Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mai 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. mai 2016 · Nr. 50 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lýs hvussu hendan seinasta vikan hevur verið, har tú hevur skotið 5 mál í tveimum dystum? Hetta hevur verið ein stuttlig vika. Man følur tað væl í einum býi sum Klaksvik men tað er umráðandi at hava bæði beinini á jørðini og at koyra á víðari. Hvussu ert tú nøgdur við kappingarárið higartil nú fyrsti triðingurin er spældur? Altso vit eru so sum so nøgdir. Vit hava 17 útav 27 stigum, men vit taka ein dyst á gangin. Alt kann henda. Tit hava nú vunnið tríggjar dystir á rað sannførandi. Hvussu langt røkkur tað hjá KÍ í ár? Altso ja vit hava ikki tapt síðan 4-2 á HB, men tað er ræðuliga opið enn, tað eru 4 stig sum skilja 1 og 5 pláss. Hvørji eru tíni framtíðarmál innan fótbóltin? Framtíðar málini eru sjálvandi at koma út um land oddarnar at spæla, men sum nú er, er bara at blíva við at arbeiða hart og miðvíst og forbetra meg allatíð. Hvussu sært tú uppá fjórðingsfinaluna í Løgmanssteypinum móti B36? Eg haldi at vit hava ein góðan møguleika í steypakappingini. Vit kundu bæði trekt nemmari og sverari, so vit eru nøgdir við lutakastið. Hetta er »stutti« vegurin út í Evropa, og vit hava ikki verið í steypafinaluni í fleiri ár! So sum liverpool'arin hevði sagt, »Í ár verður tað!« ;-). Vikan ið fór B36 vinnur grannauppgerðina móti HB í Gundadali í størsta dystinum í 8. umfari í Effo- deildini. KÍ vinnur í Sarpugerði og bjóðar seg fram í oddinum Jógvan Martin Olsen leggur frá sær sum venjari hjá ÍF. Hann klárar ikki at læra ÍF at verja, og sær onga orsøk at halda fram Alt flogbóltslandsliðið hjá kvinnum er heima til nakrar venjingar. Hetta sum ein upptakt til HM/ EM kappingina, ið verður í Føroyum í hesum mánaðinum Peter Krogh(H71) og Fríðrún Olsen (StÍF) verða kosin til ársins spælarar hjá monnum og kvinnum í hondbólti Vendsyssel, við Halli Hansson og Brandi H. Olsen frá byrjan, vinnur sín fyrsta dyst í seinnu hálvu. Stórur lætti, sigur Hallur Hansson 12 føroyskir dartspælarar luttaka í Danish Open og Danish Masters. Mótstøðan er ovurhondsstór, men spælararnir lata væl at alíkavæl ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Trophy Kids(2013): Eg bíða­ ði nakrar dagar við at skrivað ummælið av hesum doku­ mentarin­um, sum er at finna á Net­flix. Í løtuni dokumentarurin var liðugur hevði eg besta hug, at taka í onkran av pápunum, sum eru í sendingini. Størri ófordragiligir lortungar finnast valla í barrini hjá illamanni. Eg havi virðing fyri foreldrum, sum á harðan – men skilagóðan – hátt eggja sínum børnum at blíva góð til eitt hvørt. Allar kanningar benda á, at tað er um­ hvørvi og venjingartímarnir, ið eru avgerandi fyri hvussu góð ítróttarfólk blíva í longdini. Tí kann eitt eggjandi foreldur og eitt eggjandi umhvørvi verða mennandi, men í hesum doku­ mentarinum sært fleiri dømir um hvussu tað kann taka yvirhond. Skríggjandi pápar, sum totalt hava misskilt sína uppgávu, og sjálvandi fáa øll onnur skildina, tá tað ikki gongur børnunm hjá teimum væl. Svína børnini til dag og dagliga, fyri at upp á ein misskiltan hátt at brynja tey til elitu ítróttarlívið. HYGG UM: Tú eigur børn og ivast um tú fert ov langt, ella ert í iva hvussu tú ikki skal gera IKKI HYGGJA UM: Tú ikki ætlar at øsa teg um primitiv foreldur HVUSSU ER AT HYGGJA: Í løtum tærnakrimpandi, aðrar tíðir ivast tú um tað er skuðuspæl tað heila HVAT SIGUR TÚ? Ynskir tú at geva børnunum eitt platform til at blíva ítróttarfólk, so er hetta ein doku­mentarur, sum er verdur at hyggja at trondur@sosialurin.fo Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum… ★★★★★★ FAKTA Dokumentarurin bleiv útgivin í 2013 og fylgir nøkrum ungum ítróttarfólki og foreldrum teirra. Har í millum tveimum kurvabóltsspælarum, einum golfsspælara, tveimum tennisspælarunum og einum, ið spælir amerikanskan fótbólt Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Jóannes Bjartalíð Aldur: 19 Ítróttur: Fótbóltur (KÍ) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 Hvør er toppskjútti í Effo-deildini beint nú? 2 Hvussu nógv mál hevur hann skotið hetta kappingarárið í Effo-deildini? 3 Hvørjum landi skal føroyska fótbóltslandsliðið spæla móti 3.juni? 4 Hvør bleiv kosin ársins stjørnuskot hjá kvinnum í hondbólti? 5 Hvør bleiv kosin ársins stjørnuskot hjá monnum í hondbólti? 6 Hvar fyri eyðkennis navn hevur Claudio Ranieri, venjari hjá Leicester? 7 Hvussu eitur fyribils ÍSF forsetin? 8 Hvør er á myndini? ? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Quizzin, svar: 1. Klæmint A. Olsen 2. 9 mál 3. Kosovo 4. Tóra Eliasen (Stjørnan) 5. Jónas Djurhuus (H71) 6. The Tinkerman 7. Petur Ove Petersen 8. Atli Gregersen Dokumentarurin: State of Play: Trophy Kids ÍTRÓTTAR UMMÆLI