mánadagur 2. mai 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. mai 2016 · Nr. 50
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Tað var í Eysturoy og í Klaks
vík, at tað gekk fyri seg í gjár,
tá ið punktum varð sett fyri
fyrsta triðingin av ársins
landskapping.
Hjá bygdarfelag at vinna
á stóru høvuðsstaðar feløg
unum tykist altíð at vera
nakað serligt, og tað var
nakað heilt serstakt, tá ið ÍF í
gjár vann 4-2 á favorittunum
í HB.
Týskvøldið
tók
Jákup
Mikkelsen ábyrgdina á seg
sum venjari. Hósdagin vann
ÍF 2-1 á Toftum, og Í gjár
noyddist HB úr Fuglafirði
við ongum. Jákup Mikkelsen
hevur verið í Fuglafirði síð
ani í 2010. Í fjør var hann
venjari fýra tey síðstu um
førini.
Tá ið hann fyri lítlari viku
síðani tók við aftur ábyrgd
ini, segði nevndarformað
urin, Leif André Eliasen, at
FSF í fjør læt teir vita, at
Jákup hevur loyvi at vera
fyribilsvenjari í 60 dagar, tí
hann hevur ikki hægstu út
búgvingina. Jákup er í holtur
við útbúgvingina, og tað er
ikki undarligt, um fuglfirð
ingar nú fara at arbeiða fyri,
at hann skal halda fram sum
venjari alt hetta kappingar
árið:
– Eg má siga sum er, at eg
eri stoltur av spælarunum.
Nú hava vit vunnið tíggju
stig burtur úr fýra teimum
síðstu umførunum. Eg veit
ikki, hvussu nógv lið hava
megnað
tað.
Spælararnir
vístu góðan hugburð í 2-1
sigrinum á Toftum, tá ið
nógv riggaði væl, og ímóti
HB
løgdu
teir
uppaftur
meiri omaná, sigur Jákup
Mikkelsen.
Clayton Soares var enn
einaferð sera væl upplagdur.
Hesaferð var Adeshina Lawal
stóri maðurin á vøllinum.
Hann skoraði trý mál og var
harvið avgerandi:
– Eg havi ongantíð sæð
hann spæla so væl, sum
hann gjørdi ímóti HB. Síðsta
málið, tá ið hann skoraði til
4-2, var framúr. Hann sneiddi
tríggjar mótstøðumenn av
sær í einari draging í vinstru,
áðrenn hann úr spískum
setti bóltin í handara síðu
netið. Hatta var framúr, og
vit gleða okkum at møta
aftur til venjing, sigur ÍF
venjarin.
Í síni tíð vóru teir báðir,
Jákup Mikkelsen og HB
venjarin Jan C. Dam, liðfel
agar í Herfølge. Felags fyri
teir báðar er eisini, at teir eru
jarðbundnir, tá ið tað gong
ur við og ímóti. Jan C. Dam
ásannaði, at teir høvdu møtt
góðum mótstøðuliði.
–
Undan
steðginum
høvdu vit fleiri góðar støð
ur at leggja okkum greitt
framum, og tá ið vit løgdu
okkum framum 2-1, spældu
vit sera væl. Men teir svar
aðu aftur, og tað var avger
andi, at teir hava fleiri góðar
álopsspælarar. Vit eru góðir í
framrættaða partinum, men
avbjóðingin er, at tað fara ov
nógv mál ígjøgnum, og nú
mugu vit hava fokus á verju
partin, sigur Jan C. Dam:
– Vit eru vónbrotnir eftir
at hava tapt tvær tær sein
astu ferðirnar, men vit eru
framvegis við í toppinum, og
vit hava gott mót.
Jóannes er í hopla
Kavið lá kring vøllin, og
høgættin hevur nógvu teir
síðstu dagarnar verið tráð í
Klaksvík. Men fótbóltshitin
er høgur, nú KÍ av álvara
bjóðar av í toppinum.
Trýstið var stórt á B68
málið, har Ragnar Lindholm
vardi væl og onkra ferðina
fekk hjálp frá stólpunum.
Mest sum burtur úr ongum
legði miðvallarveteranurin
Kristian Anton Andreassen
B68 framum við fínum lang
skoti. KÍ fótaði sær undan
steðginum, tá ið Jóannes
Bjartalíð skoraði tvær ferðir,
og eftir steðgin økti hann
til 3-1, og harvið hevði hann
skorað fimm mál í tríggjar
dagar – hann skoraði bæði í
2-0 sigrinum í Gøtu hósdagin.
Innskifti
Hjalgrím
Elttør
staðfesti 4-1 sigurin, sum ber
næstovasta plássið við sær.
– Munurin var ikki so
øgiliga stórur á liðunum,
men vit kundu havt skorað
fleiri mál. Tað er týdningar
mikið, at vit hava góðar mál
skjúttar sum eitt nú Jóannes
Bjartalíð, men talan var um
liðavrik, og Páll Klettskarð
og Súni Olsen serviseraðu
hann væl.
Og nú eru tit á øðrum
plássi?
– Vit eru eitt stig frá topp
inum og trý frá sætta plássi.
Hetta er spennandi, og vit
hava framvegis fokus á at
vinna okkum í europeisku
kappingina. Vit royna at vera
eyðmýkir og arbeiða hart og
nógv, sigur KÍ hjálparvenj
arin Agnar Frederiksen.
B68 liðformaðurin, Hákun
Edmundsson, staðfestir, at
mistøkini kostaðu:
– Vit løgdu okkum fram
um, men teir vóru eirindar
leysir og sektaðu, tá ið vit
mistu í uppspælinum. Hóast
vit eur niðast, so rokna
vit framvegis við, at hetta
fer at bera til, sigur Hákun
Edmundsson.
Skrædl á Skála
Í átta teimum fyrstu um
førunum skoraði Skála fýra
mál. Í gjár vann Skála 5-1
á heimavølli ímóti TB, ið á
ongan hátt líktist liðnum,
sum mikudagin vann 2-1 á
NSÍ. Jónhard Frederiksberg
var álopsspælari í nógv ár,
áðrenn hann varð umskúl
aður til vongverja. Nú er
hann aftur fremsti maður í
barndómsfelagnum, og í gjár
skoraði hann hattrikk.
TB venjarin var so illa
nøgdur við verjupartin, at
hann eftir hálvan tíma skifti
tríggjar spælarar út. Ein av
innskiftu monnunum var
Rógvi Joensen. Hann noydd
ist lítla løtu eftir steðgin
skaddur av vøllinum, og har
við var TB undirmannað í
meiri enn hálvan tíma.
– Hetta var offdagur fyri
okkum allar. Vit vóru ikki
savnaðir um avbjóðingina.
Spælararnir megnaðu ikki
at geva seg, sum teir gjørdu
mikudagin, og tá ið Skála
skoraði mest sum hvørja
ferð, teir vóru í nánd av mál
inum, so gekk tað, sum tað
gjørdi. Vit eiga eitt ungt lið,
og sovorðið kemur fyri. Nú
mugu vit læra av hesum
og reisa okkum, sigur TB
venjarin Robert F. Roelofsen,
sum iðrar seg um, at tað
gongur illa ímóti veikaru
liðunum, meðan tað hevur
gingið betri ímóti topplið
unum.
Skála málverjin Andras
Gango er saman við liðfeløg
unum ógvuliga væl nøgdur:
– Fyrra hálvleik riggaði alt
hjá okkum. Vit skoraðu trý
mál, og vit høvdu møguleikar
at skora uppaftur fleiri.
At tað endiliga eydnaðist
at vinna úrtøku burtur úr
møguleikunum gevur sjálvs
álit, og tað vóna vit fer at
síggjast aftur næstu vikur
nar, sigur Andras Gango.
AB bíðar framvegis
Trygvi Mortensen og AB
fingu einki við sær úr Runa
vík. NSÍ vann 2-1, og tað vóru
heimamenninir væl nøgdir
við. Magnus H. Olsen, sum
leingi hevur sitið á beink
inum, var millum teir fyrstu
ellivu, og hann takkaði fyri
álitið við miðskeiðis í fyrra
hálvleiki at skora við fínum
skoti.
Dygst undan steðginum
sá NSÍ miðverjin Monrad
Holm Jakobsen reytt fyri
at
brúka
neyðbremsuna.
AB hevði betri fatur á eftir
steðgin, men tá ið Klæmint
A. Olsen umsetti brotsspark
til mál, var takið ov stórt,
og AB kom ikki nærri enn,
at Rasmus Dan Sørenen við
stútara eftir horna minkaði
um munin.
– Leikliga avrikið undan
steðginum mundi vera tað
lakasta higartil í ár. Vit
fótaðu okkum eftir steðgin,
men tá ið teir fingu brots
spark, varð avbjóðingin ov
stór. At tapa við einum máli í
Runavík er sín søk. Nú fyrsti
triðingurin er farin, iðri eg
meg meiri um, at tað ikki er
eydnast okkum at fáa meiri
burtur úr ímóti B68, TB,
Skála og ÍF, sigur AB venjarin
Trygvi Mortensen.
AB hevur fimm ferðir
spælt javnt, og fýra ferðir
hevur liðið tapt við einum
máli.
Tríggir trífaldir málskjúttar og Jákup Mikkelsen, ið hevur fingið flúgvandi byrjan sum
venjari, vóru í brennideplinum, tá ið Víkingur og KÍ yvirhálaðu havnarfeløgini
FÓTBÓLTUR
TOPPURIN FLUTTUR ÚT Á BYGD
FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB
Feilurin er tann, at vit
hava minst 10 miðvall
arar og ongan áleypara
sum dugir at skjóta
mál. Eingin skomm at tapa 2-1 í
Runavík, og tó, vóru óhepnir ikki
at fáa 2-3 mál. Guð viti hvaðani
hatta brotsspaki kom frá.
KRISTIAN JOENSEN KÍ
4-1 var ikki eitt mál ov lítið. Um
málmaðurin hjá B68 ikki spældi
sín lívs dyst, so vann KÍ 12-0. Um
hatta liði ikki tekur seg saman,
so verður leygardagsfótbóltur
á Toftum komandi ár. Bjartalíð
koyrir tað bara, hann er
kongeligur. Koyr á KÍ
SÆBJØRN LEITI ÍF
Aftur í dag vístu
okkara menn
hvussu man
vinnur ein dyst,
gott spæl, vit
vóru nógv betri enn HB í dag, og
nú er bara 4 stig upp til fysta
pláss. Koyr á ÍF
ALLAN
ENGHAMAR HB
Aftur tveita vit
leiðsluna vekk.
Vit mugu læra
at lukka fyri og
vinna dystirnar.
Kynisman manglar. Vit koyra
víðari, eingin fadesa.
LISSI MOURITSEN B36
Eri so stolt av okkara monnum!
Stríðast og kempa til tað síðsta!
Vit klára okkum forbannað væl.
Tab og vind med samme sind.
Einaferð og Altíð B36. Og eg veit
seriøst ikki hvat víkinga fjepparin
tosar um - at teir sótu á øllum -
TAÐ PASSAR SO SLETTIS IKKI !!!!
JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ
Hesin dysturin skuldi bara vinnast.
Tað bleiv tungt við 10 ímóti 11 ein
heilan hálvleik, men vit hildu út.
Burdu havt fingið meira burturúr
í fyrra hálvleiki. Men tað rakk
allíkavæl til 3 stig. Nú síggja vit
fram til næsta dyst, har vit fáa
Sjúrðah heim til Løkin! Góðir!
Mynd: Sigmar Mørkøre