Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-02, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mai 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 2. mai 2016 · Nr. 50 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 3 TÓRÐUR THOMSEN Var als ikki skuldarleysur í mál­inum, men fær miðalkarakter, tí at hann hann hevði fleiri góðar bjargingar í fyrra hálvleiki, har hann forðaði, at B36 kom aftur um við enn fleiri málum. 3 JÓNAS TÓR NÆS Eitt góðtikið avrik frá lands­ liðs­bakkinum. Sum vant vóru tað í størri mun verjudygdirnar, ið komu til sín rætt, heldur enn álops­dygdirnar. 3 ANDRIAS ERIKSEN Gjørdi onkran feil í fyrra hálvleiki, men kemur upp á eitt miðal avrik orsakað av einum betri seinna hálvleiki. 4 HØRÐUR ASKHAM Sannførandi avrik av mið­verj­ anum, ið er komin væl fyri seg eftir langan skaðasteðg. Fleiri góðar takklingar. 3 BENJAMIN HEINESEN Stóð veikur í myndini í fyrra hálv­ leiki, men spældi seg upp í seinna hálvleiki, har hann legði upp til onkran málkjans. 3 HØGNI MADSEN Hevði kunnað javnað í seinna hálv­leiki, tá ið dundurskot hans­ ara brast í tvørstongina. Miðal avrik frá miðvallaranum, sum at enda var óheppin at fara út við skaða. 4 RÓALDUR JACOBSEN Gjørdi ein risastóran feil í fyrra hálvleiki, sum burdi kostað mál, men sum við flestum hinum B36- leikarunum, so var hann betri í seinna hálvleiki, har hann legði upp til stóra málkjansin hjá Gesti. Eisini hevði hann fríspark í fyrra hálvleiki, sum fór á yvirleggjaran. 3 HØGNI EYSTUROY Ikki serliga sjónligur í fyrra hálvleiki, men fall væl inn í kombinatiónsspælið í seinna hálvleiki, áðrenn hann bleiv útskiftur. 3 GESTUR BOGASON DAM Var ein vandamikil álopshóttan í seinna hálvleiki. Burdi javnað tíðliga í seinna hálvleiki og var eisini nær við seinni. Eitt lítið 3-tal til hansara. 3 LUKASZ CIESLEWICZ Allar tær góðu støðurnar, ið B36 skapti í seinna hálvleiki, komu umvegis Lukasz, sum tó ongantíð bleiv dystaravgerandi, tí at B36 ikki skoraði nakað mál. 2 JÓGVAN SKEEL NOLSØE Hevði okkurt skot, men var sum heild ov tamur og ikki nóg vanda­ mikil sum áleypari hjá teimum tvíføldu føroya­meist­arunum. PÆTUR PETERSEN Dekan ov stutt inni at fáa eina meting. ERLENDUR MAGNUSSON Ov stutt inni at fáa eina meting. dyst í seinna hálvleiki, har B36 hevði yvirvág í mál­ møgu­leikum. Geza Turi fekk tó hivað nakrar bjargingar úr erm­uni, og at enda var tað Víking­ur, ið kundi fara av vøll­inum sum sigursharri. Hetta var ikki óuppiborið, men við eitt sindur av hepni hevði B36 kunnað stolið eitt stig. Breidd á muni Ein onnur orsøk til sigurin hjá Víkingi var, at breiddin hjá felagsliðnum úr Gøtu og Leirvík er væl betri enn tann hjá B36 – í løtuni. Víkingur hevði leikarar við antin nógv­um ella fitt av royndum úr Effo­deildini á bonkinum, meðan B36 bara hevði fýra leik­arar við unglingaaldri, føddir í 1998, at seta inn. Av tí sama brúkti Eyðun Klakstein bert tvær av sínum út­skift­ ing­um. Dystirnir hava verið nógvir í seinastuni, og í slík­ ari støðu hevði tað komið væl við, um B36 hevði nógvar av sínum skaddu leikarum til taks. Tískil kom tað eisini sum steinur oman á byrðu, at Høgni Madsen fór út við skaða í sjálvari yvirtíðini í gjár. Víkingur kann hátíðar­ halda fyrsta triðingin av kapp­ingini sum oddalið í Effo­deildini, meðan B36 er at finna á triða plássi, bert eitt stig aftanfyri Víking. Sum stiga­talvan sær út nú, so verð­ur Effodeildin meira spenn­andi enn nakrantíð áður í ár. neli@sosialurin.fo SPÆLARAMETING Myndir: Sigmar Mørkøre 1 til 6 Víkingur - B36 1-0 (1-0) 1-0: Philip Djordjevic 6. Dómari: Dagfinn Forná Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Erling Jacobsen, Atli Gregersen, Jákup V. Olsen – Sølvi Vatnhamar, Gert Hansen - Andreas Lava Olsen (Jón Krosslá Poulsen, 58.), Heðin Hansen (Gunnar Vatnhamar, 70.), Hans Pauli Samuelsen - Philip Djordjevic (Magnus Jarnskor, 78.) Gult kort: Andreas Lava Olsen, Erling Jacobsen, Bárður J. Hansen, Jákup V. Olsen, Sølvi Vatnhamar Venjari: Sámal Erik Hentze B36: Tórður Thomsen – Jónas þór Næs, Andrias Eriksen, Hørður H. Askham, Benjamin Heinesen – Róaldur Jakobsen, Høgni Madsen (Erlendur Magnussen, 90.) – Høgni Eysturoy (Pætur Petersen, 75.), Lukasz Cieslewicz, Gestur B. Dam – Jógvan Skeel Nolsøe Gult kort: Jógvan Skeel Nolsøe Venjari: Eyðun Klakstein FÓTBÓLTUR Ein góður og spenn­andi dystur ímillum tvey av teimum heilt góðu lið­unum í deildini, har spenn­ing­ urin og leikferðin var á góðum støði allan dystin á tamb. Áskoðararnir fingu sítt fyri pengarnar í gjár. Høgni Madsen fór út við skaða í yvirtíðini, og hetta ger sítt til, at B36 hevur trupult við at manna liðið nóg dygdargott. Skaðarnir hjá árstalsfelagnum hópa seg upp, og tað eru bert blaðungir menn at seta inn frá bonkinum. 17 ára gamal fekk sín fyrsta dyst Hin 17 ára gamli Erlendur Magnusson fekk í gjár sínar fyrstu minuttir nakrantíð fyri besta liðið hjá B36 í dysti í bestu deildini. Hetta var í sjálvari yvirtíðini, tá ið Høgni Madsen fór skaddur av vølli. Venjarin hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze, var sum vera man ein sera fegin maður, tá ið undir­ rit­aði fekk orðið á hann eftir dystin í gjár. – Sigurin í dag var sera týdningarmikil. Vit fingu ikki trý stig seinast ímóti KÍ, so í dag hevði tað sera stóran týdning, at vit reistu okkum aftur. Eftir ósigurin hjá Víkingi hóskvøldið á heima­vølli ímóti KÍ vísti Sámal Erik í samrøðu við Rás 2 á, at Víkingur skapti so at siga ongar mál­møgu­ leik­ar. Søgan var tó ein onn­ur í gjár. – Í dag høvdu vit eina rúgvu av møguleikum. Fyri meg sum venjara var tað framúrskarandi at síggja, at vit skaptu kjans­ir­nar. At vit so ikki skora upp á teir í nóg stór­ an mun er so ein onn­ur søk. Skaptir kjansir geva eina størri trúgv uppá, at vit kunnu vera við. Sum heild kann Sámal Erik Hentze loyva sær at vera rættiliga væl nøgdur við fyrsta triðingin av kapp­ingini, tí at nú er Víkingur oddalið í deild­ ini. Tað er tó ein dystur, har Víkinga-venjarin hevði kunnað hugsað sær fleiri stig. – Tey tvey mistu stig­ ini á Argjum níva meg rætt­iliga nógv, men 18 stig eftir teir fyrstu níggju dystirnar er fínt, vóru seinastu orðini frá Sámali Erik Hentze á hes­ um sinni. Dysturin, ið Sámal Erik Hentze sipar til oman­fyri, er útidysturin ímóti AB í fimta umfari, har Víkingur misti stig ein sigur í sjálvari yvir­ tíð­ini. Venjarin hjá B36, Eyðun Klakstein, var sjálvandi vón­brotin um tapið, men hann helt ikki nakran ser­ ligan mun vera á liðunum í dyst­inum í gjár. – Dysturin í dag var ein dystur, sum var lívligur og gekk báðar vegir. Í seinna hálvleiki leggja vit eitt stórt trýst á teir í ein­ari stórari løtu í seinna hálv­ leiki, og tá eru vit eitt sind­ ur óhepnir, at vit ikki fáa nakað mál og javna. – Víkingur fekk mál beinan­vegin, og hetta gav teimum møguleika at leggja seg aftur at verja. Av tí sama høvdu vit trupult við at sleppa ígjøgnum, men eg haldi, at vit lyftu okk­ara støði í seinna hálv­ leiki. Í seinna hálvleiki haldi eg, at vit eru góðir, ser­liga tá ið hugsað verður um, at vit spæla á útivølli ímóti einum liði sum Víkingi. Tað kundi væl tað sama endað við javnleiki, segði Eyðun Klakstein í sam­røðu við undirritaða eftir dystin í gjár. Dystarskráin hjá B36 hevur verið hørð ta sein­ astu tíðina. Heili fimm dyst­ir eru spældir seinastu 15 dagar­nar, og samstundis manglar B36 góðar menn sum Hanus Thorleifsson, Sebastian Pingel, Alex Mellemgaard og Robert Heðin Brockie. Eyðun Klak­stein vil tó ikki brúka nógvu skaðarnar sum undan­førslu fyri ósigurin í gjár. – Vit hava ein fínan hóp, og vit høvdu eitt gott lið á vøll­inum í dag. Dystirnir eru nógvir, men tað er líka strævið hjá øllum, so tað mugu vit bara klára. Hóp­ urin hjá okkum er stórur, men trupulleikin er tann, at nógvir av leikarunum eru skaddir beint nú. Í dag hava vit fýra blaðungar mans á bonkinum, men tað skal ikki vera nøkur um­ber­ing fyri, at vit ikki fáa meira burturúr. At enda varð Eyðun Klak­stein spurdur um, hvussu tað stendur til hjá Høgna Madsen, ið fór skadd­ur av vøllinum í yvir­ tíðini í gjár. – Líkt er til, at talan er um ein baklærsskaða, og um tað er ein verulig fipur­spreing­ing, so er væl møguligt, at hann er skadd­ur í nakrar vikur, vóru seinastu orðini frá Eyðuni Klakstein. neli@sosialurin.fo SÁMAL ERIK HENTZE »FRAMÚRSKARANDI AT SÍGGJA NÓGVU KJANSIRNAR« EYÐUN KLAKSTEIN »VIT VÓRU ÓHEPNIR«