Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mai 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. mai 2016 · Nr. 50 VALRÆTTUR ikki gjørt fyrr. Sum dømi um tað politiska arbeiðið hjá kvinnum um hesa tíð kann nevnast Barna­verndar­ nevnd­in, sum kom um tað leit­ ið. Tað var barnaverndin, sum í 1962 tók stig til at fáa eina heilsu­ systraskipan í Havn. Hetta var eitt tekin um, at tað almenna nú eisini fór at taka ábyrgd fyri upp­ vakstrarmøguleikunum hjá børn- um. Áðrenn kvinnur fóru upp í poli­ tikk, vórðu slík mál oftast rokn­að sum privat. Trupulleikar innan- hýsa í heimunum var nakað, sum familjurnar máttu taka sær av, tað almenna skuldi ikki blanda seg upp í og bjóða professionella hjálp og vegleiðing. Her er tíbetur nógv broytt. Tær fáu, sum vórðu valdar til sóknarstýri, bý- og bygdaráð, og í kommunalar nevndir, minnast vit sum megnar kvinnur, sum settu spor eftir seg. Tað vóru eisini aðrar kvinnur, sum vóru polit­isk um­boð, men á øðrum politisk-um leikvøllum. Serliga eiga vit at minn­ ast fakfelagskvinnuna Andreu Ár­ ting, sum ár eftir ár strídd­ist fyri, at kvinnur og menn skuldu fáa somu løn fyri sama arbeiði. Tað er óiva ringt fyri ung í dag at skilja, at í okkara ungdómi var tað so, at um man td arbeiddi í fiski, var ásett ein tímaløn fyri menn, ein lægri fyri kvinnur, og so barnaløn, sum var uppaftur minni. Minnist eina 12 ára gamla gentu, sum ar- beiddi akkord, og sum kláraði at fáa tað, sum tilsvarar mansløn. Er hon nevnd, so er hon kend. Hugtakið kvinnuløn hvarv aftan á semju á artbeiðsmarknaðinum um eina stig­vísa útjamnan frá 1977-1981. Tað eigur sjálvandi eisini at verða nevnt, at nógvar kvinnur gjørdu eitt stórt og ólønt arbeiði í sivila samfelagnum, t.d. í ymiskum feløgum við góðum endamálum (lat meg nevna avhaldsfeløgum, sjúkra­ kassanevndum, missións­feløgum, í Reyða Krossi, Amnesty o.s.fr.). Og tá húsmøðrafeløg og kvinnufeløg vórðu stovnað um landið aftan á kríggið, varð kvinnumedvitið styrkt. Men tað var í 1970unum og 1980unum, at føroyskar kvinnur av álvara fóru at krevja at verða um­boðaðar har, sum politiskar avgerður verða tiknar. Kvinnur mobili­seraðu fyri at fáa kvinnur inn í Løgtingið og í bý- og bygdaráð. Malla Samuelsen, og seinni eisini aðrar, vóru valdar til vara­ limir, og summar sluppu at royna seg styttri og longri skeið í Løg- tinginum. Men tað var ikki fyrr enn í 1978, at Karin Kjølbro Joensen og Jona Henriksen vórðu valdar til Løgtingið. Tær settu fram uppskot um Javnstøðislóg í 1979, hon var ikki viðtikin fyrr enn 15 ár seinni. So kvinnurnar gingu mótbrekkur, men upplivdu eisini nógv stuttligt og læruríkt, t.d. tá tær skúlaðu seg við at halda Kvinnuting, og tá nærum 200 fóru við Smyrli til Nordisk Forum í 1988. Norski kvinnugranskarin Berit Ås var mill­ um teirra sum gav íblástur – men eisini fekk íblástur í Føroyum. Í Havn varð roynt at brúka kvinnu­lista í 1980 og 1984, uttan at tað eydnaðist at fáa kvinnur vald­ar til býráðið á hesum listum. Síðan 1988 hava verið kvinnulistar til kommunuval um landið, og tá hevur ofta borið til. Tað var bara í Vestmanna, at tær komu í meiriluta. Maria Han­sen var fyrsti kvinnuligi borgar­stjórin, Lisbeth Petersen fyrsta í høvuðsstaðnum. Oftast hava tær verið einsamallar ella í minniluta. Hin vegin er hend ein hugburðsbroyting, sum árini ganga. Nú verður tað roknað sum pínligt fyri kommununa, um eingin kvinna situr í bý- ella bygdaráðnum. Men evsta valdið er í Løg­ ting­inum (myndin er frá 2014). Til seinasta val vóru 10 løg­tings­ kvinnur valdar, tvs at býtið nú er 30 % kvinnur, 70 % menn. Sostatt, hóast formell politisk rættindi í 100 ár, eru kvinnur framvegis undirumboðaðar, tá politiskar avgerðir verða tiknar fyri landið. Tey flestu landsstýri hava bara havt menn, tað seinasta teirra var í 2004-2008. Landsstýrið sum er nú, hevur fyri fyrstu ferð kynsjavnvág, har sita fýra kvinnur og fýra menn; men løgmaður er maður. Einasta kvinna, sum hevur verið løgmaður í Føroyum, er Marita Petersen frá 1993 – 1994. Annars kom fyrsta landsstýriskvinna í 1985, tað var Jóngerð Púrkhús, sum m. a. kom at umsita fíggjarmál. Ofta verður hildið, at næst eftir løgmanni hevur tann, sum umsitur fíggjarmál, mest vald, og vit hava nú fyri aðru ferð eina kvinnu í hesum sessi. Kvinnur hava umsitið almenna- og heilsumál, skúla- og mentanarmál, innlendismál – men ikki fiskivinnumál. Fyrsta kvinna á Fólkatingi var Lisbeth Petersen, 2001-2005. Her hava verið nevndar kvinnu­ ligir pionerar í føroyskum poli- tikki. Vit kunnu eisini taka tær við, sum hava, ella hava havt, evsta leiklut í fyrisitingini av polit­iska virkseminum á Løgtingi, í lands­ stýrinum, í høvuðsstaðnum, og sum Løgtingsins umboðsmaður. Enn er ein teinur á mál til kyns­ javnvág, sum eisini ST-nevndin CEDAW hevur ábreitt føroyskum myndugleikum. At seta tær báðar ðan 1916-2016 Malla Samuelsen Andrea Árting Jona Henriksen Marita Petersen Maria Hansen Framhald á næstu síðu