mánadagur 2. mai 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 2. mai 2016 · Nr. 50
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Ein triðingur er farin av landskappingini, og øll liðini
hava spælt eina ferð móti hvørjum øðrum. Tí fara vit
her á ÍtróttarSosialinum at seta ársins lið higartil.
Tað er rúkandi ósemja innanhýsis, um hvør skal við
Tróndur Arge
Tað eru fáir spælarar, sum
eru sjálvskrivaðir á einum
ársins liði higartil í lands
kappingini. Sjáldan munnu
so nógv ymisk boð hava
verið um hvør skal á liðið.
Tað verður ikki semja innan
hýsis, og tí vænta vit heldur
ikki at tað er semja millum
lesararnar hjá okkum.
Tó so, so hava vit sett eitt
ársins lið higartil, men her
verður nevnt hvørjir spæl
arar hava verið nevndir, tá
tað hava verið so ymiskar
meiningar.
Liðið er sett upp í einum
4-2-3-1 spæliskipan. Á onkr
um plássi er okkurt annað,
sum spælir inn. Eitt nú hava
vit valt eitt stjørnuskot á
miðjuni.
ÁRSINS LIÐ HIGARTIL
Hevur verið stinnur og sterkur í
verjuni hjá B36, sum er tann verjan,
ið hevur latið fægst mál inn higartil.
Eftir at hava verið skaddur í næstan
eitt ár, so er hann mentur sum
spælari og er sterkari enn nakrantíð.
HØRÐUR ASKHAM
Ongin hevur útmerkað seg á vinstra
bakki, men Ári Mohr Jónsson
hevur í løtum víst hví hann er
landsliðsaktuellur. Sterkur, skjótur
og tryggur á bóltinum, men tað hevur
ikki bara verið sannførandi hjá vinstra
bakkinum, sum eisini hevur sitið
uttanfyri onkrar dystir við skaða.
Í uppskoti: Einar Tróndagjógv (NSÍ)
ÁRI MOHR JÓNSSON
Torførasta plássið at seta navn á, tí
tað eru fleiri góð boð. Jóhan Jacobsen
(NSÍ), Jógvan Rói Davidsen (HB) og
Jónas Tór Næs (B36). Tá hini liðini eru
umboðaði við fleiri spælarum, so er
tað nokk lættast at seta Bárð Hansen
á liðið. Hann hevur spælt javnt væl,
men tað hava hinir eisini.
Í uppskoti: Jóhan Jacobsen (NSÍ),
Jógvan Rói Davidsen (HB)
og Jónas Tór Næs (B36)
BÁRÐUR HANSEN
Hevur spælt væl í nýggju verjuni hjá HB higartil. Bleiv tó
útvístur móti B36, og eftirfylgjandi letur HB verjan fýra mál
inn móti ÍF. Her hava verið fleiri mans um boðið. Serliga
Jonas Flindt Rasmussen hevur spælt seg væl upp, eftir eina
vánaliga byrjan. Somuleiðis Erling Jacobsen úr Víkingi.
Í uppskoti: Jonas Flint Rasmussen (KÍ),
Erling Jacobsen (Víkingur)
JÓHAN TROEST DAVIDSEN
Kemur við sum stjørnuskotið higartil. Byrjaði sera væl á
einum NSÍ liði, sum hevði javnvág í hópinum, men er fallin
so hvørt sum tað tinnist á miðvøllinum fyri royndum
spælarum. Hann vinnur stjørnuskotuplássið frammanfyri
millum annað Teit Jacobsen úr HB.
Í uppskoti: Teit Jacobsen (HB)
PETUR KUNDSEN
Hóast hann hevur útgangsstøði í høgru á KÍ-liðnum, so
er ongin ivi um, at Jóannes Bjartalíð skal á liðið. Hann og
Árni Frederiksberg kunnu skifta síðu, tá teimum lystir.
Hevur verið avgerandi fyri KÍ í fleiri førum, og rakar málið
sum fáur. Sjey mál er avbera flott.
JÓANNES BJARTALÍÐ
Hevur lagt upp til væl flest mál higartil í
landskappingini sambært Norðlýsinum. Hevur ikki
verið støðugur í sínum avrikum, men verður valdur
framum Andreas Lava Olsen, sum hevur sitið
ov nógv uttanfyri.
Í uppskoti: Andreas Lava Olsen (Víkingur)
ÁRNI FREDERIKSBERG
Toppskjútti í føroyskum fótbólti og ein støðug hóttan
móti eini og hvørjari verju. Hevur skotið níggju mál og er
fyrstaval í álopinum frammanfyri Páll A. Klettskað úr KÍ
og Filip Djordjevic úr Víkingi. Teir báðir síðstnevndu hava
báðir gjørt stórt framstig í ár í mun til í fjør.
KLÆMINT A. OLSEN
Hevur bjargað AB fleiri stig við bjarginum í evstu løtu.
Millum annað móti KÍ fyri kortum, umframt brotssparks
bjarging móti Skála. Hóast hann ikki er millum bestu mál
verjarnar í landinum, so hevur hann havt stóran týdning
á Argjum, har hann eisini hevur lagt upp til avgerandi mál,
tá AB spældi 2-2 móti Víkingi. AB hevur latið 10 mál inn,
sum er eitt fleiri enn B36, ið hevur bestu verjuna.
Í uppskoti: Kristian Joensen (KÍ), Joslain Mayebi (TB)
og Tórður Thomsen (B36)
HEÐIN STENBERG
Vinnur, í harðari kapping við Róald
Jakobsen, plássið sum annar miðvallarin. Er
motorurin á miðvøllinum hjá oddaliðnum.
Leggur nógv fyri í hvørjum dysti og veksur
við uppgávuni sum miðvallari.
Í uppskoti: Róaldur Jakobsen (B36)
SØLVI VATNHAMAR
Spælir ikki eins væl og hann hevur onkuntíð
gjørt, men hevur framvegis munin á øllum hinum
framrættaðu miðvallaraunum í deildini. Hóast
B36 hevur havt fleiri skaðar at dragast við í ár, so
heldur Lukasz Cieslewicz offensivinum uppi – enn.
Í uppskoti: Súni Olsen (KÍ)
LUKASZ CIESLEWICZ
Venjari: Mikkjal Thomassen
Er tann venjarin saman við Paula Poulsen, sum hevur fingið fleiri stig
enn væntað. KÍ er í løtuni eitt stig frá oddasessinum, og tað er meiri enn
góðtikið. Eitt annað boð er Jan C. Dam, venjari hjá HB, men við tveimum
ósigrum er hann dottin afturum Mikkjal Thomassen í rekkjuni.
Í uppskoti: Jan C. Dam (HB), Pauli Poulsen (Skála),
Sámal Erik Hentze (Víkingur)