mánadagur 2. mai 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 2. mai 2016 · Nr. 50
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD TÍÐINDI
DYSTAST Í ALTJÓÐA KAPPINGUM
Føroysku U17-landsliðini í fótbólti dystast í Lettlandi, A-landsliðini í flogbólti eru úttikin, Jóhan
á Plógv Hansen skeyt fleiri mál í EHF Cup og mong onnur tíðindi – her eru tey stuttsøgdu.
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Heini Vatnsdal var við í
byrjunaruppstillingini, tá ið
Fremad Amager fríggjadagin
vann umráðandi 2-0-sigur
á útivølli ímóti Hvidovre.
Sigurin merkir, at Fremad
Amager nú einans er eitt stig
aftanfyri oddaliðið Frem í
uppflytingarbólkinum
um
at vinna sær uppflyting í
næstbestu deildina.
Viljormur Davidsen arbeið
ir framvegis við at koma seg
eftir
drúgvan
skaðasteðg.
Seinnapartin í dag spælir
hann við eykaliðnum hjá Vejle,
sum fer á vitjan hjá Lyngby
í
Reserveholdsturneringen.
Besta liðið hjá Vejle spældi
ikki hetta vikuskiftið. Teir
skuldu hitta FC Vestsjælland,
sum er farið á húsagang.
Annan
dystin
á
rað
var ikki pláss fyri Gilla
Rólantssyni í AaB-hópinum,
sum í gjár fekk vitjan av
Brøndby.
Lukas
Spalvis,
Nicolaj Thomsen og eitt
sjálvmál syrgdu fyri einum
tryggjum 3-0-sigri til AaB,
sum í løtuni er á bronsu
plássinum. Seks dystir eru
eftir at spæla.
FCK heldur fast í marsjin
um fram ímóti gullinum í
Superliguni. Í gjár vann FCK
5-3 ímóti FC Midtjylland í
einum ótrúligum dysti, har
fýra mál komu umvegis bein
leiðis fríspark. SønderjyskE
heldur fram við at elta FCK
– eftir 2-1-sigur á Hobro
eru teir framvegis sjey stig
aftanfyri.
Jóan Símun Edmundsson
verður ikki við, tá ið OB í
kvøld fer á vitjan hjá Esbjerg.
Orsøkin er tann, at hann
undir venjingini hósdagin
fekk ein skaða í knæið. Talan
er tíbetur ikki um álvarsligan
skaða. Hildið verður, at hann
fyri fyrst einans má sita
uttanfyri hetta umfarið.
Felagið
hjá
Gunnari
Nielsen og Sonna Ragnari
Nattestad, FH Hafnarfjørður,
fekk eina góða byrjan upp á
kappingina, tá ið liðið í ársins
fyrsta landskappingardysti í
gjár vann 3-0 á útivølli ímóti
Thrótti Reykjavík. Gunnar
Nielsen spældi allan dystin.
Kaj Leo í Bartalsstovu
og Dinamo Bukarest skulu í
kvøld spæla torføran útidyst,
tá ið teir skulu spæla ímóti
nýkosnu
meistarunum,
FC Astra Giurgiu. Dinamo
Bukarest hevur enn ein
lítlan teoretiskan møguleika
at spæla seg í Champions
League-undanspælið. Tað er
longu greitt, at teir í minsta
lagi hava spælt seg í Europa
League.
Føroyska U17-landsliðið
hjá
dreingjum
er
farið
til Lettlands, har UEFA-
menningarkapping
er
á
skránni.
Føroysku
dreingirnir skulu spæla ímóti
Norðurírlandi, Lettlandi og
Estlandi. Fyrsti dystur er í
morgin ímóti Norðurírlandi.
Føroysku U17-genturnar
skulu luttaka í hesi somu
kapping, sum eisini verður
spæld í Lettlandi. Mótstøðu
londini eru eisini tey somu.
Kappingin byrjar tó ikki fyrr
enn um eina viku, tá ið tær
føroysku genturnar skulu
spæla fyrsta dystin ímóti
Lettlandi.
Spenningurin í sponsku La
Liga stendur við, eftir at FC
Barcelona, Atlético Madrid og
Real Madrid ikki vilja sleppa
hvørjum øðrum í oddastríð
num. Atlético Madrid og Real
Madrid vunnu hvønn sín
1-0-sigur ímóti ávikavist Rayo
Vallecano og Real Sociedad,
meðan FC Barcelona vann 2-0
ímóti Real Betis.
Úrslitini hava við sær,
at FC Barcelona og Atlético
Madrid eru jøvn á fyrsta
plássi við 85 stigum, har FC
Barcelona tó hevur munin
við væl betri málúrtøku.
Real Madrid er í hølunum á
teimum – einans eitt stig eru
teir aftanfyri, nú einans tveir
dystir eru eftir at spæla.
Spenningurin fær neyvan
verið størri í hollendsku
deildini,
har
stórfeløgini
Ajax og PSV eru púra jøvn
oddalið við 81 stigum nú
einans ein dystur er eftir at
spæla. Avgerðin fellur næsta
sunnudag, tá ið Ajax vitjar
De Graafschap og PSV vitjar
Zwolle. Ajax er seks mál betri
í málmuni, so høvuðsstaðar
felagið er lítil favorittur at
vinna meistaraheitið, sum
PSV annars vann í fjør.
Eftir at Juventus síðsta
mánakvøld gjørdist italskur
meistari,
so
er
størsti
spenningurin í Seriu A í
løtuni um hvør skal vinna
silvurið. Í tí dystinum er
Napoli í løtuni tvey stig
frammanfyri Roma. Roma
spælir í kvøld ímóti Genoa,
meðan Napoli spælir ímóti
Atalanta.
Við
silvurinum
fylgir eisini eitt atgongu
merki til Champions League.
Victor Valdes og Standard
Liege eru vorðin samd um, at
leigusáttmálin teirra millum
verður strikaður alt fyri
eitt. 34 ára gamli spanski
málverjin, sum vann steypa
kappingina við felagnum
í mars, men annars hevur
mist plássið, vendir fyribils
aftur til Manchester United.
Sáttmáli hansara har er
galdandi fram til í summar.
Jordan Larsson, 18 ára
gamli sonurin hjá Henrik
'Henke' Larsson, er byrjaður
at
gera
um
seg
í
All
svenskan. Um vikuskiftið
skeyt hann bæði málini, tá
ið Helsingborg IF vann 2-1
ímóti AIK. Pápin, Henrik, er
høvuðsvenjari.
Michael Krohn-Delhi er
vorðin álvarsliga skaddur. 32
ára gamli danski miðvallarin,
sum
spælir
við
Sevilla,
breyt ein part knæskelini í
Europa League-hálvfinaluni
ímóti
Shakhtar
Donetsk.
Hann varð skurðviðgjørdur
leygardagin og má nú halda
steðg í upp til átta mánaðir.
BADMINTON
EM-finalur
í
badminton
hava verið um vikuskiftið.
Hjá monnunum vann danski
Viktor Axelsen í tveimum
settum settum ímóti lands
manninum,
best
styrkis
metta Jan Ø. Jørgensen. Hjá
kvinnunum vann Carolina
Marín úr Spania 2-0 ímóti
skotsku Kirsty Gilmour.
FLOGBÓLTUR
Føroyska kvinnulandsliðið
er nú endaliga úttikið til EM/
HM-undankappingina, sum
verður í Føroyum 23. til 25.
mei, og har mótstøðulondini
verða Írland, Liktinstein og
Kýpros. Tær úttiknu eru
Sofía
Purkhús,
Elisabeth
Purkhús, Eina Kalsø, Birgit
Guttesen, Urd T. Traðará,
Eyð G. Magnussen, Anja S.
Danielsen, Súsanna Ludvig,
Anna
Sára
L.
Skaalum,
Ruth Albinsdóttir, Guðrun
Joensen, Sóley M. Poulsen,
Hanna A. Olsen og Femja F.
Mortensen.
Manslandsliðið
skal
eisini
spæla
hesa
somu
kapping ímóti Luksemburg
og
Norðurírlandi.
Tann
kappingin
verður
12.
til
16.
mei
í
Luksemburg.
Hópurin, sum varð úttikin
fyri viku síðani, er hesin:
Rasmus Mortensen Potts,
Steffan Rosenlund Olsen,
Rúni Weihe, Jón Joensen,
Oskar í Haraldstovu Weihe,
Thorvald Danielsen, Niels
Niclasen,
Uni
Jacobsen,
Dávið
Hentze,
Trygvi
Hansen, Suni Juul Pedersen,
Jóhan Arne Eliasson Wang,
Kasper Lorenzen og Bjarki
Enni.
FORMIL 1
Hetta vikuskiftið kappaðust
Formil 1-koyrararnir í Sochi í
Russlandi, har byrjanin var
rótut og kostaði Sebastian
Vettel
luttøkuna.
Nico
Rosberg vann fyri fjórðu
ferð í ár, og hevur hann nú
vunnið sjey kappkoyring
ar á rað. Metið er níggju
á rað – tað setti Sebastian
Vettel í 2013. Danski Kevin
Magnussen gjørdist numamr
sjey og fekk síni fyrstu stig í
ár.
HONDBÓLTUR
Bjerringbro-Silkeborg
við
Jóhan á Plógv Hansen á
liðnum tapti leygardagin
EHF Cup-fjórðingsfinaluna
sera tepurt ímóti spanska
Granollers. Spanska felagið
vann fyrra dystin 30-24,
men við 32-26-sigri hesaferð
megnaðu teir donsku at fáa
samlaða javnleik. Granollers
sleppur tó í hálvfinaluna
eftir
regluni
um
fleiri
útivallarmál. Jóhan skeyt
fimm mál.
2.
mansliðið
hjá
føroysku útisetunum í ÍF
Føroyum
tryggjaðu
sær
leygardagin
uppflyting
í
Kvalifikationsrækken.
Tað
gjørdu teir í einum sera
tøttum og spennandi upp
flytingardysti ímóti LSH, ið
varð vunnin 33-32.
SÚKKLING
Seinasti teinurin av Tour de
Romandie varð súkklaður
í gjár, og endin gjørdist, at
lítli kolumbiski klintrarin,
Nairo Quintana (Movistar),
streyk avstað við samlaða
sigrinum við 19 sekundum
frammanfyri Thibaut Pinot
(FDJ). Chris Froome (Team
Sky) gjørdist einans nummar
38.