Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mai 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. mai 2016 · Nr. 50 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HER ERU TEY BESTU Um vikuskiftið var hondbóltsgalla, har ársins spælarar, venjarar og dómarar verða kosin. Peter Krogh úr H71 og Fríðrún Olsen fóru avstað við ársins spælara heitinum Tróndur Arge So er punktum sett fyri hond­bólts­kappingarárið 2015/2016. Kyndil skipaði fyri galla­veitsluni, sum er enda­ bresturin fyri kappingar­ árið. Ítróttar­Sosialurin var á staðnum, tá ársins spælarar, venjarar og dómarar blivu valdir. Kann eg sleppa at spæla? Størsti spenningurin var um hvør bleiv ársins spælari. Hjá monnum bleiv tað Peter Krogh úr H71, sum bleiv ársins spælari. – Kann eg sleppa at spæla eitt sindur meiri komandi ár, spurdi Peter Krogh hondbóltsfólkini í høllini, tá hann tók ímóti heiðrunum. Tvíhendi bakkurin hevur verið mansvardur tað mesta av kappingarárinum, men boðaði frá at hann ikki hevur mist mótið í føroyskum hondbólti, og verður við H71 aftur komandi kappingarár. Hjá kvinnunum bleiv tað nakað óvæntað Fríðrún Olsen úr StíF, sum bleiv kosin til ársins spælara. Hon var sjálvt nakað bilsin, men takkaði fyri álitið. Ársins venjari hjá monnum bleiv Jeppe Borch hjá KÍF, meðan venjaraparið hjá Neistainum, Flemming Raben og Jakob Jónsson, blivu ársins venjarar hjá kvinnum. Ársins dómarapar blivu Arnar Dam og Gert Hansen. trondur@sosialurin.fo Hondbóltsgalla Mynd: Hans Erik Danielsen Toppskjútti menn Filip Jojic Føroya Bjór Stjørnuskot menn Jónas G Djurhuus Gevari Faxe Kondi Verjuleikari menn Tony Weyhe Gevari Lyfta Stjørnuskot kvinnur Tóra Eliasen Bygma Gólv Toppskjútti kvinnur Danielja Mistric El Frost Verjuleikari kvinnur Bjarta Johansen gevari Búsetur