fór
15 ára gamal til skips.
Meira kann lesast um
tiltøk hjá Bókasavninum
við Løkin á www.lokin.fo
Skúvoyingar vilja verja oynna
Skúvoyingar hava sett fleiri tiltøk í verk
til tess at verja fuglastovnin í oynni