mánadagur 2. mai 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. mai 2016 · Nr. 50
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Neli Heldarskarð
Undan
kappingarárinum
2016 skifti 25 ára gamli argja
maðurin, Jobin Drangastein,
heldur óvæntað til Víking.
Ígjøgnum alla sína fótbólts
uppaling
hevur
Jobin
Drangastein annars altíð
spælt við AB, men í vetur
valdi maðurin at fara nýggjar
leiðir.
Men uppihaldið hjá Jobini
í Víkingi vardi ikki leingi.
Bara ein triðingur er farin av
kappingini, men í vikuskift
inum gjørdist greitt, at Jobin
Drangastein hevur spælt
sín seinasta dyst við Víkingi
á hesum sinni. Spurdur til
orsøkirnar til brádliga skiln
aðin við Víking, svarar Jobin
Drangastein soleiðis:
– Høvuðsorsøkirnar til, at
eg eri steðgaður eru, at tað
er ov nógv koyring, og eg fái
ov lítla spælitíð. Eg arbeiði
fulla tíð, og eftir hetta hevur
verið neyðugt hjá mær at
koyrt til Gøtu og heim aftur
eftir arbeiðstíð. Í longdini er
hetta blivið øgiliga strævið,
og harafturat havi eg ikki
fingið ta spælitíð, ið eg hevði
vónað. Tí tók eg avgerð um
at gevast í felagnum, sigur
Jobin Drangastein í samrøðu
við Sosialin.
Jobin Drangastein hevði
vónað
at
fingið
meira
spælitíð enn teir 251 minutt
irnar, sum hann hevur fingið
í sjey dystum í Effodeildini í
ár.
– Eg hevði vónað at fing
ið meira spælitíð, men eg
viðurkenni eisini sjálvur,
at eg havi ikki spælt so væl,
sum eg veit, at eg kann. Eg
veit, at eg hevði kunnað víst
meir, men eg haldi eiheldur,
at eg havi fingið nóg nógvar
møguleikar at spælt, sigur
Jobin, sum eisini vísir á, at
hetta ikki hevur verið ein løtt
avgerð at taka.
– Hetta hevur ikki verið
ein løtt avgerð. Tað hevur
verið innan seinastu stuttu
tíðina, at eg havi hugsað um
at givist. Fríggjadagin tók eg
so endaliga avgerð um at gev
ast. Í fótbólti vil mann sleppa
at spæla, og at sita á bonk
inum gevur mær onki, sigur
Jobin Drangastein avgjørdur
á málinum.
Hann leggur tó eisini
dent á, at hann ikki angrar,
at hann skifti til Víking.
– Eg angri als ikki, at eg
fór til Víking. Hóast eg havi
verið í felagnum í stutta tíð,
so havi eg lært sera nógv.
Víkingur er eitt ómetaliga
gott felag at vera í, og fólk
ini rundanum felagið og
leikararnir hava øll móttikið
meg væl. Alt er eisini avgreitt
í sátt og semju við nevnd og
venjara, og tískil havi eg alt
gott at bera Víkingi.
Fer helst aftur til AB
Spurningurin er so, hvaðar
fótbóltsleiðin
hjá
Jobini
Drangastein nú gongur. Upp
lagt er at hugsa, at leikarin
fer aftur til AB, har hann
altíð hevur spælt. Jobin
væntar eisini, at tað endar
við einari heimkomu út á
Argir.
– AB er ein møguleiki. Eg
havi verið í sambandi við
felagið, og eg rokni við, at eg
endi at spæla við AB aftur.
Men tó vil eg leggja dent á,
at onki er komið upp á pláss
enn, vóru seinastu orðini frá
Jobini Drangastein í hesum
umfarinum.
AB og Jobin Drangastein
fara óivað at ganga sera væl
hond í hond, tí at venjarin
hjá AB, Trygvi Mortensen,
hevur í fleiri umførum víst
á, at hópurin hjá AB ikki
er nóg breiður. Í samrøðu
við Rás 2 í gjár segði Trygvi
Mortensen eisini soleiðis, tá
ið hann varð spurdur, um AB
hevði nakran áhuga í Jobini
Drangastein:
– Hann skal vera vælkom
in. Um hann hevur áhuga í at
koma aftur til AB at spæla, so
fer tað avgjørt at breiðka um
hópin hjá okkum.
Jobin Drangastein náddi
tilsamans at spæla níggju
dystir fyri Víking.
Klassamunur
í fyrra hálvleiki
Hendan greinin skal tó ikki
bara snúgva seg um Jobin
Drangastein. Sum kunnugt
varð dystur eisini spældur
í gjár ímillum tvey av lið
unum, sum óivað fara at
liggja heilt ovarlaga í kapp
ingini, tá ið hon endar í
oktober – Víkingur og B36.
Í fyrra hálvleiki var rætt
iliga fitt av muni á liðunum.
Tað vóru ikki farnir meira
enn sjey minuttir, tá ið
Víkingur legði seg á odda.
Horna var sent innfyri úr
høgru, sum Atli Gregersen
skallaði upp á mál. Á sjálvari
málstrikuni
varð
bjargað
av
landsliðfelagnum
hjá
Atla, Jónasi Tór Næs, men
Filip Djordjevic var skjótur
á returinum og setti bóltin í
netið. Tórður Thomsen, B36-
málverji, var ikki skuldar
leysur í støðuni, tí at hann
kom illa út, tá ið Atli í fyrstu
syftu fekk høvdið á bóltin.
B36 hevði sínar løtur í
fyrra hálvleiki, har bólturin
var nógv á Víkingahálvuni,
men undantikið eitt fríspark
frá Róaldi Jacobsen á yvir
leggjaran bleiv tað ongantíð
veruliga vandamikið. Hin
vegin hevði Víkingur lættliga
farið til hálvleiks við størri
leiðslu. Heðin Hansen, Sølvi
Vatnhamar og Gert Hansen
høvdu allir góðar ella bein
leiðis stórar møguleikar at
økja um leiðsluna, men hálv
leiksstøðan var ikki meira
enn 1-0 til Víking.
B36 kom betur við
Tað var tó eitt hamskift B36-
lið, sum út til seinna hálvleik.
B36 legði sera væl út í seinna
hálvleiki, og Gestur Dam
burdi javnað, tá ið Róaldur
Jacobsen spældi hann í sera
góða støðu.
Talan var um væl javnari
4
GEZA TURI
Hevði eina røð av vánaligum
útspørkum, men eisini fleiri góðar
bjargingar og eitt reint mál, ið
geva honum eitt gott støðumet.
3
BÁRÐUR HANSEN
Gott avrik, har hann serliga
var eyðsýndur í fyrra hálvleiki. Í
seinna hálvleiki sást tó minni til
hann, tí at Víkingur kom minni
framvið.
4
ATLI GREGERSEN
Gott og trygt avrik av
landsliðsmiðverjanum, ið alla
tíðina helt høvdið kalt og
ongantíð kom út í óføri. Átti eisini
lut í málinum.
4
ERLING JACOBSEN
Fekk eitt gult kort, men
annars eitt sera gott avrik, har
hann mangan stóð á røttum staði
og ruddaði burtur.
3
JÁKUP V. OLSEN
Sera rennisterkur leikari, ið
mangan kom væl framvið. Tó ikki
meira enn eitt miðal avrik, tí at
B36 kom ígjøgnum til dekan ov
nógv í seinna hálvleiki.
4
GERT HANSEN
Sterkt avrik av
kollfirðinginum, sum hevði
nógvar góðar takklingar á
defensiva miðvøllinum.
3
SØLVI VATNHAMAR
Landsliðsleikarin var eins
álítandi á miðvøllinum sum altíð,
men hann fær ikki meira enn
miðal, tí at hann í tveimum førum
brendi stórar møguleikar, har
hann átti at skorað.
3
ANDREAS
LAVA OLSEN
Fínt avrik í fyrra hálvleiki, har
hann og Bárður Hansen stóðu
sterkir í myndini. Í seinna hálv
leiki varð hann minni sjónligur,
og bleiv hann útskiftur lutfalsliga
tíðliga eftir lítlan tíma.
3
HANS PAULI
SAMUELSEN
Hevði eini tvey góð skot, men
annars eitt sindur tamt avrik frá
Hans Paula, sum plagar at vera
ein meira avgerandi leikari, enn
hann var í gjár.
3
HEÐIN HANSEN
Vegna stóra vøksturin er
hann ringur at fáast við hjá
mótstøðuliðnum, og vann hann
eisini nógvar luftbóltar og kom
til onkran kjansin. Javnt avrik av
Heðini, ið bleiv útskiftur eftir 70
minuttir.
4
FILIP DJORDJEVIC
Mest avgerandi leikarin á
vøllinum í gjár við sínum dystar
vinnandi máli. Í aðrar mátar var
hansara leikliga avrik eisini á
góðari leið.
2
JÓN KROSSLÁ
POULSEN
Kom inn eftir 58 minuttir. Ikki
sást nógv til hann leikliga, og
gjørdi hann seg mest eyðsýndan,
tá ið hann av óvart feldi sjálvan
dómaran.
3
GUNNAR
VATNHAMAR
Stríddist væl og fall væl inn í
defensiva liðavrikið, sum skuldi
setast inn í teimum síðstu 20
minuttunum, har Víkingur skuldi
verja leiðsluna.
MAGNUS JARNSKOR
Ov stutt inni at fáa eina meting.
SPÆLARAMETING
Ov nógv koyring og ov lítil spælitíð vóru orsøkirnar til,
at Jobin Drangastein sera brádliga steðgaði í Víkingi.
Hann var ikki við í hópinum hjá Víkingi í gjár, sum
eftir sigur ímóti B36 er nýtt oddalið í Effodeildini
1 til 6
FÓTBÓLTUR
DYSTURIN
HESA VIKUNA
Dagfinn fór um koll Eftir at hava bríkslað fyri frísparki var
dómarin í dystinum í gjár, Dagfinn Forná, somikið óheppin, at hann
datt um Jón Krosslá Poulsen, tá ið dómarin bakkandi flutti seg
burtur. Serliga vóru tað viðhaldsfólkini hjá Víkingi, ið við sínum
rópum vístu, at tey hildu hendingina vera rættiliga stuttliga.
JOBIN GIVIN Í VÍKINGI
VAR IKKI
NØGDUR
VIÐ SPÆLI-
TÍÐINA
Jobin Drangastein
er givin í Víkingi