Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mai 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. mai 2016 · Nr. 50 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nevndirnar, Javnstøðisnevndina og Demokratia, var snilt og hevur borið fruktir; men spurningurin er um ikki tíðin er komin til at broyta valskipanina og innføra m. a. kynskvotering. Hesum spurningi skal eg ikki svara her og nú, men fara yvir til evnið 2. Rættvís luttøka. Kvinnurnar sum nú eru á lørift­ inum, eru ikki føroyskar. Pippa Norris er kendur enskur stjórn­ mála­frøðingur, sum m.a. gjøgnum empiriskar kanningar hevur víst á mekanismur, sum kunnu forða kvinnum og øðrum undirumboðum bólkum at verða vald. Nancy Fraser er amerikonsk, eisini stjórnmálafrøðingur, og hon arbeiðir mest við filosofiskar spurningar sum “hvar er rættvísi?”. Tað, sum m.a. hesar báðar kvinnur hava skrivað, kann vera til íblástur hjá teimum, sum ynskja ábøtur í føroyska fólkaræðnum. Rættvísi = Parity in Participa­ tion. Rættvísi er at kunna luttaka á jøvnum føti. Um tað ber til at tosa um rætt­ vísi, ber eisini til at tosa um órætt­ vísi. Vit kunnu spyrja “Hvørjar forð­ ingar eru fyri at fólk frá ymiskum samfelagsbólkum kunnu luttaka á jøvnum føti?”. Nancy Fraser peikar á tríggjar fak­torar, sum hava neiliga ávirkan: – Økonomi: Her ræður um rættin at vera eins væl fyri, at standa líka. Munurin millum rík og fátæk er stórur, og størri verður hann, tá tey ríku klára at snúgva sær undan at gjalda skatt, jf Pana­ ma-gøluna. Viðhvørt má eisini økonomiskt vald til fyri at fáa politiskt vald, td í USA, har tey, sum stilla upp til forsetaval, mugu hava nógva pengar. Hetta, at tey einstøku valevnini brúka egnar pengar í valstríðnum, er tíverri eisini blivið ein veruleiki her á landi síðan seinast í 1990unum. – Mentan: Meðan økonom­iski sourningurin er um rættin at standa líka, er mentan um rætt­in at vera ólík. Tey, sum eru øðr­vísi, verða ofta ikki viðurkend (t.d. kvinnur, ella samkynt, ella út­ lendingar). – Representatión: Sjálv stjórnar­ skipanin og valskipanin kann eisini vera við til at skapa undir­ umboðan av summum sam­ felagsbólkum, td við at tað bara eru nøkur fá, sum skulu veljast. Tað kann vera viðvirkandi til, at elitan, tvs bólk­urin av teimum, sum hava makt tí tey eru betri fyri, eisini fáa betri umboðan í politisku skipanini enn aðrir samfelagsbólkar. Demokrati, fólkastýri, er pr defini­tión ein skipan, sum gev­ur øllum sama møguleika til med­ borgaraskap. Um skeivleiki er í umboðanini, sigur Nancy Fraser, mugu politisk stig takast at skapa rættvísi. Tað, sum má til, er – Økonomisk umfordeiling, mun­ urin millum múgvandi og fátæk má minka í samfelagnum – Viðurkenning av sub-mentanum – At tryggja at allir samfelags­ bólkar fáa politiska umboðan. 3. Hvat vísa kanningar av politisku umboðanini í Føroyum? Lat okkum hyggja nærri at før­oysk­ um kommunupolitikki. Lóg sum tryggjaði viðurkenning av kvinnum sum politiskir samfelagsborgarar javnbjóðis monnum kom í 1909, tá fingu tær valrætt og vórðu eisini valbærar til kommunval. Her er mynd sum vísir prosentvísa býtið millum kvinnur og menn í bý- og bygdaráðum 1992-2016. Vit síggja størri kynsjavnvág við árunum; men framvegis verða fleiri menn valdir enn kvinnur. Veljararnir tykjast helst vilja velja menn (sí uppstillaði og vald). Men hóast tað ikki gekk rætta vegin til seinasta val, sær tað út til at fara at verða javnari prosentbýtið, sum tíðin fer. Hin vegin, um hugt verður eft­ ir, hvussu nógv fólk sum fakt­isk sleppa at luttaka, tað fakt­iska tal­ið á uppstillaðum og valdum, síggja vit eina stóra demobili­ser­ ing, færri sleppa upp í part. Komm­ unusamanlegging førir til at færri verða vald, og nógv færri stilla upp. Hetta hevur serliga fingið fylgjur fyri menn. Færri verða nú aktiviseraðir til politiskt virksemi við at teir verða bidnir um at standa á lista til kommunuval. Arbeiðið, sum m.a. Demokratia ger fyri at kvinnur skulu standa á listunum, sæst aftur. Men eisini kvinnurnar fækka, bæði tær uppstillaðu og tær valdu. Flestar kvinnur vórðu uppstillaðar í 2000, flestar valdar í 2000 og 2008. Kynsbýtið er greitt at lýsa, tað er bara at bólka eftir navni; men hvussu man býtið vera – og hava verið hesi 100 árini – millum múgv­ andi og ognarleys? Tað er ikki so lætt at vita, men vit hava onkrar ábendingar um, at heldur ikki her er umboðanin rættvís. Talvan vísir tøl frá spurnakanningum mill­u­m vald á kommunvalum 2004, 2008 og 2012, og talið, sum Hallbera West kom fram til í sínari med­ borg­arakanning í 2004. Tað tykist at vera so, at tað serliga eru tey, sum hava góða inntøku, sum verða vald. Tey sum hava lítið av pengum, verða kanska ikki umboðað av politikarum, sum vita hvussu tað er at vera fátækur. Hvat siga politikarnir sjálvir? Halda tey at samansetingin av bý- og bygdaráðum hevur týdning? Spurnakanningar vísa, at tað er stórur munur á, hvat kvinnur og menn leggja í kynsjavnvág. Tríggjar av fýra kvinnum halda tað hevur stóran týdning, at tað eru umleið sama tal á kvinnum og monnum í bý- ella bygdaráðnum – meðan menn flest halda kynsjavnvág hev­ur lítlan týdning. Talvan er eitt sindur fløkjaslig, her eru so nógv tøl. Tí havi eg eisini gjørt eina stabbamynd, har reytt vísir á tey, sum rópa varskó, og siga at tað er týdningarmikið at hava kynsjavnvág, meðan blátt vísir cool – tað eru tey, sum ikki halda tað vera so farligt, at fáar og ongar kvinnur sita í bý- ella bygdaráðnum. Tit síggja, at stóru munur er á hugburðinum hjá kvinnum og monnum. Men kanska tað er við at henda ein hugburðsbroyting millum menn? Nú í vár heldur ¼ av monnunum, at kynsjavnvág hevur stóran týdning. Hvat siga politikarnir um um­ boðan av bæði múgvandi og fátøkum? Hendan spurning setti eg nú í vár, aftan á at eg varð boðin at halda røðu á hesum hátíðarhaldi. Úrslitið er áhugavert: Kvinnurnar leggja nógv størri dent á, at eisini her eiga bý- og bygdaráðini at vera ein spegilsmynd av samfelagnum. Góðu fundarfólk. Meira verður ikki tíð til á hesum sinni. At verja fólkaræðið er eitt áhaldandi stríð. Tað krevur, at almenningurin luttekur í kjaki um, hvat fólkaræði skal merkja í okkara tíð. Vit hava samlað nakað av vitan, og hava amboð at skaffa meira vitan, um fólk ynskja at broyta makt­ strukturar í samfelagnum. Kanska eru oligarkiskir tendensar, sum vit mugu beina fyri? Fólkaræðið er ikki vunnið við atkvøðurættti, tað er ein hugburður og ein lívsstílur, sum fólkið má verja og berjast fyri, eisini í dag og í árunum sum koma. Takk fyri! VALRÆTTUR 15%$ 16%$ 23%$ 23%$ 31%$ 28%$ 85%$ 84%$ 77%$ 77%$ 69%$ 72%$ 20%$ 23%$ 30%$ 32%$ 38%$ 35%$ 80%$ 77%$ 70%$ 68%$ 62%$ 65%$ 0%$ 10%$ 20%$ 30%$ 40%$ 50%$ 60%$ 70%$ 80%$ 90%$ 1992$ 1996$ 2000$ 2004$ 2008$ 2012$ Valdar$kvinnur$ Valdir$menn$ Uppst.kvinnur$ Uppst.$Menn$ Framhald av s. 17