mánadagur 2. mai 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. mai 2016 · Nr. 50
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Átta umfør eru avgreidd í
næstbestu deildini, og tey
bæði fremstu liðini eru fram
vegis ikki farin av vøllinum
uttan at hava vunnið úrtøku.
Í gjár hittust tey í Streym
nesi, og har var úrslitið 1-1.
07 Vestur fór framum, tá ið
tað restaðu tíggju minuttir
av fyrra hálvleiki. Talan var
um misskiljing millum Árna
Grunnveit Olsen og René
Tórgarð í málinum. Árni
royndi at snitta bóltin aftur
til málverjan, og bólturin
endaði í netinum.
Í tíggju ár var René fastur
maður millum stólparnar
á besta liðnum hjá EB/
Streymu, sum tá var við til at
mynda toppin í føroyskum
fótbólti. Í fyrra árið takkaði
René fyri seg. Í fjør hjálpti
hann til í einum dysti, og so
var hann í gjár fyri fyrstu
ferð við Margáir í ár og
hjálpti til.
Fimm minuttir eftir, at
gestirnir vóru komnir fram
um, javnaði Marni Djurhuus.
07 Vestur hevði í seinna
hálvleiki fríska lotið undan,
og tað vóru nógvar spentar
støður frammanfyri málið
hjá René Tórgarð. Gestirnir
raktu einaferð í stólpan, og
tá ið dómarin bríkslaði fyri
síðstu ferð iðraðu teir seg
um, at tað ikki var eydnast
teimum at vinna fulla úr
tøku.
FC Suðuroy og Giza/Hoy
vík, sum eru tey næstu í røð
ini, vunnu hesaferð trivaligar
sigrar á heimavølli.
FC Suðuroy hevði vitjan
av teimum næstbestu hjá
AB, sum fóru norður um
aftur við 5-0 tapi, sum ber
við sær, at AB nú er niðast
á støðutalvuni. Búi Egilsson
og Mamuka skoraðu tvey
mál í part mikukvøldið, og
tað gjørdu aftur leygardagin.
Í níggjunda umfari, sum
verður
leygardagin,
fær
FC Suðuroy vitjan av EB/
Streymi. Talan verður um
lyklauppgerð hjá FC Suðuroy
í strembanini at vinna seg
upp aftur í bestu deildina,
sum liðið í fjør flutti niður úr.
Giza/Hoyvík hevði vitjan
av B71, sum fór suður um
fjørðin við 4-1 tapi, hóast
tað eydnaðist at halda tørn
um málleysan javnleik í
fyrra hálvleiki. Fyrrverandi
B71 spælarin í Giza/Hoyvík
Mikkjal T. Hentze setti hol á
tveir minuttir eftir steðgin.
Tony Rasmussen skoraði
tvey mál, og innskifti Ahmed
Keita, sum er skaðadarvaður,
staðfesti 4-1 sigurin. Johan
Hendrik Lydersen minkaði
um munin fyri B71 til 2-1.
Við 1-0 sigri á heimavøll
inum í Leirvík ímóti HB lyfti
Víkingur seg upp um niður
flytingar strikuna. Einsa
malla málið skoraði Gunnar
Vatnhamar við brotssparki
miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Eftir fýra tap á rað eydn
aðist tað NSÍ aftur at vinna
fulla úrtøku. KÍ tapti hós
dagin 5-0 við Margáir, og
minni enn tvey samdøgur
seinni tapti KÍ 4-2 við Løkin.
Jóannes Hansen og Andrias
á Líknargøtu løgdu fyrsta
korterið heimaliðið framum
2-0.
KÍ pressaði fram ímóti
steðginum, men tað eydn
aðist ikki at minka um mun
in fyrr enn seks minutir
eftir steðgin, tá ið Jóannes
Danielsen skoraði. So var
støðan 2-1, og eina løtu tevj
aðu klaksvíkingar møgu
leikan at javna. Møguleikin
minkaði nógv, tá ið Jóannes
Hansen miðskeiðis í seinna
hálvleiki skoraði til 3-1, men
bara tveir minuttir seinni var
aftur spenningur, tá ið Aksel
Danielsen minkaði um mun
in, so støðan var 3-2.
Dómarin legði seks min
uttir aftrat, og KÍ spenti
álopsbogan. Tað eydnaðist
ikki gestunum at skora.
Í staðin var tað Dávid á
Roykheyggi, sum staðfesti
4-2 sigurin.
joannes@sosialurin.fo
Giza/Hoyvík og FC Suðuroy, sum nú fær vitjan av EB/Streymi,
togaðu seg leygardagin tvey stig nærri uppflytingarplássunum
FÓTBÓLTUR
TOPPLIÐINI TAPA IKKI
1. deild støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
EB/Streymur
8
6
2
0
28
6
+22
20
2
07 Vestur
8
6
2
0
19
5
+14
20
3
FC Suðuroy
8
5
1
2
28
13
+15
16
4
Giza/Hoyvík
8
5
0
3
18
13
+5
15
5
NSÍ II
8
4
0
4
17
22
-5
12
6
KÍ II
8
3
0
5
15
21
-6
9
7
HB II
8
2
1
5
17
22
-5
7
8
Víkingur II
8
2
1
5
6
18
-12
7
9
B71
8
1
2
5
9
23
-14
5
10 AB II
8
1
1
6
8
22
-14
4
Víkingur - HB 1-0 (1-0)
1-0: Gunnar Vatnhamar br 22.
NSÍ - KÍ 4-2 (2-0)
1-0: Jóannes Hansen 7.
2-0: Andrias á Líknargøtu 18.
2-1: Jóannes Danielsen 51.
3-1: Jóannes Hansen 65.
3-2: Aksel Danielsen 67.
4-2: Dávid á Roykheyggi 96.
EB/Str - 07V 1-1 (1-1)
0-1: sjálvmál 35.
1-1: Marni Djurhuus 40.
Giza/H - B71 4-1 (0-0)
1-0: Mikkjal T. Hentze 47.
2-0: Tony Rasmussen 52.
2-1: Johan H. Lydersen 64.
3-1: Tony Rasmussen 80.
4-1: Ahmed Keita 82.
FCS - AB 5-0 (4-0)
1-0: Búi Egilsson 4.
2-0: Búi Egilsson 6.
3-0: Valerian Iobashvili 25.
4-0: Mamuka Toronjadze 30.
5-0: Mamuka Toronjadze 78.
9. umfar, leygardagin 7. mai
KÍ - Giza/Hoyvík
07 Vestur - HB
AB - Víkingur
B71 - NSÍ
FC Suðuroy - EB/Streymur
Mynd: Sofus D. Johannesen
Í tíggju ár var René Tórgarð málverji hjá EB/Streymi, sum tá var millum
tey fremstu. René gavst við Margáir í fyrra árið, men í gjár hjálpti hann
til, tá ið málverjin, sum nú røkir ódnina millum stólparnar, var sjúkur
1. DEILD