Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mai 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. mai 2016 · Nr. 50 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Gott fundarfólk, tillukku við deg­ num, og takk fyri at eg var boðin til hetta hátíðarhald. Fyri 100 árum síðan fingu kvinn­ ur og ognarleys formell rættindi til at vera umboðað, har politiskar av- gerðir verða tiknar. Hereftir kundu tær og tey vera við til at velja, hvør ið skuldi umboða seg og síni á Tingi. Kvinnur og ognarleys kundu nú eisini sjálvi sita á Tingi og luttaka á jøvnum føti við aðrar tinglimir, tá politiska kósin skal leggjast. Tað var ikki fyrr enn 62 ár seinni, at tær fyrstu kvinnurnar, Karin Kjølbro Joensen og Jona Henriksen, vórðu valdar inn í Løgtingið. Síðan 1964 høvdu kvinnur sitið styttri og longri tíðarbil sum varalimir á Tingi, men ikki fyrr enn í 1978 fingu vit beinleiðis valdar løg­tings­ kvinnur. Tíðin í dag er knøpp, tí eg ætli bæði at siga frá føroyskari kvinnu- søgu seinastu 100 árini, um altjóða kvinnugransking, og um úrslit frá spurnakanning, sum varð gjørd millum kommunupolitikarar her á landi í vár. Hetta eru brellbitar, vónandi fær onkur brell og verður forvitin eftir at vita meira eina aðru ferð. Eg fari fyrst í stuttum at greiða frá tí parti av okkara kvinnusøgu, sum handlar um politiska mobili­ sering. Nógvar kvinnur áttu at verð­ið nevndar ein slíkan dag. Eg fari at vísa myndir av nøkrum av undangongukvinnunum, tí nakað av tíð ætli eg eisini at brúka til at taka pulsin á føroyska fólka­ræð­ num, og hvussu tað kann mennast: Hvussu rættvís man politiska um­boðanin vera í dag? Hvørji og hvussu nógv luttaka? Hvat siga tey fólkavaldu um umboðanina? Hvussu eru útlitini fyri at fáa eina góða politiska umboðan næstu árini? 1. Kvinnur í føroyskum politikki Okkara ímynd av føroyskum kvinn­ um í 1916 er helst tær sum arbeiddu í fiski, samstundis sum tær áttu nógv børn. Tær knossaðust og høvdu óiva lítla tíð til politikk. Men tað vóru fríløtur og felagsskapur millum kvinnur eisini fyrst í 20. øld. Vanligt er at nevna stríðið fyri atkvøðurætt til kvinnur, sum fór fram í okkara grannalondum um fyrra aldarskiftið, fyri Fyrstu kvinnubylgjuna. Hon fór lætt um Føroyar, atkvøðurætturin til føroyskar kvinnur kom, tá hetta varð innført í Danmark. Árini framman undan vóru tær nakrar, men ikki nógvar, sum høvdu tos­ að og skrivað um rættindi hjá kvinnum, Súsanna Helena Paturs­ son var ein teirra. Ikki fyrr enn Onnur kvinnu­ bylgjan kom til Føroya í 1970unum byrjaði ein breið mobilisering av kvinnum. Harvið er ikki sagt, at kvinnur ikki høvdu havt politisk álitisstørv áðrenn 1978. Síðan 1908 hava kvinnur havt valrætt og verið valbarar til kommunuval, og nakrar fáar hava verið valdar um landið. Fyrsta kvinna sum var vald til eitt bygdaráð, ella sum tað tá æt, sóknarráð, var Johanne Mortensen í Froðbiar kommunu. Hon varð vald í 1918, men sat bara til 1922. Vit vita um fleiri, men hetta er tíverri ikki kannað systematiskt. Eisini hava verið beinleiðis val til skúlastýrini. Heldur ikki hesi val eru kannað, men har hava sitið fleiri kvinnur. 48 ár aftan á at kvinnur fingu valrætt til kommunuval, varð fyrsta kvinna vald til býráðið í Havn. Tað var Malla Samuelsen, sum í 1956 varð vald á kvinnulista, sum Kvinnufelagið í Havn skipaði fyri. Innkomin kom hon at vera limur í øllum nevndum, sum høvdu við barnamál, heilsumál og sosial­ mál. Hon varð ikki afturvald í 1960; men saknur hevur verið hjá monn­unum, tí hereftir fóru teir í býráðnum at biða kvinnur sita í ymiskum nevndum; tað høvdu teir VALRÆTTUR Fyrilestur, sum Beinta í Jákupsstovu helt í Norðurlanda­ húsinum í sambandi við 100-ára haldið fyri at ognarleys og kvinnur fingu atkvøðurætt Politisk umboð